mikudagur 30. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
Sosialurin
Oyggjablaðið
Í hesum døgum eru mann frá fyritøkuni “Solid Vedlikehold a/s” í Bergen
í ferð við at sandblása turbinurørini til Fossáverkið í Vestmanna. Hetta
arbeiðið krevur sín mann: Ummálið í rørunum er sera lítið sum myndin
vísir, og haraftrat eru dustið so fínt, at tað fer nærum millum skins og
hold. Ein av starvsmonnunum hjá norsku fyritøkuni, John Staflund
sæst her í holt við at sandblása rørini. Av sonnum eitt rørandi arbeiði
Síðani vatnorkan gjørdist veruleiki í Vestmanna í
fimmti- og sekstiárunum, hevur hetta verið við til at
tryggja okkum regluligan streym. Men í samband
við arbeiðið at sandblása vatnrørini innan, er
alt vatnið tikið úr Lómundaroyruni. Ein heldur
sjáldsom sjón, sum fólk kunnu njóta eina tíð aftrat
RØRANDI ARBEIÐI
EINKI VATN
At fiska hemara við Føroyar tykist vera vorðið eitt sera væl
umtókt millum føroyingar og útlendingar. Í løtuni eru fleiri
føroyskir ferðavinnusmiðir sum bjóða slíkar túrar. Neyðugt er
sjálvandi við góðum agni, og tað er hesin danin í ferð við her
á bryggjuni í Vestmanna, at fiska seið fyri hemara. Teir høvdu
fiskað kvøldið fyri, og fingu tá ikki færri enn fimm hemarar.
Eitt av serstøku tilboðunum hjá vestmenningum eru teir
vælumtóktu sjóvegis túrarnir til Vestmannabjørgini. Her riggar
Silja Star seg til enn ein túr. Tað ræður um at vera væl ílatin.
Tað er heldur sjáldan at Fossá er so vatnrík, sum hon er
tað um hetta mundið. Vanliga verður vatnið savnað í
vatnsbrunnarnar omanfyri bygdina, men nú ið rørini verða
sandblást innan, verður vatnið leitt aðrar vegur. Hetta fáa
nú bæði vestmenningar og gestir í Vestmanna gleði av
AGN TIL HEMARA
SJÓVEGIS ÚTFERÐIR
NÓGV VATN