mikudagur 30. juni 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 30. juni 2010 · Nr. 101
Sosialurin
Lagt til rættis: Inna Tørnroos
Annleyg Sámalsdóttir,
Vestmanna
- Eg eri gamal Elton-fjeppari,
so mær dámdi væl. Teir fystu
sangirnar hevði eg ikki hoyrt
fyrr. Favoritturin má nokk
sigast vera "Your song".
Maibritt, Tórhild, Jóhanna Maria
og Eilif. Langasandur
- Konsertin var ótrúliga góð. "Your song" var bestur.
Hjørdis Maria, Ísland
- Nú fari eg beint heim at
taka allar mínar gomlu Elton
John-fløgur fram aftur.
Konsertin var sera góð.
MC Restorff, Havn
- Elton John havi eg hoyrt, líka síðani
eg var lítil, og nú tá hann var her við
føturnar á okkum í Føroyum, helt eg,
at eg skuldi fara og lurta. Vit gjalda jú
nógvan pening fyri at fara til London
á konsertir. Hann dugir sera væl.
á Tórsvølli
Uni Arge
Onkur prædikumaður bað inni
liga til Várharra um, at mjørki,
ódn arveður og kanska eisini øska
úr onkrum jøkli skuldi leggja flog
ferðsluna lamna, so Elton John
ikki fekk lent í Vágum. Tá flog
farið við bretska sangaranum
nærk aðist Føroyum, sást ikki ein
mjørkaflóki nakrastaðni, svávul
rok var onki, og sólin stóð hægst
á himni. Várharra setti sum vant
ongan eftir, og Elton John kom
tíbetur til Føroya í øllum góðum.
Eini 6.000 fólk vóru komin
saman á Tórsvølli at síggja mann
in spæla, sum fyrstu ferð steig
á altjóða tónleikapallin í 1970,
og sum í somu løtu fekk við ur
kenning frá teimum, sum í átta
ár frammanundan høvdu koll
velt popptónleikin. John Len n on
segði í 1970, tá The Beatles vóru
givnir, at tað einasta nýggja ljóð
ið, ið veruliga segði honum nak að,
var ljóðið hjá Elton John, tá hann
sang "Your Song."
Hansara meting var rættiliga
neyv, tí á Tórsvølli kl. 21.30 í 2010
hevði "Your Song" hjá Elton John
somu gandakendu ávirkan á
áhoyrararnar sum 40 ár framm
anundan. "Tú kanst siga við øll,
at hesin sangurin er til tín," sigur
Bernie Taupin í "Your Song," og
orðini fingu ikki sørt av kraft, tá
hugsað varð í huga, hvussu sum
mi gjørdu sær fyri skommum
undan konsertini og vónaðu, at
onki pláss var til Elton John í
Føroyum.
Maðurin og klaverið
Elton John kom til Føroya at
syngja og spæla klaver. Ongin
guitaristur var við honum, ongar
trumm ur vóru á pallinum, og ong
ir kórsangarar hjálptu honum. Av
og á hoyrdust nakrir strúkarar,
ið løgdu seg aftrat røddini og
klaverinum og góvu ljóðmyndini
fyllu. Summi hildu strúkararnar
vera sukursøtar, men yvirhøvur
var tað í lagi, at einsamalli
maðurin við væl ljómandi klaver
ið av og á fekk ósjónligt fylgispæl
úr hátalarunum.
Ein vanligan týsdag, tá tú
fert av húsum at lurta eftir
Elton John, hugsar tú ikki so
gjølla um, hvat er í væntu. Tú
veitst bara, at tann mannin
mást tú hoyra. Tá tú so stendur
á Tórsvølli hálvsentimentalur
og bíðar eftir elefantinum, og
hann brádliga trínur fram á torg,
savnast øll tónleikasøgan í ein
um klumpi í tínum brósti, og tú
skilir, at garpurin, sum alt lívið
fylti títt høvd við tónleikaligum
klassikarum, sanniliga stendur
mitt í tínum heimbýi.
Í sjálvum sær er tað nóg stórt.
Pall urin kann vera svartur ella
grøn ur, og hann kann venda
suður eftir
ella
eystureftir.
