fríggjadagur 2. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
12
Sosialurin
Kjak
Til min store overraskelse
har man afvist at offent
liggøre mit indlæg om det
fremsatte lovforslag til en
ny færøsk forfatning med
den begrundelse, at indl
æget er skrevet på dansk
og ikke på færøsk. Jeg har
færøsk studentereksamen
og kan godt til husbehov
magte det færøske skrift
sprog, men skal de nød
vend ige nuancer og den
nødvendige slagkraft til,
er det naturligt at bruge
det sprog, man betjener
sig af i det daglige.
Jeg har forstået, at det
er bladets ledelse, der er
mester for denne restrik
tion, der fore kommer mig
ganske meningsløs, men
retligt set ikke er i strid
med
ytringsfriheden.
Dog må man med rette
hævde, at det snerper i
retning af at lade hånt
om ytringsfriheden rent
faktisk.
SOSIALURIN, der ikke
er hoppet i Dimmalættings
gryde, har indvilget i at
bringe mit indlæg om
lovforslaget til ny færøsk
forfatning og tak for det.
PS: Hvis Dimmalætting
afviser dette ÅBNE BREV
hører alting op.
Erik Ludvigsen
Klosterjordet 6
Aalborg
Åbent
brev
Miðflokkurin átalar skeivu
framferðina hjá lands stýris
manninum við fíggjarmálum,
nú hann í úrtíð hevur skift
tveir nevndarlimir í Húsa
lánsgrunninum út.
Landsstýrismaðurin sig
ur orsøkina vera, at vrak aðu
nevndarlimirnir
ikki
eru
politiskt samdir við hon
um um, hvussu Húsa láns
grunnurin eigur at skip ast
í framtíðini. At ein lands
stýrismaður sigur fólki í al
menn um álitisstørvum upp,
tí tey eru ósamd politiskt, og
síðani setir partísoldatar í
sessirnar í staðin, samstundis
sum hann fleirfaldar teirra
samsýning, er onki minni
enn álvarslig valdsmisnýtsla
av hægstu rók. Framferð
landsstýrismansins gongur
ímóti
demokratiskum
kjarnu virðum sum talu og
skrivi frælsi.
Tað er ósakligt og ímóti
øllum fyrisitingarligum regl
um at geva fólki í almennum
sessum fótin, tí tey politiskt
eru ósamd við avvarandi
lands stýrismann. Og tað er
enn meiri ósakligt og gong
ur enn meiri ímóti øll um
meginreglum um góða fyri
siting, at formaður Javn
að ar floksins
velur
tveir
floks felag ar
í
fjálgu
al
mennu sessirnar í staðin.
Og meðan pensjónistar enn
eina ferð verða hart raktir
av almennum sparingum,
meðan børn við serligum
tørvi og skúlabørn sum heild
verða rakt av sparingum á
skúlaøkinum, meðan verka
fólk í stórum tali framvegis
ganga
arbeiðsleys,
avger
lands stýrismaðurin í fíggj
ar málum,
sum
eisini
er
formaður Javnaðarfloksins,
at almenna samsýningin hjá
nývaldu
partísoldátunum
skal fleirfaldast í mun til
frammanundan.
Tingmanning Miðfloksins
kann ikki góðtaka, at Jóannes
Eidesgaard á hendan hátt
misnýtir sín landsstýrissess
til at reka partapolitikk við
almennum starvssetanum,
og fer tí at heita á lands
stýris málanevndina um at
kanna allar lutir í hesum
máli.
Vegna Miðflokkin
Karsten Hansen
Bill Justinussen
Jenis av Rana
Jóannes Eidesgaard
fremur valdsmisnýtslu
Velir flokskammeratar í almennan grunn við feitari løn
Eg
mundi
fingið
kaffið
skeivt í hálsin, tá eg trýsti
meg inn á kringvarp.fo í
morg un (1. juni 2010). “1000
krabbameinssjúklingar
kundu verið bjargaðir” stóð
at lesa. Halga trý, hvussu
kann tað passa? Tað doyggja
ikki so nógv fólk í Føroyum
árliga, so hatta eru kanska
søgulig tøl fyri seinastu 2030
árini, hugsaði eg. Eitt sekund
seinni havi eg lisið meg fram
til, at talan er um donsk tøl,
og so gevur tað alt nógv betri
meining.
Men hví stendur tað so
undir innlandstíðindum?
Tá eg fari inn á Kring
varp.fo, trýsti eg altíð bein
leiðis yvir á knøttin ”Inn
an lands”,
soleiðis
at
eg
sorteri lættkeypta portal
inspireraða
telegramm
journal istikkin
og
copy
paste
journalistikkin
frá.
Tað, ið Kringvarpið skrivar
um
uttanlandsviðurskifti
er vanliga á so vánaligum
støði, at eg tulki tað sum bera
ífyllu fyri at fáa eitt sindur
av
flow
á
heimasíðuna.
