mikudagur 30. juni 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
34
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hallgerð Arge Hansen hevði
ein granskara aftrat sær, tá ið
hon í 2000 fór undir at gera
eina kanning av, hvussu til
stóð við lesiførleikanum í
skúlum kring landið. Kann
ingin varð endurtikin í 2001
og 2002. Oda Johannesen
hjálpti til við kanningini.
Tilvildarliga valdu tey
tveir býarskúlar, tveir miðal
stórar skúlar og sjey smáar
bygdaskúlar við samanlagt
130 næmingum. Kanningin
vísti, at stórur partur av
næm ingunum høvdu hjálp
fyri neyðini, men fingu ikki
neyðugu hjálpina eisini tí, at
eingin hjálp var at fáa, tí aðrir
truplir næmingar vóru farnir
við øllum hesum tillutaðu
tím um.
Hallgerð Arge Hansen
held ur tað var syrgiligt, at
skúlarnir kendu seg noydd ar
at spara tímar til teir næm
ing ar, sum høvdu so stóra
hjálp fyri neyðini.
Samanumtikið
kláraðu
teir smáu bygdaskúlarnir
seg best í hesum kanningum
hesi trý árini.
– Saman við øðrum lær
ar um fóru vit undir eina
kompenseraða ella teldu til
lagaða undirvísing. Tað vil
siga, at vit brúktu teld una
sum hjálparamboð. Fyrst
ar beiddu vit í 14 dag ar og so
frá jólum og til summar frí
tíðina hvønn mánadag. Vit
vóru nógv úti í nátturuni, og
næmingarnir tóku myndir
og søgdu frá upplivingunum,
sum vit so skrivaðu niður, og
tey so lósu sum lesibók. Tey
kláraðu væl alt telduarbeiðið,
og tað gav teimum eitt herða
klapp, og tey trivust væl
sam an.
Foreldrini
vóru
eisini
púra bilsin um, hvussu nógv
sjálvsvirðið hjá teimum var
styrkt.
Felagið Lesi/skriviveik
– Fyri trimum árum síðani
tóku vit so henda táttin við
kompenseraðari undirvísing
ella tað, sum vit kalla teldu
til lagaða undirvísing upp
aftur sum tilboð til for
eld ur og børn hjá limum í
fe lag num
Lesi/skriviveik.
Nú vóru so nógv telduforrit
ment til hetta endamál, og
vit høvdu fingið føroyska
teldu talu og rættstavara og
aðrar orðalistar, sum kundu
leggjast inn í ymisk snild
forrit, sum kundi lesa upp tað
skriv aða bæði á føroyskum,
donskum og enskum og
øðr um málum við. Her eru
øgi ligir møguleikar hjá teim
um, sum tíma at arbeiða við
hesum hjálpartólum, tí man
kann næstan fáa ta útbúgv
ing man vil, sjálvt um tað
bil ar við at lesa og skriva.
Men tað krevur upplæring,
og tað er tað, vit royna at
bjóða okkara limum. Bara í ár
hava 38 næmingar gingið hjá
okkum harav 10 vaksin, og 18
næm ingar standa á bíðilista,
sigur Hallgerð Arge Hansen.
Lítil stuðul
Men tað sær út sum, at bara
tveir av hesum 28 næm
Veiku næmingarnir
rinda rokningina
Skúli Heldur enn at skerja fólkaskúlan, eigur nógv meira orka at verða brúkt upp á byrjanarundirvísingina.
Vinningurin kemur seinni, sigur Hallgerð Arge Hansen, sum er lærari og hevur gjørt kanningar av, hvussu
skúlanæmingar eru fyri. Teir næmingarnir, sum ikki fóta sær í byrjunarundirvísingini, koma at rinda rokningina
Hallgerð Arge Hansen hevur einki ímóti, at børn fara í skúla seks ára gomul, men so undirvísingin lagast meira eftir børnunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Heilt nógvir lesiveikir næmingar
fáa ongantíð nakra hjálp. Teir veik
astu næmingarnir sleppa at gjalda
rokningina