mikudagur 30. juni 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
44
Sosialurin
Vit steðgaðu
nøkrum fólkum
uttanfyri Tórsvøll
og fregnaðust,
hvussu teim
um dámdu
konsertina
Eiler Jacobsen, Havn
- Hetta var fantastiska góður
tónleikur. Men at teir hava
brúkt nógvar 10.000-tals
krónur uppá ljósið, skilji eg
ikki. Hatta hevði eg klárað
líka væl við eini lummalykt.
Steinolvur Petersen, Havn
- Tá vit komu til konsertina, hugsaði
eg fyri meg sjálvan "Harragud
hvussu skal eg orka at sita her í tveir
tímar". Men eg má siga, at hetta var
øguliga nógv betri enn væntað.
Jónleif Sólsker, Havn
- Fantastiskt! Mær dámdi
best síðsta sangin "Your
song". Eg eri so stak væl
nøgdur við konsertina.
Helena Christiansen, Klaksvík
- Mær dámdi konsertina ógvuliga
væl. Eg hoyri til tað yngra ættarliðið,
so teir síðstu sangirnir dámdi mær
best. Elton John vísti seg sum tann
sanni kunstnarin, hann er.
Fólk
vóru
væl
nøgd
Heimsklassi
Ummæli Øll kenna sangirnar hjá Elton John, so onki nýtt er undir himmalhválvinum,
tá hann trínur á pallin. men tann 63 ára gamla legendan er framvegis ein framúr góður
sangari og eitt flogvit á klaverinum. Sir Elton John sat stúttur í tveir og ein hálvan tíma við
tangentarnar á Tórsvølli týskvøldið, og smílandi knassin var allar pengarnar verdur