Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 22 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Mikudagur í VestManna Tá redaksjónin á Oyggjablaðnum vitjaði í Vestmanna farna mikudag, kundu vit ynskt okkum betri veður. Hóast hesar umstøður fangaðu vit ymiskar umstøður og fólk í ymiskum verki, og verður hetta lýst á hesari síðuni Í fleiri ár, hava bæði sílaveiðufólk og onnur, gjørt brúk av møguleikanum at gista í einum av kampingvognunum hjá “Fisk og frítíð” omanfyri Vestmanna, á einum øki tey nevna á Lómundaroyri. Hiðani frá er frálíkur møguleiki at gera útferðir í vøkru náttúruna kring Vestmanna Í hesum døgum hava Margretha drotning og Heinrikur prins­ ur vitjað kring landið, m.a. vitjaðu tey eisini í Vestmanna. Framm an undan hesum er eitt stórt fyrireikingararbeiði gjørt til tess at fyrireika vitjanina so væl sum gjørligt. Eisini løg­ regl an er inni í myndini. Teir hava koyrt rutuna hjá drotn­ inga hjúnunum, og taka her samanum koyringina, beint við Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, her drotningin eisini vitjaði f KAMPING LØGREGLAN VITJAR