Alt sovorðið er líkamikið, tá
høvuðspersónurin hevur selt 250
millión ir plátur og ongantíð er
dott in av altjóða tónatindinum
í 40 ár. Sjálvur segði Elton John,
tá hann var komin á pallin, at
hann hevði aldrin trúð, at hann
skuldi spæla í einum landi sum
Før oyum. Men har setti hann seg
so á sín eyðkenda hátt handan
klaver ið við einum stórum smíli.
Røddin og spælið
Elton John eigur so nógvar
klassikarar at rista úr ermuni,
at hann kann altíð fáa fólk at
syng ja við á eini konsert. Sangir
sum "Daniel," "Nikita" og "Rocket
Man" eru heimshitt, ið øll kenna.
Sjálvur havi eg ongantíð av álvara
sveim að fyri sangum sum hesum
hjá Elton John. Teir byrja væl og
ljóða væl, men onkursvegna eru
teir ov eins allan vegin. Tá dámar
mær betur "Your Song," Goodbye
Yellow Brick Road" og "Sorry
Seems To Be The Hardest Word."
Teir fara undir húðina.
Á Tórsvølli var ein sangur
sum "Rocket Man" tó ein stór
upp living, tí í honum vísti Elton
John síni framúr góðu evnir
sum klaverboksari. Hann er so
rútmisk ur og uppfinnsamur á
tangen t unum, at tú kanst ikki
annað enn undrast, tá hann flýg
ur avstað, og sum sangari er hann
framvegis øgiligur. Fáur í heimi
num stendur Elton John kurl, tá
hann hann av álvara rullar seg
út framman fyri mikrofonini.
Røddin er rock 'n' roll, klokkuklár
og kraftmikil sum brim ein
ódnardag, og á Tórsvølli viknaði
hon ongantíð. Hon bara mentist.
Spurnningurin er, um onkur
hevði tutlað Elton John í oyrað,
at hann var fordømdur, áðrenn
hann steig á land í Vágum.
Áðrenn hann spældi "The Ballad
of the Boy in the Red Shoes,"
kunngjørdi hann, at sangurin
var um ein dansara í New York,
sum fyrst í áttatiárunum doyði
av AIDS. Stjórnin hjá Ronald
Reagan gjørdi onki við sjúkuna, ið
júst tá var komin undan kavi, og
tað var stór skomm, kunngjørdi
Elton John opinskáraður undir
føroysku summarsólini.
Áskoðarar reistust
Annars
segði
hann
ikki
nógv í mikrofonina. Var ikki
yvirstreymandi lukkuligur um
at síggja okkum øll og rósti ikki
føroysku náttúruni meira enn
enn einaferð, og tá meinti hann
tað. Hann leveraði sína vøru á
professionellan hátt. Spældi fyrst
ókendar sangir, og tann fyrsti
heilt kendi sangurin var "Daniel."
Síðan kom "Don't Let the Sun
Go Down On Me," og tá sungu
fólk við. Og so komu teir allir,
"Rocket Man," "I Guess That's
Why They Call It the Blues,"
"Sacrifice," "Someone Saved My
Life Tonight," "Nikita" og "Candle
In The Wind."
Onkur nýggjur sangur var
eisini á skránni. "You're Never
To Old To Hold Somebody,"
ið kemur út seinni í ár, minti
áhoyrarafjøldina á, at maðurin
á pallinum er ikki heilt ungur
longur. Í mars fylti hann 63 ár, og
um hann gavst at spæla í morgin,
hevði tað ongan mun gjørt fyri
hansara eftirmæli. Hann hevði
farið í søguna sum ein tann best
umtókti tónleikarin nakrantíð.
Men Elton John hevur framvegis
nógv at geva heiminum. Spælið
og røddin eru topptunað, hugurin
tykist vera góður, og fólki dámar
hann.
Ímóti endanum á konsertini
sang hann "I'm Still Standing." Tá
reistu øll á áskoðaraplássunum
seg
fyri
poppkonginum,
og
hesa flottu sjón hevði hann
hjartaliga uppiborið aftur fyri
eina frálíka konsert og eina
legendariska karrieru. Eina tøkk
hevur Five Star Entertainment
eisini uppiborið fyri at gera
føroyska summarið ríkari við
heimsnøvnum sum Bryan Adams
og Elton John. Nú fer at líða væl,
at Paul McCartney og Rolling
Stones fara at duna millum húsini
í Havn.
uniarge@gmail.com