fríggjadagur 2. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mánadagin 5. juli verður
Hugo Fjørðoy í Sørvági 85 ár.
Hugo er ein vælkendur
vinnulívsmaður.
Umframt
at hava verið handilsmaður
og reiðari var hann ein av
teimum, sum legði lunn ar
undir regluligu rutu flúgv
ingina til og úr Føroyum.
Hugo er sonur Marionnu
Haraldsen og Joen Paula
Haraldsen, vanliga nevnd
Marianna í Stórustovu og
BirtuPalli. Hugo er tann
yngsti av fýra systkjum.
Hann og elsta systurin Irena,
sum eisini býr í Sørvági, liva
eftir, systurin Torborg og
bróðurin Kissa eru farin.
Pápin BirtuPalli fór heilt
ungur til skips og var skipari
stóran part av ævi síni. Hann
førdi millum annað sluppina
Oscar, sum hann keypti í
1922. BirtuPalli andaðist í
Keypmannahavn 50 ár gamal
í 1939, tá var Hugo bert 13 ár.
Marianna førdi virkið víðari
eina tíð. Hon andaðist í 1976,
85 ára gomul.
Hugo giftist í 1949 við
Margret Thomsen, dóttir
Jógv an
Elias
Thomsen,
reið ara úr Sandavági, og
Helenu Thomsen. Margret
og Hugo fingu børnini Majly
og Jógvan. Majly er gift til
Miðvágs og Jógvan er giftur
og býr í Kastrup. Hann er
flogskipari hjá Atlantic.
Lívstarvið hjá Hugo hev
ur verið fjølbroytt. Hann
fekk sær handilsútbúgving
í Danmark í árunum 1946
48. Tá hann kom heim aft
ur, bygdi hann sær stór
hús úti á Ísakstrøð niðri á
Síla tanga í Sørvági. Í mið
hædd ini innrættaði hann
keyp manshandil við flestu
vørum – eisini klædnavørum.
Kjallarin var gjørdur so
høgur, at hann kundi brúkast
til fiskakjallara. Sjálvi hava
Margret og Hugo øll árini búð
í ovastu hædd av húsunum.
Har búgva tey enn.
Keypmanshandilin, sum
hann hevði frá frá 1950
1984, var bert ein partur av
virk seminum hjá Hugo, tí
hann fekst eisini við salt
og
klippfiskaframleiðslu
og hevði eisini eitt stórt
pakk og turkihús úti á kaj
uni í Sørvági vanliga nevnt
”Hugosa
Pakkhús”.
Salt
fiskatrolararnir Tindhólmur
og Jógvan Elias Thomsen
plagdu at landa fiskin í Sør
vági. Hugo var sjálvur reiðari
á Tindhólmi.
Hugo hevur eisini verið
uppi í nógvum øðrum vinnu
ligum virksemi í Sørvági sum
t.d. í nevndini í P/F Vesturvón,
P/F Flogsamband og øðrum
nevndum við. Hann hevur
eisini verið við til at stovna
Vága
Vinnufelag.
Hugo
var eisini ein av teimum
sum stovnaðu Lions Club í
Vágum.
Tað,
sum
Hugo
er
mest kendur fyri,er hans
ara lutur í føroysku flog
ferðsl uni. Saman við Lars
Larsen legði Hugo lunnar
undir flogferðsluna í Før
oy um
fyrst
í
60unum.
Teir
samstarvaðust
tey
fyrstu árini við Flogfélag
Is lands og stovnaðu sjálvir
ferðamannafyritøkuna
Flogfelag Føroya í 1963. Hugo
stóð fyri virkseminum hjá
felagnum á flogvøllinum,
með an Lars tók sær av at
selja ferðaseðlar o.ø. í Havn.
Tað hendi seg meira enn
so, at tað var stórur tørvur á
at fáa innivist til flúgvarafólk,
sum ikki sluppu avstað vegna
veður. Tað eydnaðist at fáa
sørvingar at leggja hús til,
so øll fingu innivist. Hesin
tørvur hevur eisini gjørt tað,
at Hugo og Lars bygdu Hotel
Vágar beint við flogvøllin.
Eisini bygdu teir ein hangar
á flogvøllinum. Í dag er
flogvøllurin og Hotel Vágar
stór arbeiðsplass í Vágum,
so her hevur verið hugsað
langt. Ferðavinnan tykist
eisini at fáa alt størri týdning
í Føroyum. Hugo starvaðist á
Flogfelag Føroya líka til hann
fór frá fyri aldur.
Hugo hevur eisini verið
virkin í kommunalpolitikki.
Hann var limur í sóknar
stýri num í Sørvági í 12 ár
frá umleið 19581970 og var
eisini formaður mong ár. Tað
er hesari tíðini, at sørvingar
fingu nýggjan skúla og eisini
skúlatannlækna, sum var
sera sjáldsamt í Føroyum.
Hugo er ikki ein maður,
sum ger nógv burturúr sær
sjálvum, men honum hevur
altíð dámað væl at práta við
fólk, og hann kom at kenna
nógv fólk, tá hann arbeiddi á
flogvøllinum.
Dagurin
verður
hildin
sam an við børnum og barna
børnum.
red
Hugo Fjørðoy 85
Andlát
29. juni andaðist Levi Gerðisheim, ættaður úr
Klaksvík, búsitandi í Hvalba, 85 ára gamal.
Kistan við levi Gerðisheim fer úr
kapellinum á tvøroyra sjúkrahúsi
fríggjadagin 2. juli kl. 17.00
Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju,
leygardagin 3.juli kl. 13.00
Vegna tey avvarðandi
Ingrid
Tøkk
Hjartans tøkk til øll sum vístu samkenslu
og hjálpsemi tá góða mamma, omma og
langomma okkara Aska Maria Jensen doyði
og varð jarðað. Ein serlig tøkk til tykkum á
Tjarnargarði og E3 fyri umsorgan. Takk til
prestarar fyri troystarrík orð, fyri peningagávu
til sclerosefelagið og til tykkum, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíladarstað.
Familjunar vegna
Lilja
Í sambandi við at vit mána
dagin 28. juni skrivaðu um
veðurmann okkara Petur
Skeel Jacobsen, sum fylti 85
ár, var okkurt komið skeivt
fyri.
Í greinini stendur, at
mamm an doyði á bar sils
song við Peturi Skeel, tað eri
ikki rætt. Tað var omman
sum doyði á barsilssong tá
pápi Petur, Mourits, varð
føddur.
Eisini stendur at Petur
vaks hjá Peturi Skeel Nolsøe
í Kaldbak, tað er heldur ikki
rætt. Tað var eisini pápin,
sum vaks upp hjá Peturi
Skeel Nolsøe.
Vit biðja orsaka mis
takið.
red
Rætting