mikudagur 30. juni 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Føroyska flakavinnan hevur verið
fyri mongum broytingum tey sein
astu 2030 árini. Bæði nøgdir, prísir
og tal av starvsfólkum hava gingið
upp og niður – kanska mest niður.
Tað hevur víst seg, at tá væl av
øðrum arbeiðum var at fáa innan
aðrar vinnugreinar, so fóru fólk frá
flakaborðunum í tað arbeiðið.
Men so skjótt sum tíðirnar
versn aðu aftur, valdu tey aftur at
fáa sær arbeiði á einum flakavirki.
Undir hesum skiftandi umstøð
unum hevur Bjørg Hellu Nielsen
arbeitt í fiski heilt síðani 1986.
Og tað hevur henni dámað sera
væl, hóast tað uttan iva eru tey,
sum halda lítið um hetta slag av
arbeiði.
– Eg skilji ikki, hvat fólk hava
ímóti fiskaarbeiði, – ella hví fólk
hava nakað ímóti fiskaarbeiði.
– Eg havi arbeitt í fiski í sam
full 22 ár, og ja, eg havi trivist væl
allatíðina, slær 60 ára gamla vest
mannakonan fast.
Pakkari
Tey fyrstu árini, meðan børnini hjá
Bjørg vóru smá, var hon heima og
ansaði teimum.
– Tá tey vóru blivin størri, hevði
eg hug at fara út at fáa mær eitt
arbeiði. Men tja, eg veit ikki. Tað var
kanska eitt sindur tilfeldugt at tað
júst var fiskaarbeiði, sum bleiv mítt
lívsstarv, greiðir hon frá.
Bjørg gjørdi ikki mætari, enn
at hon fór oman á flakavirkið í
bygdini, og spurdi um nakað arbeiði
var. Nógv arbeiði var í landinum
um hetta mundið, og nógv fólk
úr øðrum londum fingu arbeiði í
Føroyum.
Svarið sum Bjørg fekk frá virkis
leiðsluni var játtandi, og kundi hon
nærum byrja beinanvegin henda
dagin í 1986.
Arbeiði hennara var inni á virk
inum, og varð hon rættiliga skjótt
sett at arbeiða í pakkingini. Og tað
gjørdi hon so tey næstu 22 árini.
– Tá so tann, sum arbeiddi her
í kaffistovuni gavst, spurdi eg um
ikki kundi yvirtaka hennara arbeiði.
Og her havi eg so verið í tvey ár.
Og her dámar mær sera væl at
vera, greiðir hon frá.
Altjóða umhvørvi
Síðani Bjørg byrjaði at arbeiða á
flakavirkinum fyri 24 árum síðani,
eru stórar broytingar farnar fram
innan fiskivinnuna, eisini her á
virkinum í Vestmanna.
– Men eg haldi tó, at trivnaðurin
er einki broyttur. Hann hevur alla
tíðina verið sera góður, slær Bjørg
fast.
Nøkur teirra hava m.a. verið í
Onglandi og í Skotlandi og ferðast
saman, og spara nú upp aftur til
enn eina ferð einaferð seinni.
Arbeiðið á virkinum er skipað
í tvær 8tíma vaktir. Onnur møtir
kl. 8 og hin kl. 16, sum skiftast um
vaktirnar aðru hvørja viku.
Á teirri fyrru vaktini koma
so mikið nógv fólk úr Vágum, at
tey verða koyrd fram og aftur við
bussi. Fleiri teirra koma haraftrat
úr øðrum londum, m.a. Mexico.
– Tað er henda vaktin sum er til
arbeiðis nú. Á hini vaktini eru flest
fólk úr Vestmanna, sigur Bjørg.
Tempo
Flakavirkið í Vestmanna hev ur
eisini merkt til skiftandi ráfiska
nøgdir og prísir gjøgnum árini, og
herfyri var eitt rættiliga stórt tal av
arbeiðsfólkunum søgd úr starvi.
