mikudagur 30. juni 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
Sosialurin
ingum, sum hava gingið hjá
teimum, hava fingið stuðul
og hjálp í komandi skúlaári,
og tríggir næmingar eru nú
farnir út vegna aldur. Teir
báðir
næmingarnir,
sum
hava fingið stuðul og tímar,
hava allir eina diagonosu,
og teir flestu stuðlarnir eru
settir úr starvi. Onkur næm
ingur er áhugaður at fara á
Orðblindaskúla í Danmark í
eitt hálvt ár, so familjan má
helst flyta til Danmarkar í
eitt hálvt ár, og tað kostar
nógvar
pengar.
Onkur
familja hevur keypt sær
bæði útgerð og stuðul, so
stuð ulin kann koma heim til
teirra at gera heimaarbeiði
við næm inginum. Teir lesi/
skrivi veiku
næmingarnir
skulu gjalda prísin, sjálvt um
skúlin sjálvur í fleiri førum
hevur framleitt hesar skrivi/
lesiveiku næmingarnar, tí tað
hevur ikki verið tikið hond
um teir frá fyrsta degi av í
skúl anum.
Taka hond um
næmingin
– Næmingarnir hava heima
arbeiðið við, tá ið teir koma til
okkara. Ofta skriva teir tær
skriftligu uppgávurnar hjá
okkum, og teir læra at brúka
forrit, sum skrivestøtte og
CD orð til føroyskar, danskar
og enskar uppgávur. Vit læra
teir at skanna tekst og fáa
tekstin lisnan upp, um tað
so er á føroyskum, donskum
og enskum. Vit hava eisini
forrit, sum lesur upp, tað teir
siga á donskum og enskum.
Vit læra teir eisini at rætta
tekstin
við
rættstavara.
Stund um
gjøgnumganga
vit tað við teimum, sum teir
hava fyri í landalæru, søgu,
kristni o.ø. Vit hava ymiskar
snildar mátar at arbeiða
við fyrisøgnum,og vit hava
fingið gongd á rættskriving
við børnum, sum als ikki
hava dugað ella torað at
skriva frammanundan. Men
tað, sum hevur gjørt munin
er, at vit hava tikið hond um
næmingin, har hann er, og vit
hava tosað við hann og víst
á allar møguleikarnar, hann
hevur og givið honum eitt
herðarklapp, sigur Hallgerð
Arge Hansen.
Hon sigur, at teir fáu tím
arnir, sum verða givnir til
serligan tørv, mugu verða
lagd ir inn á tímatalvuna sum
skjótast. Serliga nú, áðrenn
tímarnir hjá serlærarunum
verða lagdir, so serlærari,
lærari, leiðsla og næmingur
kunnu samstarva í einum
toymi, og har øll lurta hvør
eftir øðrum, og hetta verður
tikið til eftirtektar, og øll vita
hvør av øðrum, eisini so at
serlærarin kann fyrireika seg
til tað komandi tilfarið.
Mugu keypa
sær stuðul
– Eingin annar enn tit for
eldur kunnu hjálpa tykk ara
børnum.
Keypið
teim um
telduútgerðina og keyp ið
teimum ein stuðul, um tit
hava møguleikar til tað,
so skulu vit royna at læra
tykkum, stuðulin og næm
ingin at arbeiða við hes
um
teldutillagaða
tilfari,
so børnini megna heima ar
beiðið.
Men gerið kortini eitt
gallróp. Tað nyttar lítið at
kæra, tí eingin kærustovnur
er settur enn, hóast fólka
skúla lógin mælir til hetta.