Men hetta er sjáldan serliga
lesivert, tí eg havi ofta lisið
hetta aðrastaðni fyrr. Tað
er so einfalt, at Kringvarpið
hevur trupult at kappast
við útlendskir miðlar um
útlendsk tíðindi. Sjálvur lesi
eg heldur útlendskar miðlar,
um eg vil vita nakað um, hvat
hendur kring um í heiminum,
tí her eru fólk sett av til bert
at fokusera á hesi málini og
harvið fáa góðsku og góðar
vinklar inn í greinarnar.
Feskar misvísandi
yvirskriftir
Aftur til yvirskriftina. Eg
rokni við, at tað var ein
hendiligur feilur, at journal
isturin legði hesi donsku
tíðindi inn undir inn an
landstiðindi. Men vána ligar
og misvísandi yvir skriftir
eru ikki hendiligir feilir,
men nakað, ið kemur fyri
næstan dagliga. Eg kann
nevna nøkur av nýggjastu
dømunum av heimasíðuni
hjá Kringvarpinum:
•
“Njósningin fer ikki at
skaða viðurskiftini” (30.
juni 2010, Kringvarpið).
Hvørja njósning er talan
um? Hvørji lond tosa vit
um?
•
”Krevja 60 milliardir í
trygd fyri oljuleiting” (30.
juni 2010, Kringvarpið).
Hvør krevur trygd fyri
oljuleiting?
Ameri kan
ar ar? Føroyingar? Grøn
lendingar?
•
”Handilsavtala fyri 600
milliardir” (29. juni 2010,
Kringvarpið). Hvørji lond
hava undirskrivað hand
ilsavtalu? Amerikanarar?
Europearar? Kinesarar?
Hendan
yvirskriftin
stend ur
eisini
undir
”Inn an lands”. Enn eitt
hendiligt
mistak?
Í
hvussu er en ein kaffið
skeivtíhálsinløta
fyri
meg, tí við hvønn undir
skriva Føroyar eina hand
ilsavtalu fyri 600 miljard
ir?
•
”Skuldsett fyri at hava
njósnast fyri Russland”
(29. juni 2010, Kringvarpið).
Er talan um danir? Bretar?
Amerikanarar?
•
”Fíggjarætlanin
skal
skerjast eina helvt” (28.
juni 2010, Kringvarpið).
Fíggjarætlanin hjá hvørj
um? Dønum? Ís lend ing
um?
Amerikanarum?
Bret landi? Suðurafrika?
•
”Tokvanlukka kravdi 12
mannalív” (24. juni 2010,
Kringvarpið). Hvar var
hendan
vanlukkan?
Í
India? Í Turkalandi? Í
Suður afrika? Í Spania?
•
”Flóttafólk
fara
ikki
heimaftur” (15. juni 2010,
Kringvarpið). Hvør hevur
hesar
trupulleikarnar?
Danmark? USA? ES?
Eg vóni, at Kringvarpið í
framtíðini fer at gera sær
betri ómak við sínum yvir
skriftum. Tað hevur stóran
týðning fyri eini tíðindi
”hvør” hevur gjørt ”hvat” við
”hvønn”, ”hvar” og ”nær”.
Trupulleikin galdandi
fyri føroyska
fjølmiðlaheimin
sum heild
At enda vil eg viðmerkja,
at hetta við vánaligu yvir
skriftunum sjálvandi ikki
ein ans er galdandi fyri Kring
varpið. Aðrir miðlar hava
eisini misvísandi yvirskriftir.
Um hetta er av ósketni ella
fyri at lokka fólk til at trýsta
seg inn á søgurnar, kann
eg bert gita um. Tó meti eg,
at Kringvarpið hevur eina
serliga ábyrgd at veita tíðindi,
ið eru álítandi, soleiðis at fólk
ikki – sum eg – noyðast at lesa
heimasíðuna við støðugum
fyrivarnum.
Eg kann viðmerkja, at tá
eg eitt skifti arbeiddi sum
journalistur, var tað eitt
ósagt krav at levera fangandi
yvirskriftir, ið kundu selja.
Stundum datt eg sjálvur í ta
grøvina at skriva yvirskriftir,
ið vóru tambaðar dekan ov
nógv í mun til innihaldið. Eg
kann ímynda mær, at hetta
rationalið í stóran mun er við
til at skapa tær misvísandi
yvirskriftirnar, ið florera í
føroyska miðlalandslagnum
í dag.
Ein onnur orsøk til mis
vísandi yvirskriftir er, at
journalistar
stytta
yvir
skrift irnar mest møguligt.
Fyrst og fremst tí at vit vita,
at nógv fólk ikki orka/tíma
at lesa langar setningar, men
hjá bløðunum eisini so man
kann prenta tær við størri
skrift.
Við vón um bata.
Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur
Misvísandi yvirskrifta politikkur í
Kringvarpinum (og øðrum miðlum)