Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 16 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Av teimum fýra føroysku feløgunum, sum henda næsta mánaðin skulu spæla í europeisku kappingunum, má NSÍ á pappírinum sigast hava fingið besta lutakastið. Hóast eitt lið í bestu svensku deildini óivað er ein stórur biti at gloypa, so átti Gefle IF ikki at verið so ræðandi, eftirsum liðið í fjør var nummar 10 í Allsvenskan og í ár liggur á ellivta plássi. – Eg dugi illa at meta um, hvussu sterkt liðið er, men eg havi so roynt at fyrireikað meg við at leita eftir upplýsingum á netinum, um framt at vit hava fingið fatur í upptøkum frá einum dysti hjá Gefle IF, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, sum nú leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til heimadystin, sum verður spældur á ovara vølli í Gunda dali í annaðkvøld klokkan 19. Síðani 2003 hevur NSÍ verið við í europeisku kappinunum fimm ferðir, so hetta er sætta avbjóðingin hjá felagnum. Besta úrslitið var í 2008, tá NSÍ á heimavølli megn­ aði at vinna 1­0 á georgiska meist­ ara liðnum, Dinamo Tbilisi, við Hjalgrím Elttør sum málskjútta. Í fjør spældi NSÍ ímóti norska stórfelagnum, Rosenborg, og eftir at hava tapt 0­3 á heimavølli, legði Karoly Potemkin NSÍ á útivølli á odda 1­0, og hóast Rosenborg javn­ aði stutt fyri hálvleik, helt NSÍ javn leikin langt út í yvirtíðina, tá Rosen borg í evstu løtu fekk tvey mál aftrat og vann 3­1. Sum tað plagar – Hvør munur kann vera á norskum og svenskum fótbólti, tori eg ikki at siga so nógv um, men allarhelst var Rosenborg eitt sindur sterkari, enn Gefle IF er. Spurningurin er so, um svenska liðið spælir upp á ein máta, ið hóskar okkum betur, enn stílurin hjá Rosenborg. Vit taka hetta sum eina uppliving og fara at royna okkara besta, sigur Pauli Poulsen. Venjarin hjá Gefle IF, Pelle Olsson, segði eftir lutakastið, at hann var nøgdur við mótstøðuna, hóast hann einki kendi til føroyskan fót bólt. – Vit byrja á útivølli í einum landi, har vit áttu at havt ein kjans, so tí síggi eg hetta sum ein góðan møgu leika. Eg rokni við, at NSÍ spælir norðurlendskan fótbólt, so tí møta vit spælarum, vit eru sum teir, vit plaga at møta. Hjá okkum ræður tað mest um at fáa gongd á okkara egna spæl, segði Pelle Olsson. Skuldi NSÍ hinvegin komið best burtur úr hesum báðum Europa League­dystunum, verður mót­ støð an í øðrum umfari annaðhvørt aftur Dinamo Tbilisi úr Georgia ella FC Flora úr Estlandi, sum plagar at vera meira ella minni tað sama sum est iska landsliðið. hilmarjan@sosialurin.fo Gera okkara besta Evropa-lEaguE Venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, er spentur til dystin í Gundadali í annaðkvøld ímóti svenska Gefle IF. – Vit taka hetta sum eina uppliving og fara at royna okkara besta, sigur hann Hilmar Jan Hansen Svensku mótstøðuliðini, sum NSÍ og EB/Streymur spæla ímóti í annað kvøld, eru ávikavist Gefle IF og Kalmar FF. Mótstøðuliðið hjá NSÍ gjørdist nummar 10 í fjør, men slapp við í Europa League, tí Svøríki var eitt av trimum londum, sum fekk eitt eyka Fair Play­ pláss frá UEFA, og Gefle IF fekk plássið, tí lið ið fekk fægst gul og reyð kort í fjør. Kalmar FF gjørdist hinvegin numm­ ar fýra í fjør og fekk tí utt asta europeiska atgongumerki hjá svenskum fótbólti. Í bestu svensku deildini, All­ svenskan, er Kalmar FF í løtuni á sætta plássi við 19 stigum, meðan Gefle IF er nummar 11 við 16 stigum. Til samans 16 lið eru í deildini, og odda liðið, Helsingborgs IF, hevur 35 stig. Júst nú er steðgur í svensku lands kappingini, har síðstu dyst irnir blivu spældir hálvan mai, og teir næstu verða ikki aftur fyrr enn hálvan juli. Men um vikuskiftið spældu bæði Gefle IF og Kalmar FF áttadapartsfinalur í svensku steypa kappingini. Bæði vunnu sínar dystir og tí verða tað júst hesi bæði, sum møtast í fjórðingsfinaluni. hilmarjan@sosialurin.fo Svenska mótstøðan TBIlISI BÍÐar… Jóhan Troest Davidsen og teir í NSÍ, sum í annaðkvøld spæla í Gundadali ímóti svenska Gefle IF, vunnu í 2008 1-0 á georgiska meistaraliðnum, Dinamo Tbilisi, sum er ein av tveimum møguleikum sum mótstøðulið í øðrum umfari Mynd: Jens Kr. Vang EB/Streymur á útivøll Evropa-lEaguE Sundalagsmenn, sum í fjør vunnu silvur í bæði lands- og steypakappingini, skulu í annaðkvøld spæla á útivølli í fyrra dystinum í Europa League- kappingini ímóti svenska Kalmar FF Hilmar Jan Hansen Svenskarar og onnur, ið síggja svensku sjónvarpsrásina, TV4, fara í annaðkvøld klokkan 20 at kunna fylgja við í beinleiðis sending, hvussu tað gongur EB/ Streymi í fyrra Europa League­ dystinum á Fredriksskans ímóti svenska felagnum, Kalmar FF. Hetta er fjórðu ferð, at EB/ Streymur er við í europeisku kappingunum. Besta úrslitið fekk felagið í 2007, tá finska MyPa­47 var mótstøðuliðið. Ta ferðina fekk EB/Streymur javn leik 1­1 á heimavølli og tapti tepur 1­0 á útivølli. Tað er nakað av hesum, fel­ agið helst vil royna at endur­ taka í annaðkvøld, men sam­ stundis kann tað darva eitt sindur, at EB/Streymur síðstu tíðina hevur havt fleiri skadda spælarar, so illa hevur ligið fyri at spælt við sterkastu upp­ stilling. Men í mongum dystum hevur tað víst seg, at teir, ið eru komnir inn á liðið, hava gjørt tað gott. Hóast síðstu úrslitini í lands­ kappingini ikki hava verið eftir vild hjá sunda lagsmonnum, plaga teir at spenna seg øgiligt út, tá europeisku dystirnir eru á skránni. Svenskur fótbóltur helst er eitt sindur sterkari enn finskur, men kortini eru vónir um, at EB/Streymur kann lyfta seg og fáa líknandi úrslit sum í 2007. Skuldi tað hent, at EB/ Streym ur hevði bæði hepni og hegni við sær ímóti Kalmar FF, eru mótstøðuliðini í øðr um umfari annaðhvørt Dacia úr Moldavia ella Zeta úr Monte­ negro, sum endaðu ávika vist sum nummar fimm og fýra í undanfarnu lands kapp ing­ unum. hilmarjan@sosialurin.fo