Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 28 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Hetta var tann stóri útferðardagurin hjá børnunum í stovuni við heit­ inum »Keldan«. Avtala var gjørd um at tey skuldu møta upp við ovaru byrgingina – á Vatninum, tey kalla – kl. 9:30 henda morgunin. Men sum altíð, tá nógv børn skulu gerast klár, eru altíð seink ingar á vegnum. Børnini hava áður gjørt ymiskar útferðir, men tað var serliga hesa sum tey gleddu seg almikið til. Hetta var nevniliga fyrstu ferð, at tey royndu júst hetta. Tað hevði verið spennandi um tey fingu okkurt sílið. Ætlanin er nevniliga, at tey skulu grilla aftaná, og hvør veit, kanska endar okkurt sílið á grillini. Men eitt av starvsfólkunum, Laila Friis upplýsir tó, at tey hava bund ið um heilan fingur, og hava tik ið okk urt við at leggja á grillina. Hon fær ikki tíð at tosa meiri, tí nú rópar eitt av børnunum á hana. Tey eru eisini brá eftir at fáa maðk­ in og húkin útí. Kanska bíðar onkur fongur eftir teimum beint undir vatn skorpuni. – Ja, eg eri ordiliga spent, sigur Sigrid. Eingin forðing Veðrið var ikki av tí allarbesta henda mikudagin. Í Vestmanna var skýggj að og rættiliga grovir ælingar komu við jøvnum millumbilum inn yvir bygdina. Fyri børnini í dagstovninum Gjáar lon var hetta kanska júst til fyri munar. Gamalt var hjá sílaveiðu­ monnum at siga, at best beit á í slík um veðurlíkindum. Veðrið er so eingin forðing fyri tey. Børnini og tey vaksnu vóru øll ílatin til endamálið: Góð og heit klæði innast. Regnklæðir uttan. Og sjálv andi ein bjargingarvest uttast. Slíkt hoyrir avgjørt eisini við til fyri reikingina av eini væl eydnaðari útferð. DAGSTOVNUR – Mær dámar ordiliga væl at fiska. Tað havi eg ofta gjørt, sigur 5 ára gamla Sigrid Sóleyardóttir Hórðará úr Vestmanna. Mikudagin var hon farin niðan á ta ovaru byrgingina í bygdini, saman við hinum børnunum í sínari stovu, at fiska síl. Kanska fiskieydna verður við teimum hesa løtuna Við egnari t Fiskieydnan var ikki til staðar beint tá. Heldur hinvegin. Her var hvørki síl ella laksur á húkinum, men fast stóð í botni Veðrið er eingin forðing, tá børnini í Gjáarlon tóku tráðurnar fram og fóru á sílaveiðu við ovaru byrgingina í Vestmanna. Aftaná var ætlanin at tey skuldu grilla fongin Mynd: Jens Kristian Vang SÍLAVEIÐA