Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101 Sosialurin Oyggjablaðið ráðu í hond Komin niðan til ovastu byrg ing­ ina, vóru tráðurnar gjørdar klárar. Sigrid var eisini í ferð við hetta sama. – Tað er babba sum hevur gjørt mær tráðuna, sigur Sigrid, ikki sørt err in. Hetta er ein stutt, men fín tráða við bæði húki og einum floti. Eitt av starvsfólkunum hevði ómak að sær at fáa fatur á nøkrum maðk um beint við vatnið. So var tað í øll um førum ikki eftir. Nú ráddi bert um at fáa maðkin á húk in, og so kundi Sigrid kasta útí. Onkran fisk Sigrid var ikki heilt greið um, hvat hon kundi vænta sær av fongi her í vatninum. Men at tað fór at verða til okkurt slag av fiski, var hon ikki í iva um. – Eg haldi, at tað er síl, kemur tað stillisliga frá henni. Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Sigrid roynir seg við tráðu. Hetta hevur hon gjørt so mangan áður. Saman við foreldrunum og lítlu systir síni og stórabeiggjanum, hev ur hon onkutíð fiskað á kajini í Vest manna. Og her kom hon ofta aft ur við fongi. – Har vóru nógvir fiskar, greiðir hon frá. Í botni Tráðurnar vóru gjørdar eftir stødd­ ini á børnunum, so tær rukku ikki so langt úti. Men løtu eftir vóru kortini omanfyri 10 tráður í vatn­ inum. Her var tað helst meiri viljin til at fanga nakað, heldur enn tað at fanga nakað sum dreiv verkið. Tað gekk tí heldur ikki so leingi, fyrrenn tað beit á hjá tí eina barn­ inum. Øll vendu sær spent yvir ímóti við komandi, meðan onkur slepti tráðuni og fór eftir einum glúpi. – Jubiii, rópa børnini. Endiliga fekk onkur okkurt. Men fiskieydnan var ikki til staðar beint tá. Heldur hinvegin. Her var hvørki síl ella laksur á húk­ inum, tí fast stóð í botni. Skjótt var at fáa loyst húkin aftur, og løtu seinni var ein sprakl­ andi maðkur aftur undir vatn­ skorp uni. – Hetta er ordiliga skeg, sigur Sigrid. snorri@sosialurin.fo – Tað er ordiliga skeg at fiska, sigur 5 ára gamla Sigrid Sóleyardóttir Hórðará úr Vestmanna. Her er hon saman við hinum børnunum í dagstovninum og fiskar við byrgingina á Mýrunum Mynd: Jens Kristian Vang VEIÐIKVINNA Tað er babba sum hevur gjørt mær tráðuna Hóast tey roynd og royndu, so fingu tey einki síl heimaftur við sær ella til grillina. Hetta tók kortini ikki mótið ella ferðarhugin frá børnunum. Tey brúktu ístaðin tíðina at hugna sær saman, fanga kombikk og síðani at eta tann góða grillmatin. Hóast alt, var hetta ein minniligur dagur við byrgingina við Vatnið. Fingu einki Mynd: Jens Kristian Vang