Í einum áliti ella til mæli
um ábyrgdarbýtið viðvíkj
andi skúlabørnum við ser
lig um tørvi frá 2006 stend
ur, at kærunevnd eigur at
verða stovnsett, at setanar
viðurskiftini hjá stuðlum
í fólkaskúlanum eigur at
verða broytt, og at setast
skal
samstarvsnevnd
at
sam skipa tilboð til børn við
serligum tørvi. Tey nevna
eisini, at tørvur er á 6.35 mil.
afturat. Men allir stuðlar
eru jú settir úr starvi, og við
ongari kærunevnd ber illa til
at kæra til tann, sum hevur
sett allar sparingar í gongd.
– Hetta var so úr einum til
mæli, sum ein nevnd gjørdi,
fyri at betra um korini.
Hvussu nógv slík tilmæli
liggja ikki goymd í skuffum
og samla støv, og tey hava
helst kostað fleiri milliónir,
sigur Hallgerð Arge Hansen.
Kompetansusentrið
Hon var í øðrum ørindum í
Århus, og har hoyrdi ehon
um eitt kompetansusentur
fyri næmingar í miðdeildini,
sum høvdu fingið tillutað ein
telduryggsekk. Næmingar á
hesum sentri vóru savnaðir
úr allari kommununi. Teir
fingu undirvísing í at brúka
telduryggsekkin, og teir ar
beiddu við ymiskum evnum,
og tá ið hon var har, arbeiddu
teir við evninum tónleiki.
Tað var eitt sindur ymiskt,
hvussu leingi teir vór á
sentrinum, summir flokkar
vóru tveir mánaðir og aðrir
styttri, men nú dugdu teir
sjálvir at taka sær av heima
arbeiðnum.
– Hetta er nakað av tí,
sum vit royna, men okkara
børn koma bara eina ella
tvær
ferðir
um
vikuna
nakrar fáar tímar, og tí mugu
vit eisini hjálpa teimum
við heimaarbeiði. Men ein
dagskúli í ein mánað til
hvønn flokkin kring landið
av hesum næmingum, sum
høvdu fingið ein teldu rygg
sekk, hevði gjørt øgiligan
mun, serliga um næmingarnir
eisini høvdu fingið hjálp,
sigur Hallgerð Arge Hansen.
Smarttalvur
– Nú so nógvir skúlar hava
keypt
smarttalvur
við
kanón og teldu til hvørja
stovu, hevði tað verið smart,
um teir eisini høvdu keypt
ein telduryggsekk til hvørja
stovu, tí nógv av forritunum
kunnu vera hent til allan
flokkin, og hjá næmingunum,
sum halda seg lesa ov seint,
kann tað at skanna tekst og
fáa tekstin lisnan upp vera
ein góður møguleiki.
Í felagnum Skrivi/lesi
veik síggja tey týðuliga, at
megin parturin av teimum
næm ingum, sum hava fingið
hjálp frá teimum, hvørki
mangla vit ella skil, men tey
hava fingið skeiva fótin inn
um skúlagátt, og sjálvsálitið
hjá teimum er farið í sor.
Byrjanarundirvísingin hev
ur verið ov grunn, og skúlin
hevur ikki havt góðar møgu
leikar at taka hond um tann
einstaka næmingin, ser liga
tá ið flokkurin hevur ver ið
stórur og sera ymiskt saman
settur.
Øðrvísi byrjanar
undirvísing
Nógvir
barnagarðar
gera
nógv burtur bæði talimáli,
leik og spæli.
Tey taka nógvar myndir
av børnunum, meðan tey
eru virkin og skriva um hetta
virksemið og geva børnunum
hetta heim við. Hetta er eitt
gott forarbeiði til komandi
skúlaarbeiði, heldur Hallgerð
Arge Hansen.
– Vit mugu byrja við børn
unum og teirra upplivingum
við talimáli og teksti, sum
børnini sjálv hava sagt og
gera lesitilfar saman við
teimum, tí tá fáa vit bæði
sosialiseringina og motiva
tiónina saman við. Seinni
ber til at fara inni í liðugt
gjørt tilfar. Eg havi ikki so
nógv ímóti at børn fara í
skúla sum seks ára gomul.
