Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 Sosialurin Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður Stýrislimirnir í Húsaláns­ grunn inum skulu til eina og hvørja tíð stýra og fáa Húsalansgrunnin at virka sambært tí løgtinglóg, sum Løgtingið hevur samtykt um grunnin. Samstundis skal samsýningin til stýrið vera rímilig, bæði við atliti at arbeiðsorku og við atliti at, hvat onnur líknandi stýrið fáa Seinastu dagarnar hevur Miðflokkurin skuldsett lands­ stýrismannin í fíggjar málum fyri at fremja valdsmisnýstlu við at velja flokskammeratar í almennan grunn við feitari løn. Hesar skuldsetingar eru púrasta burturvið og mugu tí staðiliga afturvísast. Niðanfyri verður givin ein stutt frágreiðing um grund gevingarnar fyri at skifta meirilutan í stýrinum út og reguleringini í stýris­ samsýningini. Húsalánasgrunnurin er ein stovnir undir land­ in um, hvørs virksemið er regu lerað við løgtingslóg. Landsstýrismaðurin í fíggjar­ mál um hevur Húsaláns­ grunn in sum málsøki og hevur sostatt eisini ábyrgd­ ina av, at grunnurin til eina og hvørja tíð virkar sam bært galdandi lóggávu. Stýr ið fyri Húsalánsgrunnin skal tí eisini til eina og hvørja tíð stýra grunninum sam bært tí løgtingslóg, sum Løg tingið hevur samtykt um Húsa­ lánsgrunnin. Áðrenn nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð sam­ tykt í Løgtinginum, gjørdi fyrrverandi stýrið greitt, at tað fór ikki at bera til at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lógini. Tá nýggja lógin um Húsa­ lánsgrunnin varð sam tykt var tí ikki annað at gera, enn at skifta meirilutan í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin út. Ongin fer at geva nøkrum ábyrgdina at loysa eina uppgávu fyri seg, tá viðkom­ andi frammanundan boðar frá, at hetta fer ikki at bera til. At vera stýrislimur í Húsalángrunninum er ikki nøkur vanlig starvssetan, men ein álitissessur. Tí kunnu stýrislimir til eina og hvørja tíð verða skiftir út, um landsstýrismaðurin ikki longur hevur álit á teimum. Miðflokkurin sigur eisini, at orsøkin til at tveir limir í stýrinum vóru skiftir út, er, at vrakaðu limirnir vóru ikki politiskt samdir við lands­ styrismannin. Hetta kenni eg einki til. Hvørja polit­ iska fatan stýrislimirnir í Húsalánsgrunninum hava er fullkomiliga líka mik ið. Stýrislimirnir í Húsa láns­ grunn inum hava eina greiða upp gávu, teir skulu stýra grunninum og fáa grunnin at virka sambært tí løgtingslóg, sum Løgtingið hevur samtykt um Húsalánsgrunnin. Nýggju stýrislimirnir eru valdir, tí teir vera mettir at vera væl skikkaðir at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lóg ini og endamálinum. Tann eini hev­ ur fyrr verið stýris formaður í Húsa láns grunn inum og hevði tá líkn andi ambitiónir við orkulánum. Hin limurin er valdur, tí hann hevur stóra fakliga vitan og drúgvar royndir á orkuøkinum. Tað eru fleiri grund gev­ ingar fyri at regulera føstu samsýningina til stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Nýggja lógin um Húsalánsgrunnin er ein rammulóg, sum stýrið fyri Húsalansgrunnin skal fáa av virka við m.a. at gera uppskot til kunngerðir og aðrar reglur. Hetta verður ein stór arbeiðsuppgáva hjá stýrinum, serliga tað fyrsta árið. Tað hevur annars alla­ tíðina verið ætlanin at hækka samsýningina til stýr ið fyri Húsalánsgrunnin, tá ið grunnurin fekst at virka aftur. Stýrið fyri Húsa láns­ grunnin hevur síðan 2003 javnan søkt um at fingið hækkað føstu samsýningina, men svarið hevur allatíðina verið, at einki