mikudagur 30. juni 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað eru bara smáttaríir,
ið mangla at koma upp á
pláss, áðrenn nýggja ølið
frá Okkara verður at finna
á hillunum í rúsunum kring
landið.
– Vit hava royndarkoyrt
skipanirnar nú í smáar tvær
vikur, og alt hevur víst seg
at rigga eftir ætlan, sigur
Wilhelm Petersen, stjóri.
Sum nakað nýtt í Føroyum
verður ølið tappað á dósir,
men bryggjaríið hevur eisini
tappimaskinu til fløskur. Í
fyrstu syftu verður tó bert
tappað á dósir.
– Tað verður í fyrsta um
fari bryggjað pilsnar, klas sic
og gull, men vit hava møgu
leika at kombinera okkara
fram leiðslu við serøl. Okkara
ser frøðingar hava drúgvar
royndir innan serøl eisini,
og tað verður helst arbeitt
tann vegin seinni. Tá verður
so talan um øl á fløsku, sigur
Wilhelm Petersen.
Bryggjaríið
hevur
ein
kapasitet upp á 1,3 milliónir
litrar um árið, sum svarar
til helvtina av føroyska øl
markn aðinum.
– Tað er sjálvandi ilt at
siga, hvussu stóran markn
aðarpart vit fara at fáa, tað
havi eg ikki reiðiliga nakra
viðmerking til. Men vit kunnu
lættliga økja um kapasitetin,
um so skuldi verið, sigur
Wilhelm Petersen.
Hinvegin fer tað ikki
at krevja tað stóra talið
av starvsfólkum at reka
bryggja ríið.
Bryggjaríið er rættiliga
automatiserað, og tí verður
ikki talan um tað stóra talið
av starvsfólkum. Vit verða
nokk eini 56 fólk, tá alt er
komið upp at koyra, sigur
Wilhelm Petersen.
Enn vanta onkrir smálutir
í einari avtalu við Rúsuna,
men
Wilhelm
Petersen
roknar við, at tað bert
ganga fáir dagar til ølið er á
marknaðinum.
Vónandi ber til hjá fólki
at keypa Okkara øl til hetta
vikuskifti,
sigur
Wilhelm
Petersen.
Leo Poulsen
Tað fall onkrum fyri brótsið,
at bilafylgið við Hendrikki,
prinsi, ikki steðgaði, tá tað
møtti einum líkfylgi sunnu
dagin. Men soleiðis eru regl
urnar, og tað harm ar Jón
Klein Olsen, vara politi in
spek tør.
– Tað er ein serføroyskur
siður at steðga fyri einum
líkfylgi og vísa sína virðing,
og tað er hartil ein sera vakur
siður. Tí harmar hendingin
sunnudagin okkum ógvuliga
nógv, og tað er eisini nakað,
vit hava tosað nógv um. Men
reglurnar í slíkum førum eru
púra greiðar, og vit mugu
undir
ongum
umstøðum
steðga,
sigur
Jón
Klein
Olsen.
Hann sigur, at tað, sum
lesarin hevur upplýst alt
er satt, tó burtursæð frá, at
bilafylgið setti ferðina nakað
niður, tá koyrt varð fram við
líkfylginum.
– Tá VIP’arar so sum tey
kongaligu koma til landið,
skulu tey altíð hava hægstu
trygd. Tað merkir millum
annað, at vit skulu halda
vakt, meðan tey sova, so tað
sigur seg sjálvt, at tað fyllir
nógv í gerandisdegnum hjá
løgregluni, tá slíkar vitjanir
eru, sigur Jón Klein Olsen.
Føroyar
verða
annars
rokn aðar sum eitt »low
risk« land, men fyri tað skal
trygdin verða í hásæti, og tað
merkir eitt nú, at bilafylgið
ikki má steðga, heldur ikki
fyri at halda ein so vakran
sið sum at vísa virðing fyri
líki.
Harmast
vantandi
virðing
– Tað er ógvuliga harmiligt at slíkt
skal koma fyri, men tá vit koyra
VIP-kortegu, ber ikki til at steðga,
heldur ikki tá vit møta einum
líkfylgi, sigur Jón Klein Olsen.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, harmast
hendingina sunnudagin, tá bilafylgið við Hendrikki,
prinsi, møtti einum líkfylgi uttan at steðga
HARMAST
Okkara øl á trappuni
– Vit hava royndarkoyrt skipanirnar í smáar tvør vikur nú,
og vónandi verður fyrsta ølið í rúsunum kring landið til
vikuskiftið, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Okkara.
