Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 24 Sosialurin Rigmor Dam - Hey Óluva. Hvat var tað fyri ein køka, tú bjóðaði okkum í gjár. Hon var so góð, og eg kundi hugsað mær at baka hana... - Áh hon – tað var handan kaffi- køkan á síðu 38 í bókini... Tað hendir javnan, at fólk ring ja til ta føroysku Hüttemeier, Óluvu Skaale, at spyrja um ”mat og mat- gerð”. Hetta, ið sum kunnugt eisini er heitið á vælumtóktu kókibókini hjá henni og Marius Johannesen frá 1974. Bókin, sum fram um aðrar borð reið ir við uppskriftum upp á siðbundnan føroyskan mat, og sum hevur verið uppafturprentað og útseld fleiri ferðir hesi seinastu 36 árini. Og seinastu mongu árini hev ur bókin aftur verið útseld frá forlagnum, og fólk hava, til fá nýt is, spurt og spurt eftir henni. Tí Mat ur og Matgerð er frágera góð gáva, til dømis til konfirmantin, brúðar par- ið og ung, sum flyta heimanífrá. Á reyða køksborðinum Men nú verður bókin skjótt aftur at finna millum kókibøkurnar í bóka handlinum. Millum grill og sushi, Jamie Oliver og ”Kærnesund Familie”, og hvat allar hesar mongu met selja ndi kókibøkurnar eita. Tí ”Matur og Matgerð” hjá Óluvu Skaale og Marius Johannesen er júst send til prentingar uppi á Før- oya Prenti. - Eg minnist, at fyrstu ummælini vóru serstakliga negativ. Ein fíltist á, at har var ongin uppskrift upp á garnatálg. Men hann kann ikki hava hugt væl, tí har var garnatálg í bókini, skemtar Ólvuá Skaale, sum hevur sett drekkamunn fram til okkara í hugnaliga køkinum í Grønu líð í Havn. Køkinum við reyða køks borði num, sum mong munnu minn ast frá matsendingunum hjá henni og Jógvan Asbjørn Skaale frá 80'unum. Seinni gjørdist ummælini meira posi tiv, og serliga minnist Óluva eitt, har ummælarin frøddist um livandi mál burð in í bók ini, har tú skalt brúka eitt dism av hesum, ein neva av hasum og so eitt sindur av onkrum øðrum. - Ein kókibók er jú ikki ein resept, men ein vegleiðing. Tí skalt tú gera góðan mat, mást tú kenna mat in, nerta við og fornemma hann. Mamman lærdi hana Men hvør er bakgrundin fyri, at Marius og Óluva tóku stig til at geva kókibókina út? Óluva forklárar, at hon lærdi at gera góðan føroyskan mat heima hjá mammu sínari, sum var sera dugna lig í køkinum. Mamman bæði tímdi og dugdi væl at matgera og at fáa sum mest burtur úr øllum har suðuri í Vági, har tey fyri mesta part in ótu fisk, tvøst og mjólkar- mat. - Har var alt brúkt. Epli, røtur, rabarbur og mamma hevði eisini jarð ber. Kjøt var næstan ikki at fáa. Vit flettu kanska eini fýra lomb ár- lig a, so har var bara at smyrja knív- in, minnist Óluva, sum var elsta gent an av seks systkjum. So har var nokk at gera í barnaheiminum. Maður saknaði knetti Tá Óluva fekk sítt egna hús at halda, var ongin verulig kókibók við føroyskum mati á marknaðinum. Hon skilti, at hetta kundi vera ein vansi, til dømis, tá tey ungu settu búgv. Um aldarskiftið var kóki- bókin hjá Helenu Patursson komin út og so var ein bók til skips kokk ar. - Eg minnist enn eina unga gentu, sum kom til mín og segði:”Pápi spyr, um tú ikki kanst læra meg at gera knetti, tí mamma fær ikki knettini nóg seig?” minnist Ólu va, sum skrivaði uppskriftir nið- ur. Hesar brúkti hon eisini í undir- vísingini á Specialskúlanum, har hon starvaðist í 40 ár. Marius Jo- hanne sen, sum visti nógv um land og siðir, men nóg illa dugdi at kóka sær te, kendi væl matin hjá Óluvu. Hann var verfaðir hennara og búði und ir somu lon sum tey Óluva og