verður gjørt við føstu samsýningina, so leingi arbeitt verður við at fáa grunnin at virka aftur. Nú Húsalánsgrunnurin fer at virka aftur er fasta sam sýningin til stýrið regu­ lera soleiðis, at hon verður á leið tann sama sum stýrið fyri líknandi grunnar og stovnar hjá landinum fáa. Realurin er tann stovnurin hjá landinum, sum líkist Húsalánsgrunninum mest, har er fasta mánaðarliga stýrissamsýningin góðar 21.000,­ kr. Fasta mánaðarliga samsýningin til stýrið fyri Húsalánsgrunnin á 16.000,­ kr. er tí nakað minni enn fasta samsýningin til stýrið fyri Realin. Fasta samsýningin til stýrið fyri Húsalánsgrunnin skal endurskoðast aftur um eitt ár. Stýrisvalið og samsýningin til stýrislimirnar í Húsa láns­ grunninum er væl grundað Í seinnu helvt av nítiár­ un um fór eg eina ferð til Álands fyri Dag og Viku at vera hjástaddur, tá álendska sjálvstýrið fylti runt og dag­ urin skuldi hátíðarhaldast. Tað var Norðurlendska ráð­ harra ráð ið, ið beyð nøkrum norður lendskum fjølmiðlum til Álands. Sjónvarpið var ein­ asti føroyski fjølmiðil, ið varð boðin við, og hinir norður­ lendsku vóru á sama hátt útvaldir: NRK í Noregi, SVT í Svøríki og YLE í Finlandi. Norðurlendska Ráðharraráðið man hava hild ið, at tað var neyðugt at gjalda fyri ferðina, so stóra há tíð ar haldið kundi fáa um røðu uttan fyri Áland. Ferðin til Álands rann fram fyri meg, tá ferðin til Brúss el gjørdist umrøðuevni í fjølmiðlunum. Vit høvdu ikki lent í ES høvuðsstaðnum, tá Dimma visti at siga, at Jørgen Niclasen hevði keypt sær fjøl ­ miðlaumrøðu. Dimmu á baki kom Útvarpið við somu niður­ støðu. Mun ur in á Dimma­ lætting og Útvarpinum er, at út varps fólkini eru partur av somu tíðindadeild í Kring­ varp inum, sum hevði sent meg til Brússel. Nú skal tað ikki skiljast soleiðis, at eg havi nakað ímóti, at tíð inda­ redak tiónin í Útvarpinum tekur málið upp. Men var eg í teirra stað, hevði eg spurt, um Jørgen Niclasen hevði keypt sær fjølmiðlaumrøðu, áðrenn eg gjørdi tað til ein “sannleika”, sum umrøðan varð bygd á. Undan ferðini til Brússel hevði eg fleiri ferðir havt granskingarsáttmálan FP7 til umrøðu í Degi og Viku. Og einaferð, tá tað var komið so langt, at undirskrivingin var í ljósmála, spurdi Jørg­ en Niclasen meg, um Dag ur og Vika fór at vera í Brúss el í samband við undir skriv ing­ ina. Eg segði, at tað væntaði eg ikki. Hugsaði, at tá vit á Degi og Viku ikki vóru til so týðandi tiltøk sum veðurlagsfundin í Keypmannahavn í desember, ikki vóru á áhugaverdu tøkni­ ráðstevnuni framman und an um grøna orku og heldur ikki vóru í Reykja vík 25. apríl í fjør til týdn ingar mesta altingsvalið í Ís landi í nýggjari tíð aftaná mótmælini og stóra skrædlið har – ja, so fóru vit neyvan til Brússel heldur. Jørgen Niclasen nevnir við meg, at Uttanríkisráðið kundi goldið ferðina og uppi haldið, um Dagur og Vika hevði hug at vera við. At hann nevndi tað við meg, hevur neyvan verið at aðrari orsøk enn at eg hevði havt málið frammi í Degi og Viku. Jørgen Niclasen segði ikki, at hann vildi hava meg við, og boðini frá mær til redaktións­leiðsluna, tá eg kom aftur úr Tinganesi, vóru, at Jørgen Niclasen hevðí boðið Degi og Viku til Brússel. Hinvegin var tað ikki so løgið, at eg fór. Eg hevði jú arbeitt við málinum. Umframt undirskriv ing ­ ina av sáttmálanum sá eg í ferð ini møguleikan at fáa nakr ar nýggjar myndir úr Brúss el, myndir, sum mynda­ savn okkara so harðliga hevði brúk fyri. Býurin Brúss el og umhvørvið, har ES held­ ur til, er ikki so lítið broytt