Wilhelm Petersen, stjóri í Okkara, vónar og
væntar, at fyrstu øldósirnar verða at fáa í
rúsuhandlunum kring landið til vikuskiftið
SKÁL
Miðlar
Eydun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Meira drama
enn undirhald
Fótbóltur er gott sjónvarpsundirhald. Við hvørt tí at spælarar
og lið eru flúgvandi og spæla undirhaldandi fótbólt. Við hvørt
tí at tað hendir okkurt dramatiskt, og spenningurin er øgiligur.
Men sjálvt tann treiskasti og mest sannførdi fótbóltsfjepparin
má stund um viðurkenna, at fótbóltur í sjónvarpi kann eisini verða
keði ligur.
Milliónir av fólkum hava glett seg til HM endaspælið í fót
bólti, sum í hesum døgum verður spælt í Suðurafrika. Heimsins
sterkastu fótbóltstjóðir bresta saman á leikavøllum har suðuri
á jarðar knøttinum, og tað verður mett sum heimsins størsta
ítróttar kapping. Og tá áhugin er stórur fyri einari kapping, so
eru allar hugsandi sjónvarpsrásir eisini til reiðar at senda – ella
kanska er tað øvugt.
Men endaspælið hesaferð hevur í størri mun verið drama og
veitsla, enn tað hevur verið gott fótbóltsundirhald. Jú, víst hava
summi roynt at undirhildið og spælt positivt, og summir spælarar
hava verið í rætta lagnum, men alt og nógv av londunum spæla
við einum støðugum ótta fyri at tapa, og disiplinin er so strong,
at tað er trupult hjá bæði spælarum og liðum at lyfta seg.
Og tí hava mong sitið frammanfyri skíggjan – kanska nýggja
flatskíggjan, sum kann takkla HDsjónvarp – og smákett seg
seinastu vikurnar. Hvar bleiv spruttandi fótbóltsspælið av?
Hvar blivu málini og detaljurnar hjá Rooney, Messi og Torres av?
Og hví tíma og vilja mætastu europeisku fótbóltstjóðirnar ikki
meira? Tað sigur eitt sindur um Ongland, Frakland og Italia, at
maskinfótbólturin hjá Týsklandi nú stendur fyri undirhaldinum.
Hava vit stundum saknað stóra fótbóltsundirhaldið, hevur
tað tíbetur verið nógv drama á og kring vøllirnar í Suðurafrika.
Fronsku heimsstjørnurnar gjørdu seg fullkomiliga fyri skommum,
og teir skulu verða glaðir fyri, at guillotinan er avtikin sum
revsiamboð. Ensku spælararnir vóru á reyvuni – tungari reyv – so
leingi teirra HM vardi, og Italia fall tíbetur upp á tað, sum hevur
eyðkent nógv av liðunum í hesi HMkappingini – óttin fyri at tapa
og manglandi vilji at spæla fyri at vinna.
Mest dramatisku løturnar hesaferð hava verið tær somu, sum
tær eru í Robinson Ekspeditiónini, XFactor og Paradise Hotel.
Tá onkur skal sendast heim, hava vit upplivað lív, larm, kenslur,
gleði og sorg. Tá tað er komið til skarpskeringar í avgerandi
løtum seinast í dystunum, hava spælararnir givið tað, sum teir
hava í sær. Sjálvt Italia spældi tá fantastiskan álopsfótbólt í eitt
korter.
Men samanumtikið hevur HMsjónvarpið í alt ov stóran mun
verið merkt av taktiskum spennitroyggjum, ordan, disiplin og
ótta fyri at tapa. Tað er sum, at tað mest avgerandi fyri nógvar
av fótbóltsstjørnunum er, at teir mugu ikki gera nakað, sum fer
at seta teir í vánaligt ljós, gera teir til skurkar, so heldur lata
verða við at taka kjansin, sum kann skapa tað fantastiska, tað
undirhaldandi, tað minniliga.
Enn eru átta avgerandi HMdystir eftir at spæla. Royndirnar
siga, at hesir dystirnir kunnu skjótt gerast tættir og varisligir,
men lat okkum vóna, at tað fótbóltsliga undirhaldið, sum vit hava
fingið ov lítið av higartil, fer at koma nú, tá ið tey allarbestu liðini
eru eftir í kappingini og skulu dystast ímóti hvørjum øðrum.