Arbeiðsgongdin
er
munandi
broytt, í tráð við menningina innan
fiskivinnuna, og tað hevur sjálvandi
gjørt sítt til, at virkinum ikki tørvar
eins stórt tal av arbeiðsfólkum og
so mangan áður.
– Ja, arbeiðið er vorðið nógv meiri
effektivt, og serliga í ár eru stórar
og avgerandi broytingar hendar á
hesum økinum, vísir Bjørg á.
Ein fylgja av hesi effek tivi ser
ingini er, at meiri rávøra kann fara
ígjøgnum. Og tað krevur sjálvandi,
at arbeiðið av tí sama gongur mun
andi skjótari.
– Í dag skal alt ganga skjótt fyri
seg. Og soleiðis má tað bara vera,
um vit skulu yvirliva sum virki. Ja,
tað er helst so, at mest møguligt
skal koyrast ígjøgnum við fægst
møguligum fólkum.
Bjørg hevur skilt á skerarunum,
at tey hava úr at gera alla tíðina.
Nú arbeiða tey ikki longur í egnum
tempo, men við eitt samliband, har
fiskurin bara fer framvið.
– Tað má helst bara vera soleiðis
í fram tíðini, sigur Bjørg hugsunar
som.
snorri@sosialurin.fo
22 góð ár
í fiski
FLAKAVIRKI – Eg havi arbeitt í fiski í samfull 22 ár. Men eg havi aldrin hildið, at
fiskaarbeiðið var minni vert, enn onnur arbeiði, sigur Bjørg Hellu Nielsen úr Vestmanna.
Hon arbeiddi fyri tað mesta sum pakkari, men syrgir nú fyri at starvsfelagar hennara
á flakavirkinum fáa ein góðan kaffimunn og okkurt gott afturvið í matsteðginum.
Tú hoyrir politikkararnar
allatíðina tosa um, at tey ungu
skulu lesa, lesa og lesa
Tað er helst so, at mest
møguligt skal koyrast
ígjøgnum við fægst
møguligum fólkum
Lesa, lesa og lesa
– Tað vantar eitt heilt ættarlið í, sigur Bjørg Hellu
Nielsen álvarsom.
Hyggur tú eftir aldursbýtinum á teimum
ymisku flaka virkjunum kring landið, er skjótt
at staðfesta, at tað er ikki einki í tí, sum roynda
flakakvinnan førir fram.
Á mongum virkjum eru sjálvandi nógv ung til
arbeiðis, saman við fólki í rímiliga høgum aldri.
Men tey í miðjum aldri, tíma ella vilja ikki arbeiða
á einum slíkum staði sum einum flakavirki.
Og sambært Bjørg kemur hetta ikki av ongum.
Hetta er somuleiðis holdningurin frá hægsta staði:
– Tú hoyrir politikkararnar allatíðina tosa um,
at tey ungu skulu lesa, lesa og lesa - altso at
ungdómurin skal lesa.
– Men hetta arbeiðið á einum flakavirkið, tað skal
so eisini gerast. Missa vit fiskivinnuna, – hvat so?,
spyr 60 ára gamla flakakvinnan.
KIOSKDAMA
Bjørg Hellu Nielsen hevur
arbeitt sína tíð á sjálvum
flakavirkinum. Nú syrgir
hon fyri at starvsfelagar
hennara altíð koma til búgvið
borð í kaffistovuni. - Hetta
er í fínasta slag, sigur 60 ára
gamla vestmannakonan
Mynd: Jens Kristian Vang
GOTT ARBEIÐSPLÁSS
Mong hundrað fólk hava arbeitt á flakavirkinum
í Vestmanna gjøgnum árini. Hóast skiftandi
tíðir og kor hevur trivnaðurin altíð verið
góður. – Vit hava ferðast saman bæði í
Onglandi og Skotlandi, og spara nú saman
við eina aðra ferð, sigur Bjørg Hellu Nielsen
Mynd: Jens Kristian Vang