Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 Sosialurin Oyggjablaðið fram í honum tey árini hann búði í Føroyum. Hann var sera virkin í tí sum hann tókst við. Umframt fleiri stór málaraarbeiði setti hann, saman við Janusi Kamban og Ingolfi av Reyni á stovn tann fyrsta føroyska listaskúlan. – Jack yvirtalaði meg til at arbeiða hjá sær, og tað var ein lærurík tíð. Hann var ein stak góður málari og raskur eisini, greiðir Han­ us frá. Í pussinum Fyri Hanus er eing in ivi um, at Kamp mann var ein lista málari og málari í serflokki. Sum so mong onnur listafólk, hevði hann eisini sína egnu tímatalvu, um ein kann siga tað so. – Jack, hann brúkti als ikki klokkuna, sigur Hanus brosandi. – Nei, hann hevði sín egna máta at arbeiða uppá. Hanus minnist, at starvsfelagi hansara kundi arbeiða við fullari ferð í eina tíð, men kundi so brádliga lata seg í pussið og ganga soleiðis í fleiri dagar, áðrenn hann herjaði á aftur við penslinum. – Men hann var sera dugnaligur málari. Hann skal so bara fáa tað besta frá mínari síðu, slær Hanus fast. Teir arbeiddu saman ein tíð, til Hanus sjálvur tók ymisk arbeiði á seg, og í 1953 gjørdist sjálv støðugur. Sama árið fór hann eisini at selja máling og tapet, og helt fram við hes um til 1989, tá ið hann gavst at mála. Men sum nevnt í byrjanini av greinini, hevur hann ikki heilt slept penslinum. – Ja, hetta er í fínasta slagi, sigur Hanus, sum fer um tey 84 árini nakað undan ólavsøku. snorri@sosialurin.fo Tað er ikki bert 83 ára gamli Hanus Zachariasen sum hevur havt áhuga fyri at mála. Í 1976 byrjaði sonur hans ara, Uni at mála hjá honum, og síðani hevur málarastarvið verið hansara lívsyrki. Sum útlærdur málari tók Uni yvir leiðsluna av virkinum hjá Hanusi, og teir báðir skiftu um leiklut – Hanus fór at arbeiða hjá soninum eina tíð, áðrenn hann heilt gavst í málaravinnuni. Uni hevur eisini, bæði sum lærlingur og út­ lærd ur, arbeitt saman við pápa beiggj anum, Steinbirni, har talan oftast var um størri verkætlanir. Í 1997 varð smáparta­ felagið Uni Zachariasen stovnað, og verður tað í dag rikið av Una og konuni, Salomu, í felag. Triðja ættarlið er har aftr­ at farið í málaravinnuna. Tað er sonurin Hanus, sum eisini er útlærdur málari. Tíðin fer at vísa, um Hanus, tá tann tíðin kemur, fer at føra virkið víðari. 3 X ZACHARIASEN Jack, hann brúkti als ikki klokkuna. Nei, hann hevði sín egna máta at arbeiða uppá Eg minnist ein dag í 1943, tá vit høvdu arbeitt í torvi í dalinum. Heimkomin um kvøldið sá eg eina lýsing í Dimmalætting, har Jørgen Jørgensen, málarameistari úr Miðvági, sum tá búði á Glyvrum, søkti eftir lærlingi MÁLARI Hanus Zachariasen í Vestmanna hevur málað í samfull 45 ár. Og mín sann um hann ikki málar enn, – í hesum føri hjá einum abbasoni Mynd: Jens Kristian Vang (2007) Heimildir: Samrøða við Hanus Zachariasen, Vestmanna Heimasíðan hjá Listasavni Føroya – www.art.fo Heimasíðan hjá Galleri Nethinden – www.nethinden.com Heimasíðan hjá Una Zacharariassen, sonur Hanus – www.uni­z.fo Jack Kampmann og Hanus Zachariasen løgdu sær eina við at kína øllum málningunum til Ormin Langa. Teir eru síðani vorðnir umvældir og bíða nú eftir einum egnaðum staði at hanga í Mynd: Jens Kristian Vang (2007)