Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var sjálvan flaggdagin í 1992, at kallað varð til fundar á Muntra í Fuglafirði, har kunnað varð um Kyrjastein- verk ætlanina. 32 fólk vóru á fundi num, og øll fegnaðust um varðveitingarætlanina við skonn art ini. - Undan hesum fundi hevði eg frætt úr Porkeri, har skipið hevði heimstað, at eigararnir høvdu fingið upp høgg ingarstuðul, og at æt lan in var at søkkja skipið, tá fíggjar ligu viðurskiftini vóru av greidd. Tað sigur Óla Hendrik av Fløt u m, sum var maðurin, ið tók stig til verkætlanina. Váttan um keyp - Eg setti meg í samband við eigararnar og fekk frá teim- um skrivliga váttan fyri, at áhugafelag undir stovnan kundi ogna sær skipið fyri 50.000 krónur – í tí standi, tað lá við bryggju í Vági, tá øll ting lisin skuld í skipinum var avlis in. Nevnda skriv er dag- fest hin 24. mars 1992. Óla Hendrik av Fløtum sigur, at tað, sum síðan hendi, partvís hevði sína or søk í teimum vánaligu fíggjar- viður skiftunum í Føroyum hesi árini. - Meðan skipið var á bed- ing í Vági á sumri í 1992, fór skipa smiðjan av knóranum, og tí varð skipið standandi á bed ing ini tað mesta av einum ári. Hann sigur, at tá Kyrja- stein ur fleyt aftur á sumri 1993, vóru lekarnir, sum skipið varð tikið upp fyri, einki at sam meta við lekarnar, sum skip ið tá hevði fingið. Óla Hendrik av Fløt- um sigur, at teir hava nógv at takkað havna myndug- leiku num í Vági fyri, at teir hildu skipi num flótandi tær næstu vikurnar, til lekarnir tætnaðu. - Men havnar myndug- leikar nir í Vági vildu tó sleppa av við skipið – og lovaðu ilt. Um vit ikki komu eftir skipi- num innan ásetta tíð, fóru teir at sleipa Kyrjastein út av fjørði num og søkkja skipið. Treytir ikki loknar Men at fara til Vágs eftir skonnar tini var ikki bara sum at siga tað. - Treytirnar fyri eigara- skifti num vóru ikki uppfyltar. 3 miljónir krónur í skuld vóru ikki avlisnar, soleiðis sum vit høvdu avtalað. Eftir umbøn gav Sjóvinnubankin skrivligt loyvi til at sleipa skipið á Fuglafjørð fyri okkara rokn- ing. Tað var Vaktar-og Bjarg- ingar tænastan, sum sleipaði Kyrja stein av Vági og norður til Fuglafjarðar. - Hetta var ein góð veðurs- dag seinast í august í 1993. Óla Hendrik av Fløtum sigur, at fitt av fólki var komið saman í Fuglafirði at taka ímóti skipinum. - Kendi skiparin, Meinhard Jacob sen, róptur Meinhard á Gull drangi, beyð vælkomin og ynskti fuglfirðingum í ”útlegd” góða eydnu við til- taki num at varðveita Kyrja- stein sum fornminni fyri nú- vera ndi og komandi ættarlið, sig ur hann. Aftur og fram Eftir at brúgv, hvalabak og alumini ums yvirbygningur varð tikin í land, varð skipið lagt fyri teym á fjørðinum, til um støðurnar at koma inn um brim garðar nar gjørdust betri. - Á heysti í 1994 var skipið aftur farið at leka, og tá varð ikki hildið vera rætt at lata skipið vera liggjandi fyri teym vetrar hálvuna, um so skuldi borist á, at illveður brast á. Tí varð biðið um tilboð frá Skála Skipa smiðju um landseting, rein s an, tetting av leka og annað. Hetta arbeiði varð gjørt í tíðarskeiðnum oktober 1994 til í februar 1995. Óla Hendrik av Fløtum sig ur, at nú skipið kortini var á Skála, varð keysin tikin omanav, høvuðsmotorur, olju- tang ar og annað varð tikið í land – og eisini varð skrúvu- aksil og sjóventilar tikið úr, sam stundis sum opini vórðu lokað. - Sleipini til Skálar og heim aftur til teym í Fugla firði tók Vaktar-og Bjarg ing ar- tænastan sær av, og tí hevur sjálvs ognarfelagið Karvalótir nógv at takka V&B fyri. Óla Hendrik av Fløtum sig ur, at á vári í 1997 var Kyrja- steinur komin at liggja heldur tung ur í sjónum, og tá varð bið ið um tilboð frá Klaks vík ar Sleipistøð um upptøku, reins- an og tetting av leka. - Hetta arbeiði varð væl gjørt og fyri ein sera lítl an kostnað – og aftur hesa ferð var tað Vaktar-og Bjar g ing ar- tænast an, sum sleipaði skip ið aftur og fram, sigur Óla Hend- rik av Fløtum. vilmund@sosialurin.fo Søguligt yvirlit yvir gongdina við Kyrjasteini Tað hevur ikki bara verið sum at siga tað at fara til Vágs eftir Kyrjasteini, leggja skipið fyri teym á Fuglafirði – og síðan fáa stóra skipsskrokkin upp á land, har skonnartin stendur í dag Í hesi greinini verður sagt frá, hvussu gongdin við verkætlanin higartil hevur verið Nógv sjálvboðið og ólønt arbeiði liggur í Kyrjasteini, sum ætlandi verður savn í Fuglafirði, tá verkætlanin einaferð er liðug 2-3 miljónir krónur Karvatoftir hava fíggjað allar tær útreiðslur, sum higartil hava staðist av at fáa skipið upp á pláss á Fuglafirði, keyp av tilfari og smiðjuútreiðslur. So gott sum alt arbeiði undir dekkinum er gjørt sjálv boðið og ólønt av nevnd- ar limunum í Karva toftum og øðrum, sum hava víst verk- æt lan i ni áhuga. Nakað av ar beiði omandeks er longu gjørt, og arbeiði at seta skipið ís tand er soleiðis í gongd við út b ún um skipasmiði á odda. Hvat endaligi kostnaðurin av at geva Kyrjasteini upp- runa ligu útsjóndina aftur við eitt nú skonnarta-rigningi og annars ístandsetan, bæði omandeks og undir dekki- num, kann ikki sigast við vissu, men kønir meta, at einar 2-3 miljónir krónur er neyv an langt av leið. vilmund@sosialurin.fo ...meðan Kyrjasteinur var á bed ing í Vági í 1992, fór skipa smiðj­ an av knóra­ num, og skipið varð stand andi á bed ing ini tað mesta av ein­ um ári... ÓLA HENDRIK AV FLØTUM ÓLØNT Kyrjasteinur, ið kom á Fuglafjørð sum nýbygningur og fiskiskip í 1937, er seinnu árini aftur vorðin ein partur av býarmyndini í Fuglafirði FORNLUTUR sta