Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 16 - 24. januar 2002 Nr. 16 - 24. januar 2002 3 Sámal Petur í Grund setti í gjár Poul Geert Hansen úr Havn sum nýggjan sjúkrahús- stjóra á Lands- sjúkrahúsinum fyri Jóanis Erik Køtl- um, sum hevur sagt seg úr starvi LANDSSJÚKRA- HÚSIÐ Eirikur Lindenskov Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, setti í gjár Poul Geert Hansen úr Havn sum sjúkrahússtjóra fyri Landssjúkrahúsið. Poul Geert Hansen er 39 ára gamal og hevur tikið cand. polit. útbúgv- ing á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1991. Í lestrartíðini hevur Poul Geert starvast á Danmark Statistik og í Finansministeriet. Eftir lokna útbúging hevur hann starvast sum fíggj- arfulltrúi á Landsskúla- fyrisitingini og sum leiðari fyri Stuðuls- stovnin. Seinastu fimm árini hevur Poul Geert Han- sen starvast hjá Nordist Ministerråd í Keyp- mannahavn sum ráðgevi innan búskap og fyri- siting v. m. Poul Geert hevur serligan áhuga fyri leiðslu og hevur eisini tikið eina tvey ára masterútbúgving innan almenna leiðslu (MPA) Poul Geert Hansen tekur við starvinum 1. mai komandi. Poul Geert nýggjur sjúkrahússtjóri Egil Olsen heldur at tað er ein stórur fyrimunir at hava fingið útlendingar upp í ætlanina at fara undir biotøkniliga vinnu í Føroyum SAMSTARV UM LANDAMØRK Áki Bertholdsen Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum eru saman um nýggja felagið, Faroe Marine Biotech, sum greitt er frá í greinini »Startskotið til eina nýggja vinnu í Føroyum« aðrastaðni í blaðnum. Umframt Egil Olsen sjálvan, eru hinir føroying- arnir í felagnum, Adrian Dalsá fiskivinnufrøðingur í Saltangará, sum er stjóri á Kósini í Klaksvík, Dánjal á Argjaboða, apotekari, sum býr í Danmark og sum hev- ur fingist nógv við biotøkn- iskar spurningar í fleiri ár og hevur drúgvar arbeiðs- royndir bæði í Danmark, Føroyum og úti í heimi. Umframt hesar, eigur partafelagið Sesam á Tvør- oyri 20% av partapeningin- um í Faroe Marine Biotech. Sesam er eitt felag, ið hevur til endamáls at veita tænastur og at eiga í øðrum feløgum. Fyrst í hesum árinum stovnaði Sesam saman við íslendingum, felagið SecaNor, sum hevur heimstað á Ólafsfjørðinum í Ìslandi. Sesam eigur 33% av partapeninginum í hes- um felag. SecaNor skal virka klippfisk úr saltfiski til m.a. brasilianska og dominikanska marknaðin, og ætlanin er eisini at keypa saltfisk úr toski, upsa, longu og brosmu úr Føroyum til endamálið. Sesam, er eitt felag ið Egil Olsen, umframt Mar- ner Lisberg, Magnus Jes- persen og Ólavur Bjark- hamar, allir á Tvøroyri, eiga, og er eitt felag í Delta samtakinum. Felagið eigur m.a. 75% av partapengun- um í línuskipinum Hoyvík- ingi. Delta samtakið umfat- ar annars feløgini Delta Seafood, Sandoy Seafood, Sesam og Hoyvíking. Delta Seafood er harumframt eisini størsti einstaki parta- eigari í djúpvatnstrolaran- um Suðringi. Útlendsku partaeigararn- ir í biotøkniska felagnum Faroe Marine Biotech, er Lýsi HF. í Íslandi og Mari- tex A/S í Noregi. Partapeningurin í Faroe Marine Biotech er 500.000 krónur. Tað hevur heimstað á Tvøroyri, men hevur fyri- bils leigað sær skrivstovu- høli í húsunum hjá Arbeið- ara-felagnum Hæddini í Runavík. Helvtin av partapening- inum er føroyskur og helvt- in er útlendskur. Útlendsk servitan Egil Olsen sær ein stóran fyrimun í at hava útlendsk- ar samstarvsfelagar við í felagnum. Maritex er eitt felag, sum ger hávirkaðar vørur úr slógvi frá fiski og alivinn- uni, eitt nú ensymur, prote- inkonsentratir, DNA saltir og hávirkað lýsi. Hetta eru vørur, sum verða brúktar til nógv ymisk endamál, eitt nú í matvøruídnaðinum, sum »functional foods« og í kosmetikkídnaðinum. Felagið hevur fleiri gran- skarar í starvi og brúkar árliga eini 10% av umsetn- inginum til gransking. Størsti partaeigarin í Maritex er »Århus Olie« í Danmark, sum er ein fyri- tøka við fleiri milliardum í umsetningi. Partapeningur- in í Maritex er uml. 85 mill kr. Lýsi er eitt felag sum heldur til í Reykjavík, og sum burturav hávirkar lýsi burturúr fiskalivur, at brúka m.a. í heilivágsídn- aðinum, matvøruídnaðin- um og til annan ídnað. Hann sigur, at báðar fyri- tøkurnar eru millum tær fremstu í Evropa á sínum øki og tí heldur hann, at tað er ein stórur vinningur at hava fingið tær upp í ætlan- ina. Orsøkin til, at vit hava fingið hesar báðar