Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í Fuglafirði – beint út fyri søguliga staðum Karva toftir og tætt yvir av Ment an ar­ húsinum ­ stendur skonn ar­ t in Kyrjasteinur uppi á landi. Her hevur skip ið staðið seinastu ár ini, samstundis sum sjálvs ogn ar stovnurin Karva toftir eigur skip ið og hevur til endamáls at gera skonnartina nýtiliga í ment­ an ar søguligum kunn ing ar­ starvi. Kyrjasteinur er hin seinas­ ta av mongum skonnartum, sum eftir er í Føroyum. Sjálvt Føroya Fornminnissavn met ir, at skipið hevur stórt søgu ligt virði og metir, at skonn art in sum fornlutur um boð ar eitt serstakt skipa­ slag, sum var vanligt í Før oy­ um í slupptíðini. Skipið, sum er vorðið ein part ur av býarmyndini í Fugla firði, hevur eisini sína søgu. Tað var longu í 1936, at keyp mað urin og reiðarin, Jacob Haraldsen í Fuglafirði, gjørdi sáttmála um fiski skip ið á skipasmiðju í Korsør í Dan ­ mark. Kyrjasteinur, sum er 148 brt stórur, er bygdur úr eik. Í februar í 1937 kom skipið á Fuglafjørð. Um hetta mun­ d ið taldi fiskiflotin í Fugla ­ firði eini 15 skip, harav tríggj­ ar skonnartir. Í dag – stív liga sjeyti ár seinni – er einki av hes um skipum til long ur utt­ an Kyrjasteinur. Úr søguni um skipið, kann sigast, at Kyrjasteinur hev ur skift eigarar, síðan Harald s­ ens menn í 1961 seldu skonn­ art ina av bygdini. Nøkur ár hevði hon eisini heim stað í Havn. Stovnaðu grunn Í 1992 skuldu táverandi eigar­ ar í Porkeri lata Kyrjastein søkkja, eftir at teir høvdu fing ið upphøggingarstuðul fyri skipið. Men fyri at bjarga hesum sein asta minninum frá gomlu slupp­og skon nart­ tíð ini í Fuglafirði, fekk Óla Hend rik av Fløt um, sum er fugl firð ing ur, búsitandi í Havn, sam an við øðrum fugl­ firð i ng um, búsitandi utta n­ fyri heimbygdina, stovn að sjálvsognarstovnin Karva­ toftir, sum keypti Kyrjastein, har hann lá við bryggju í Vági. Endamálið hjá sjálvs­ ognar stovninum, sum er stovnaður í 1993, er at fáa Kyrjastein at síggja út, soleiðis sum hann upp runa­ liga sá út og at hava skipið stand andi á landi í Fuglafirði. Skipið skal ætlandi gerast til eitt sjósavn og sein ni handast sum gáva til heimbygdina og soleiðis Fugla fjarðar kommunu. SØGA Í februar í 1937 kom fiskiskipið Kyrjasteinur á Fuglafjørð. Um hetta mundið taldi fiskiflotin í Fuglafirði eini 15 skip, harav tríggjar skonnartir. Í dag – stívliga sjeyti ár seinni – er einki av hesum skipum til longur uttan Kyrjasteinur, sum samstundis er einasta skonnartbygda skip, sum eftir er í Føroyum endamálið við verk­ æt lanini er at fáa Kyrja­ stein at síggja út, sum hann upprunaliga sá út Tað fer helst at kosta einar 2-3 miljónir krónur at gera Kyrjastein til eitt sjósavn, ið verður handað sum gáva til Fuglafjarðar kommunu Kyrjasteinur – hin seina skonnartin í Føroyum