Men tað ber ikki til at koyra
seks ára gomul í skúla til
ta byrjanarundirvísing og
teir karmar, sum nú eru í
skúlanum. Míni ráð eru:
broytið karmarnar og broytið
hug burðin og arbeiðið nógv
meira við talimál in um, leiki
og spæli. So kanska vit um
nøkur ár við góð ari byrj unar
útbúgving kunnu fáa seks
ára gomul børn í skúla. Men
ikki við 40 børnum og einum
ella tveim um lærarum. Tað
er betri við smáum bólkum
og tveim um lærarum, so vit
fáa eygleitt børnini og givið
tí einstaka barninum gætur,
lurta eftir tí og veita tí ans, tí
missa vit børnini her, verður
trupult at fáa tey í gongd
seinni, sigur Hallgerð Arge
Hansen.
Henni dámar væl, at
Helena Dam á Neystabø nú
fer at prioritera byrjanar
undir vísingina,
Men tað kostar nógvar
pengar, nógva tíð og yrkis
føri.
Krevur nýhugsan
Nøkur foreldur hava sjálv
keypt útgerðina, og Hallgerð
Arge Hansen er fegin um, at
tey vilja børnum sínum so
væl, at tey vilja gjalda. Um
tey also hava ráð at gjalda.
Ein onnur forðing er, at
tað er torført at fáa lær ar
ar í gongd við hesa undir
vísingina, tí teir fægstu lær
ararnir kenna hesi amboð
og duga tí ikki at brúka tey.
Fyrsta stigið má tí vera at
fáa undirvíst fleiri lærarum
í hesum.
Hallgerð Arge Hansen
veit, at heilt nógvir lesiveikir
næmingar
ongantíð
fáa
nakra hjálp. Teir veikastu
næmingarnir sleppa at gjalda
rokningina.
Hon heldur lítið um, at
næmingar verða tiknir út úr
flokkinum ein tíma ímillum.
Fyrst av øllum ræður um at
fáa tann veika næmingin
at virka inni í flokkinum,
og at hann fær læring har.
Fær næmingurin ein KT
ryggsekk, kann hann sjálvur
sita og læra seg, tí hann fær
alt lisið upp av telduni. Hitt
koyrir bara næmingin niður,
og so kostar tað milliónir.
Men útgerðin kostar í
minsta lagi um 12.000 – til
15.000 kr. Tey ungu læra so
skjótt alt tað tekniska, nógv
skjótari enn tey vaksnu, so
er viljin at læra til staðar, eru
nógvir møguleikar.
Tað sær út sum, at henda
teldutillagaða undirvísingin
eisini er við at koma inn um
skúlagátt, men tað krevur
pengar, nýhugsan og eitt
annað
undirvísingarlag.
Helst skulu lærarar og børn
hava hesi amboðini í skúl
anum eisini.
– Nógv kann gerast uttan
øll hesi hjálpartólini, men í
dag er so øgilig framgongd
innan tøkni, og nú vit hava
arbeitt við KTryggsekkinum
fyri felagið Lesi/skriviveik
er ein sólskinssøga fyri og
onnur eftir at síggja, sigur
Hallgerð Arge Hansen.
Tað ræður um, at børnini longu frá byrjan í skúlanum fáa góða undirvísing, sigur Hallgerð Arge Hansen
(savnsmynd)
Teir lesi/skrivi veiku
næmingarnir skulu
gjalda prísin, sjálvt um
skúlin sjálvur í fleiri
førum hevur framleitt
hesar skrivi/lesiveiku
næmingarnar, tí tað
hevur ikki verið tikið
hond um teir frá fyrsta
degi av í skúl anum
Eg havi ikki so nógv ímóti at børn
fara í skúla sum seks ára gomul.
Men tað ber ikki til at koyra seks ára
gomul í skúla til ta byrjanar undir
vísing og teir karmar, sum nú eru í
skúlanum