tey. - Ein dagin kom Marius upp og segði, at nú mundu vera nóg nógvar uppskriftir til at geva út. Hann skrivaði søguliga inngangin til hvønn kapittul og rættaði okkurt komma, fortelur Óluva. Og fólk tóku soleiðis til: Óluva bakar og steik ir og Marius smakkar og etur! Besta fólkaogn So bókin kom út og bleiv bein- an vegin fólkaogn. Síðan er bók- in endurprentað fimm ferðir, og kemur sum sagt aftur nú í handl- ar nar eftir at hava verið útseld í mong ár. Av tí, at Marius Johannesen andaðist longu í 1986, má Óluva nú geva bókina út aftur einsamøll. Sam bært henni sjálvari, hevur smæd ni helst verið orsøkin til, at hon ikki hevur gjørt tað fyri langari tíð síðani. - Men tá Mortan í Hamrabyrgi í fjør heitti á meg um at seta mat- festivalin í Vágsbotni, spurdi hann eisi ni so inniliga, um eg ikki kundi endur prenta bókina. So tað geri eg nú, sigur hon. Útgávan er eitt lítið sindur broytt í mun til tær undanfarnu. Inn gangir nir hjá Mariusi eru teir somu, eins og útsjónd og tekningar. Onk ur uppskrift er tikin út, til døm- is har tvær eru til sama rætt. Eisini er okkurt smávegis skoytt uppí, eitt nú við rabarbum og rótum. Og so eru nøkur orð blivin meira nú tíð- ar hóskandi, eitt nú verður fína mjøl rópt hveitimjøl, gerpulvur er baki- pulvur og fløti eitur nú altíð rómi. Grindasteik og grunningshøvd Men hvat hava fólk verið serliga glað fyri í Matur og Matgerð? Her heldur Óluva, at livurpostei, hev ur verið vælumtókt. Tað er lætt at gera og til ber at brúka øll sløg av livur. Eisini hevur grindasteikin við kaffi verið nógv brúkt. Og so eru aðrir rættir, sum kanska ikki eru so van lig ir, men eisini stuttligir at lesa um. Til dømis grunningshøvd. - Eg minnist, at maðurin sum seldi seið í Vágsbotni var í døpur- huga, tí hann fekk ikki fylgt við í eftir spurninginum eftir seiði, tí øll vildu gera grónseið, minnist hon. Men í bókini eru eisini aðrar upp skriftir enn siðbundin før oysk- ur matur. Hetta mest fyri, at nak- að av fjølbroytni skuldi vera í, og fyri at bókin kundi fevna um flest allar partar av matgerðini í húsar- haldinum. Tí eru eisini bæði lag- køkur og útlendskir rættir í bók ini. Føroyskt til fólkið Nógv er broytt síðan bókin kom út á fyrsta sinni. Og síðan hon og Jógvan Asbjørn Skaale rokaðust í køki- num í sjónvarps- sendi ngunum í 80' un um. Upp gávu být ið í heimi num er broytt og nógvar aðrar kóki bøk ur eru komnar út á føroyska mark naðin. Hetta fegn ast Óluva um. Hon minnist aftur á eina gamla konu sum tók so lei ð is til: Hann er stjóri og mað ur, og so sigur tú bara við hann: Hygg, tak tú knívin og sker tálgina! - Tað helt hon ikki, at man kundi. Also tosa soleiðis við eitt mannfólk, sum enntá var stjóri, sigur Óluva og flenn ir. Men hugskotið handan bókina og sendingarnar livir framvegis: At fáa føroyskan mat út til fólkið. Óluva fortelur, at fólk hildu føroyskan mat vera so svansuttan og torføran at gera. - Men vit vildu prógva tað mót- sætta: At føroyskur matur er minst líka góður, lættur og skjótur at gera, sum allur annar matur. Og so eiga vit allar tær góðu ráðvørurnar her í landinum, og tað hevur stóran týdn ing at brúka tað, sum vit eiga í Føroyum! rigmor@sosialurin.fo Óluva steikir og Marius smakkar og etur Vit vildu prógva, at føroyskur matur er minst líka góður, lættur og skjótur at gera. - Endamálið var at fáa føroyskan mat út til fólkið, minnist Óluva Skaale, sum á ólavsøku gevur nógv eftirspurdu ”Mariussar bók” út aftur av nýggjum