mikudagur 30. juni 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Hóast fyrrverandi lið for mað urin á
franska landsliðnum, Patrice Evra,
hevði lovað at for talt alt um, hvat
hendi í Suður afrika, tá hann kom
heimaftur til Fraklands, hevur hann
ikki verið so øgiliga tíðindafróður,
sum mong vónaðu. Men okkurt
hevur hann tó sagt.
– Allir spælararnir vóru við
til at taka avgerðina um, at vit
skuldu bróta venjingina av og fara
í spælarabussin, tá Nicolas Anelka
var sendur heim. Hetta var kanska
eitt sindur býttis ligt, men viðhvørt
kemur tú í støður, har tú gert
okkurt skeivt, sigur Evra í samrøðu
við fronsku sjónvarpsrásina, TF1.
Eftir hendingina noyddu spæl
ararnir
landsliðsvenjaran,
Ray
mond Domenech, at lesa upp
eina lítla yvirlýsing framm an fyri
heimspressuni. Tað gjørdi venjarin,
men sam stundis gjørdi hann av at
koyra Evra frá sum liðformann og
setti hann á franska bonkin. Júst
tað, at Evra var koyrdur frá og tí ikki
slapp við á tíðinda fundin, har hann
ætlaði at bera fram eina umbering,
hevur hann tikið sær nær.
– Hetta er fyrstu ferð í lív inum,
at eg ikki eri sloppin at siga tað, sum
eg havi hug til. Tað kendist løgið,
men hetta var venj arans avgerð,
so tað mátti eg bara góðtaka, segði
Patrice Evra, sum viðurkendi, at
stríðið í fronsku HMleguni hevur
sett síni spor, men samstundis
heldur, at ov tíðliga er at hava eina
upprudding nú.
– Ítróttarmálaráðið fer at gera
eina kanning, har allir spæl ar arnir
sleppa til orðanna, og tá kann hvør
einstakur for telja, hvussu hann
hevur upp livað hetta. Tá fáa allir
møgu leikan at siga sannleikan,
sigur Man chester Unitedverju
spæl arin, sum heldur, at allir eru
keddir av tí og helst vilja siga sum
minst, meðan sárini enn standa
opin.
Eingir bandaleiðarar
Eisini franski framherjin, Thierry
Henry, hevur al ment verið frammi
eftir heim kom una. Í samrøðu
við Canal+ sig ur hann seg ikki
kenna aftur myndina av franska
lands liðnum, ið eitt nú franski
ítr óttar mála ráðharrin,
Roselyne
Bachelot,
teknaði
av
teimum
eldru spælarunum, sum »óbún
ir bandaleiðarar, ið hundsa við
nøkrum ræddum unglingum«.
– Fólk eiga at gevast við at tosa
um bandaleiðarar, tá tað snýr seg
um franska landsliðið. Eg eri sjálvur
úr einum býar parti í París, sum veit,
hvat ein bandaleiðari er, og eg kann
heilsa og siga, at vit hava ongar
slík ar á landsliðnum. Eingin hev ur
lagt trýst á nakran, segði Henry í
samrøðuni.
Heldur ikki Patrice Evra kennir
seg aftur í heldur iva somu lýsingini
frá ráð harr anum.
– Laurent Blanc fer at yvir taka
ein hóp av spælarum, sum hevur
gott samanhald og har allir eru
sinnaðir at endurreisa stoltleikan
og umdømið hjá landsliðnum. Tað
kann bara ger ast upp á ein máta,
og tað er við at vinna dystir aftur,
sigur hann.
Júst somu støðu hevur Henry,
sum heldur tað hava al stóran
týdning, at dentur verð ur lagdur á
tað ítróttar liga.
– Vit vóru ein vanlukka á vøll
inum, og fyrst og fremst stóðst
tað av, at vit spældu ikki væl. Vit
kunnu ikki krógva okk um frá
sannleikanum, men vit gingu ov
høgt upp í kjak og søg ur, sum einki
hald var í, sigur Henry.
hilmarjan@sosialurin.fo
hm2010
Evra og Henry tosa
HM2010 Tveir av profilunum á franska landsliðnum, Patrice
Evra og Thierry Henry, hava eftir heimkomuna úr Suðurafrika í
samrøðum fortalt eitt sindur um, hvussu teir upplivdu tingini
Hilmar Jan Hansen
Tvey evni hava fylt nógv í
miðla myndini undir HMenda
spælinum í Suðurafrika. Annað
teirra er gangurin frá vuvuzela
hornunum undir dystunum á
teimum 10 HMleikvallunum.
Hin er serligi HMbólturin,
»Jabu lani«.
Mestsum øll hava havt
sína meining um bóltin, sum
hevur verið fyri hvøssum at
finn ingum, men ikki fyrr enn
nú hevur altjóða fótbólts sam
gongan, FIFA, gjørt nakr ar
viðmerkingar til bóltin, sam
stundis sum FIFA viðgongur,
at bólt urin kanska ikki ber seg
at, sum bóltar vanliga gera.
Nú bara fjórðingsfinalur,
hálv finalurnar, bronsudysturin
og sjálv finalan eru eftir at
spæla,
verður
staðfest,
at
»Jabu lani« eftir øllum at døma
hev ur verið orsøk til fleiri
held ur løgnar støður, sum
hava fingið onkran at sagt, at
bólt urin »uppførir seg sum ein
bíligur plastikkbóltur, tú kanst
keypa fyri fáar krónur í leiku
handl unum«.
– Vit eru ikki deyv, og FIFA
hevur eisini lagt til merkis, at
nógv er blivið sagt um bóltin
hesa ferð, sigur FIFAaðal skriv
arin, Jerome Valcke.
Adidas hevur gjørt HM
bólt arnar líka síðani 1970, men
ongan tíð er so nógv blivið tos
að um bóltin, sum hesa ferð.
Týska risafyritøkan sigur seg
kortini ikki skilja allar at finn
ingarnar, men vísir á, at øll lið
ini í HMendaspælinum hava
havt møguleika at vant seg við
bóltin í fleiri mánaðir.
Nú so langt er komið í HM
endaspælinum, fer FIFA heldur
ikki at gera nakað við bóltin,
men Valcke rør framundir, at
í FIFA eru tey ikki heilt nøgd
við bóltin, sum tí óivað verður
tikin til viðgerðar eftir HM
endaspælið.
– Reglur eru fyri, hvussu
stór ur ein bóltur skal vera og
hvussu nógv hann skal viga.
Men fyri okkum hevur tað nógv
at siga, at ein so fullkomin bólt
ur sum gjørligt verður brúkt ur
til slíkar kappingar, sig ur FIFA
aðalskrivarin.
hilmarjan@sosialurin.fo
FIFA ivast
í bóltinum
HM2010 Hóast altjóða fótbólts
samgongan viðurkennir, at serligi HM
bólturin hevur verið fyri atfinningum
undir HMenda spælinum í Suðurafrika,
hendir einki fyrr enn eftir kappingina
Robert Green fekk bara ein dyst í enska málinum
undir HM-endaspælinum, og fleiri vilja halda, at
serligi HM-bólturin, »Jabulani«, var orsøk til tað.
FIFA fer at viðgera bóltin eftir kappingina
Mynd: Hoang Dinh Nam/AFP
Patrice Evra og Thierry Henry hava báðir í sjónvarpssamrøðum sagt sína hugsan um, hvat
tað var, sum hendi franska landsliðnum undir HM-kappingini í Suðurafrika
Mynd: Francois Mori/AP Photo
ARGANDI BÓLTUR
NÚ TOSA TEIR