Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 Sosialurin Heima hjá Óluvu Skaale Til ein góðan og skjótan drekkamunn bjóðar Óluva skones við rabarbu súltuoy. Tí eigur hon altíð mjøl, margarin, sukur og egg inni. Skons 1/2 kg av mjøli 6 tesk. av bakipulvuri (1 pakka) 60 gr. av margarini 2 egg 50 gr. av sukri 2 1/2 dl av mjólk Elt alt tilfarið saman. Být tað í 3 bollar. Rulla bollarnar út við kakurullu og sker hvønn teirra í 4 tríkantar. Baka skonsini á smurdari plátu í eitt korter (200 stig). Óluva kókar eitt pund av rabarbum til kompott í senn. Rabarbukompott verður bæði brúkt afturvið døgurðá og til eina skjóta dessert. Rabarbukompott 1 dl av sukri 1/2 dl vatni 1 pund av rabarbum Vel moyrar, nýggjar rabarbuleggir. Skola teir og sker teir í bita. Set sukur og vatn útá. Tá tað er heitt, skulu rabarburnar stoytast í. Set hitan niður, og lat grýtuna standa frammi undir kóki, til rabarburnar eru bleytar. Legg tær uppúr í krukku ella skál og stoyt løgin niðuryvir. Rabarbukompott smakkar sera væl afturvið kjøtdøgurða, men tað er eisini gottt sum tað er kalt við róma afturvið. Ein pakki av róma, sum skjótt gongur út, verður piskaður til ís. So ber altíð til at bjóða eina skjóta dessert við ísi og rabarbukompott. Óluvá ger eisini altíð nóg nógv nougat í senn, so hon eigur nóg mikið inni, tá ísur er á skránni. Nougatísur (4 fólk) 2 egg 2 súpusk. av sukri 2 1/2 dl av róma Nougat: 1/2 dl av sukri 10 mandlur Stoyt sukrið til nougat á pannuna og tendra undir henni. Flys mandlurnar og sker tær sundur. Tá sukrið er smeltað, skulu mandlurnar stroyast á pannuna, lat mandlur og sukur kóka, til sukrið er ljósabrúnt, men rør ikki í tí. Tøm panuna niður á eitt smurt pergamentpappír, og tá sukrið er kalt og hart, skal tað stoytast - men ikki ov fínt. Ísurin skal gerast soleiðis: Píska eggjahvítarnar fyri seg, til teir eru heilt stívir. Píska so eggjablommurnar og sukrið til skúm, og at enda skal rómin pískast. Blanda nú varisliga eggjahvítarnar, róman, eggjaskúmið og nougat og stoyt tað í ein kakuform, sum er klæddur við pergamentpappíri og set hann í frystikassan. Best er at leggja okkurt út yvir formin, so ísurin ikki skal taka við lukti ella smakki av øðrum, sum er í frystikassanum. Vaniljuísur verður gjørdur á sama hátt og av sama tilfari, bert verður ein teskeið av vaniljusukri latin í ístaðin fyri nougat. Tað hevur stóran týdning, at vit tey ungu læra at brúka tær rávørurnar, sum vit eiga í Føroyum