Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 14 Sosialurin Føðingar 17. juni fingu Tóra Winther Reinert og Domenico Stefania eina dóttur á sjúkrahúsinum í Tønsberg í Noregi. Dótturin hevur fingið navnðd Freya Loredana Winther Stefania. Hon var 48 cm long og vigaði 3545 gram. 21. juni fingu Tina Niclassen og Bárður Thomsen úr Tórhavn ein son á Hvidovre Hospital. Hann var 46,5 cm langur og vigaði 2050 gr. 21. juni fingu Alice Hofgaard Sørensen av Tvøroyri og Ingi Hansen úr Vági, búsitandi í Svendborg, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3110 gr. 24. juni fekk Ísak ein lítlabeiggja, sum eitur Kristoffer. Foreldrini eru Kristine og Thomas Ander­ sen, Århus. 25. juni fingu Alice og Jónhard Frederiksberg, Skála, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3250 gr. 27. juni fingu Tóra Jacobsen og Jákup Egholm, Streymnesi, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 29. juni fingu Elsa Maria og Jógvan í Beiti, Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3300 gr. 29. juni fingu Gudrun og Steinbjørn Zachariassen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3500 gr. Nøvn Hósdagin 1. juli fylti Hendrik Rubeksen, fyrrverandi løg­ reglumaður í Havn, 70 ár. Hendrik byrjaði sum politistanæmingur í Keyp­ mannahavn 1. januar 1963. Eftir lokna útbúgving varð hann settur sum politistur í Havn. Tann 1.august 1977 varð hann settur sum vakt­ arleiðari í Havn, og frá 1. mai 1984 var hann dagligur leiðari á avgreiðsludeildini. Hendrik hevur verið virkin í felagslívi, bæði í ítróttini og losjuni sum skrivari í Stór­ losjuni og formaður fyri Temp ulriddaraordanin. Hann var landsformaður fyri IOGT í 10 ár. ­red Hósdagin 1. juli fylti Johannes M. Jacobsen í Havn, vanliga nevndur Hannis, 75 ár. Hannis arbeiddi í mong ár hjá Frants Restorff, har hann stóð fyri framleiðsluni á bommvirkinum. Seinni gjørd ist hann dagligur leiðari á Bókamiðsøluni, til hann fór frá fyri aldur. Hann var ein av stovn­ arunum av hond bólts felag­ num Kyndli og hevur verið virkin í felagnum bæði sum leikari og í nevndini. ­red Johannes Jacobsen 75 Hendrik Rubeksen 70 Prógv Hósdagin 24. mai 2010 fekk Jóhanna Rasmussen Kollafirði prógv sum kandidat í jarðalisfrøði á Uni­ versi tetinum í Keypmannahavn. Prógv Ívar Poulsen, Tórshavn, hevur tann 1. juli fingið handað prógv sum skipsførari frá SIMSC í Svendborg. Prógv 2. juli varð Benthe Sikivat Andersen, Tvør­ oyri, skips førari frá Maersk í Svend borg. Í sambandi við at Arnfinn Poulsen hevur starvast í Eik Banka í 50 ár, var al­ menn móttøka hósdagin 1. juli í høvuðssætinum hjá bankanum yviri við Strond. Arnfinn byrjaði í Føroya Sparikassa 1. juli í 1960. Hann hevur arbeitt har øll árini síðan og gevst eft ir ætlan fyrst í august í ár. Arnfinn var 17 ára gamal, tá hann byrjaði sum lærlingur í Sparikassanum í Sverrisgøtu, har Albin Bærentsen var stjóri. Hesi 50 árini hevur hann verið við í allari tilgongdini frá átta starvsfólkum til yvir hundrað og frá vanligum skrivimaskinum til fram­ komnar teldur. Í sambandi við 50 ára starvsdagin fekk Arn finn Dronningens Fortjenst­ medalje fyri trúgva tænastu. Arnfinn 50 ára starvsdag Hósdagin var almenn móttøka í Eik Banka í sambandi við 50 ára starvsdagin hjá Arnfinni Poulsen Mynd: Álvur Haraldsen