fyritøk- urnar uppí ætlanina, er, at vit mugu viðurkenna, at skulu vit byggja eina bio- tøkniska vinnu upp í Føroy- um, er tað neyðugt hjá okk- um at útvega okkum ser- vitan á økinum. Og hetta eru tvey virki, sum bæði hava vælútbúgv- in og serkøn fólk á økinum og vælútgjørdar kanningar- stovur. – Tað, vit sostatt hava samansjóðað í felagnum, er partvís føroysk vitan um framleiðslu innan fiski- vinnuna og útlendska ser- vitan um biotøkni, og tað halda vit er ein stór styrki, sigur Egil Olsen. Nevndin í Faroe Marine Biotech er mannað við Geir Wilhelm Wold úr Noregi, ið er formaður og umboðar Maritex, Katryn Petursdótt- ir, úr Íslandi, ið umboðar Lýsi, Ólavur Bjarkhamar, ið umboðar Sesam, um- framt Adrian Dalsá og Dán- jal á Argjaboða. Tey, ið vilja vita meiri um útlendsku íleggjararnar í felagnum, kunnu fara á alnetið undir www.lysi.is og undir www.maritex.com Føroysk og útlendsk servitan hond í hond Tøkk Í samband við at vit góvust við handli okkara, leygardagin 19. januar, takka vit arbeiðsfólki og viðskiftafólki okk- ara fyri gott samstarv hesi 34 árini og ynskja tykkum eitt gott nýggjár og Harrans signing í framtíðini. Pf. Hornabúðin Gustav Samuelsen Í hesum nýggja felagnum hava vit samansjóðað í felagnum, er partvís føroysk vitan um framleiðslu innan fiskivinnuna og útlendska servitan um biotøkni, og tað halda vit er ein stór styrki, tí talan er um eina spildurnýggja vinnu í Føroyum, sigur Egil Olsen - Skrivligu royndir fólkaskúlans eru ásettar at verða í mai, og tað er mín ábyrgd og skylda at síggja til, at hetta fer fram soleiðis sum longu er ásett, sigur Óli Holm, landsstýrismaður við mentamálum FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Ábyrgdina av, at næmingar í 9. og 10. flokki í fólka- skúlanum sleppa til skriv- liga roynd í summar, hevur landsstýrismaðurin við mentamálum, Óli Holm. Men blokadan ímóti allari próvtøkugerð, sum Føroya Lærarafelag setti í verk seint seinasta summar og sum framvegis stendur við, hevur gjørt, at ongar próv- tøkuuppgávur eru gjørdar, í øllum førum ikki av før- oyskum lærarum. Hinvegin hava næmingarnir í 9. og 10. flokki fingið at vita frá skúlanum, teir ganga á, at fráfaringarroynd fólkaskúl- ans og víðkaða fráfaring- arroynd fólkaskúlans verð- ur í mai sum vanligt. Spurdur, um næmingarnir kortini sleppa til skrivliga roynd og hvørjar próvtøku- uppgávurnar verða, hevur landsstýrismaðurin onga viðmerking. Hann vísir aftur á ábyrgdina hann hevur fyri, at næmingarnir sleppa til roynd. - Skrivligu royndir fólka- skúlans eru ásettar at verða í tíðarskeiðinum frá 14. mai til 18. mai 2002, og tað er mín ábyrgd og skylda at síggja til, at hetta fer fram soleiðis sum longu er ásett, er viðmerkingin hjá Óla Holm til handan spurning- in. Sambært landsstýris- manninum kann tað ikki hugsast, at Mentamála- stýrið útvegar próvtøku- uppgávur uttan fyri land- oddarnar. Semjan Málið er fløkt, rættiliga viðkvæmt og ikki minst tørført at loysa. - Tað er sera harmiligt, at málið er komið so langt, at blokada varð sett í verk, sigur Óli Holm. Sjálvur knúturin er, hvør skal gjalda fyri røktina av søvnunum á skúlunum kring landið. Ivamálið er íkomið av, at ymsar tulk- ingar eru av semjuni, sum varð gjørd millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið eftir drúgva verkfallið á vári fyri tveim- um árum síðani. Í henni stendur í tí partinum, sum nevnist Uttan fyri avtalu, undir punkt 11 soleiðis: Settur verður arbeiðsbólkur við umboðum fyri Føroya Lærarafelag, skúlamyndug- leikarnar og kommunur at orða tilmæli um viðlíka- hald av søvnum o.ø. Til- mælið skal vera liðugt 1. juli 2000. Miðað verður ímóti, at hetta verður gjørt við støði í næmingatali, hølum og tímanýtslu. - Burtursæð frá, at tíðar- freistirnar fyri, nær til- mælið skuldi verða liðugt, eru fluttar, so er tilmælið um viðlíkahald av søvnum liðugt frá Mentamálastýri- sins síðu, sigur Óli Holm. Undir punkt 7 í semjuni stendur: Niðurskurðurin fyri at røkja teldur verður frá 1. august til 31. desemb- er 2000 roknaður soleiðis: Næmingatalið í skúlanum 1. september x 0,015 + talið av teldum í skúlanum 1. september x 0,05. Frá 1. januar 2001 verður lagt afturat: + talið av lærarum x 0,02. Samráðingarrætturin viðvíkjandi lønarviður- skiftunum hjá lærarum liggur sum kunnugt ikki hjá landsstýrismanninum við mentamálum. - