mikudagur 30. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Hóast Hanus er komin rættiliga
væl til árs, og legði profesjonella
pensilin frá sær fyri mongum árum
síðani, er hann altíð sinnaður at
veita sínum nærmastu eina hond.
– Beint nú hjálpi eg abbasoninum
at mála, greiðir Hanus frá. – Vit hava
rokast nú í einar fjúrtan dagar.
Júst hetta við at mála hevur
verið lívsstarv hansara. Nógvir
bygn ingar og nógv skip
eru málað hesi árini.
Og sum nakað heilt
serstakt, fekk Hanus
eisini høvið at hjálpa
Jack Kampman við
at mála vísuna um
Ormin Langa fyri
eini
50
árum
síðani.
Henda vísan varð málað á fleiri
plátur, sum vórðu festar á yvir
veggin í salinum í Gamla Skúla, sum
vestmenningar kalla hann.
Myndirnar á hesi síðuni vórðu
tiknar í desember 2007, og eru sera
væl úr hondum greiddar. Nógv hava
undrað seg yvir hvar myndirnar
vóru blivnar av, – ikki minst eftir
at Gamli Skúli varð tikin niður fyri
nøkrum árum síðani.
Tær eru umvældar, og vórðu
síðani settar í eitt rúm í Vestmanna
skúla, har tær vórðu tær tiknar
fram einaferð enn til heiðurs fyri
Sosialin fyri hálvum triðja ári síð
ani.
– Eg hjálpti honum við at mála
hesa vísuna av berum áhuga. Hetta
var fyri tað mesta gjørt í fríløtum,
vísir Hanus á.
Upp á tekjuna
Tað eru kortini liðin mong ár, síðani
Hanus Zachariasen á fyrsta sinni
fór í holt við tað yrkið, sum kom at
gerast hansara í meiri enn 45 ár.
– Eg minnist ein dag í 1943, tá
vit høvdu arbeitt í torvi í dalinum.
Heimkomin um kvøldið sá eg eina
lýsing í Dimmalætting, har Jørgen
Jørgensen, málarameistari úr Mið
vági, sum tá búði á Glyvrum, søkti
eftir lærlingi.
– Eg søkti, og eg fekk plássið
og fór beinanvegin til arbeiðis í
Syðrugøtu, greiðir Hanus frá.
Fyrsta uppgávan hans
ara var at reinsa rust á eini tekju hjá
Poul Huus. Á hesi tekjuni lá hann
so nakrar dagar, til øll húsini vóru
málað.
Seinni fekk hann pláss hjá
Andreas Mouritsen, mál ara meist
ara í Havn, og fór á Tekn iska Skúla í
Århus 1. oktober 1947 fram til 1. apríl
1948, tá hann varð útlærd ur
sum málari.
– Eg tók ikki
sveinaprógv, tí tað
varð sjáldan gjørt
tá í tíðini, greiðir
Hanus frá.
Góður og
raskur
Ein mánað seinni –
altso í mai mánaði
1948 – kom Hanus aftur til Vest
manna og málaði eitt sindur har og
aðrastaðni.
Um hetta mund ið var Jack
Kamp mann eis ini komin til bygd
ina, og hevði átik ið sær ávís mál
ara arbeiði. Mil lum hesi var stóri
bygn ingurin – fiskahúsið – hjá
D. P. Olsen og øðrum, skúlan og
annað. Nevnast kann, at Jack
Kampmann eisini myndprýddi
skúlarnar á Glyvrum og
tann á Toftum.
Jack Kampmann (1914
1989) varð annars føddur
í London og hevði donsk
foreldur. Hann vaks upp
í USA og varð útlærdur
málari og seinni listamálari
í Danmark. Tað var í stóran
mun tann listar
ligi parturin,
sum
kom
83 ára gamal
– og málar enn
LISTAVERK Nógv tilkomin fólk í Vestmanna munnu minnast listamálaran, Jack Kampmann sum
búði í Føroyum árini 1948-64. Ein teirra er tann skjótt 84 ára gamli málarin, Hanus Zachariasen í
Vestmanna. – Ja, Jack. Hann var bæði ein raskur og dugnaligur málari, minnist hann afturá.
Jack kundi arbeiða við
fullari ferð í eina tíð, men
kundi so brádliga lata seg
í pussið og ganga soleiðis
í fleiri dagar, áðrenn hann
herjaði á aftur við penslinum
Hanus dugdi bæði at mála stórt og smátt. Fyri eini 50 árum síðani hjálpti hann listamálaranum Jack
Kampmann at mála vísuna um Ormin Langa. - Eg gjørdi hetta av berum áhuga, sigur Hanus Zachariasen
Mynd: Jens Kristian Vang (2007)
ORMURIN LANGI