síðani Edmund Joen sen í síni løgmanstíð var á ES høv uðs­ borgini við Høgna Hoydal í hølunum. Høgni var tá tíðinda­ maður á Degi og Viku. So gaml ar vóru tær “nýggjastu” myndirnar í savni okkara av Brússel. Líka til tann hósdagin 3. juni, tá vit við góðari hjálp frá Uttanríkisráðnum og frynt ligum fólki á før oysku sendistovuni spel aðu ígjøgnum býin og royndu at fáa sum mest av mynd um í kassan, áðrenn klokk an gjørdist trý og FP7 ­ gransk ingarsáttmálin ­ skuldi undir skrivast. Áðrenn vit fóru, gjørdi eg Uttan ríkisráðnum greitt, at vit sjálvsagt arbeiddu púra óheft – og um vit ikki gjørdu tað, so fóru vit ongan veg. Tað skuldu vera greiðar linjur, tí eg fór ikki at seta trúvirðið uppá spæl ­ hvørki tað hjá Kringvarpinum ella mítt egna. Kravið varð góðtikið treytaleyst. Kjarnin í málinum Nú eru vit so komin til kjarnina í málinum. Eg haldi, at Kringvarpið átti at farið til Brússel ­ og átti sjálvt at borið kostnaðin. Eingin ivi um tað. Men hvat geri eg, tá Kringvarpið ikki ger tað og ikki fer avstað, hóast journalistiskar orsøkir tala fyri at fara? Røkja vit okkara skyldur betur, tá vit sita heima, enn tá vit taka av tilboðnum um at fáa ferðina goldna, so hyggjarar okkara síggja og hoyra tað, ið fyriferst? Hevur Jørgen Niclasen keypt sær umrøðu, má eg vera tann, ið havi selt honum hana ­ við vælsignilsi frá leiðsl uni á Tíð inda deildini í Kring ­ varpinum. Men eg síggi heilt øðrvísi upp á tað. Eg haldi, at Uttan ríkis ráðið gav Kring­ varpinum og mær møguleikan at veita mínum hyggjarum eina tænastu, sum teir annars ikki høvdu fingið. Eg haldi, at tey, ið finnast at avgerðini um at lata Uttan­ ríkisráðið gjalda ferðina til Brússel, annaðhvørt tað er Dimmalætting, tíðinda redak­ tiónin í Útvarpinum, felagið Føroysk fjølmiðlafólk, Sjúrður Skaale ella John Johannessen, áttu at viðgjørt spurningin líka tráliga, um tað ber til at hava ein public service stovn sum Kring varpið við journalistum á eini tíðindadeild, sum noyð ast at sleppa endanum, tá søgurnar røkka út um land oddarnar. Á sama hátt lands stýris­ kvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sum finst at avgerðini, men einki sigur um umstøðurnar, sum gera, at tíðindafólk mugu sita heima, tá tey átttu at farið og verið til stað ar. Seinasta dømið er ríkis fundurin í Skagen. Eigin før oyskur fjølmiðil var á nógv umrødda tíðindafundinum aftaná, hóast stórmál sum stjórn arskipan Føroya og hvala veiða høvdu verið til við gerðar. Tað sigur alt um arbeiðs umstøður okkara í tí fjøl miðlinum, sum lands­ stýri skvinnan hevur evstu ábyrgdina av. Kjakið um hvør rindar fyri hvønn og trúvirði í hesum sambandi er minst líka gam alt, sum eg sjálvur eri í journalistikki. Og niður støðuni eri eg samdur í: Vit skulu ikki lata onnur gjalda, men fara og sjálvi gjalda, tá journalistiskar orsøkir tala fyri, at vit fara. Men fara vit so, tá orsøk er at fara? Nei, tíverri, og tað er her, kinkur kemur í. Kringvarpið átti ikki at verið farið til Brússel og latið Uttanríkisráðið goldið, siga Sjúrður Skaale, Helena Dam á Neystabø og John Jo hannessen. Hetta eru fólk, ið sita soleiðis fyri, at tey kunnu gera mun tá um ræður at skipa soleiðis fyri, at tað ber til at arbeiða sum journalistur her á landi. Trupulleikin er ikki nýggj ur. Tað veit John Jo­ hannes sen, ið, meðan hann arbeiddi á Degi og Viku, var á vesturstrond Skotlands saman við leiðsluni á SEV og hugdi at alduorkuverkum. SEV rindaði ferðina ­ eisini fyri John. Bogi Godtfred Tá Bogi fór til Brússel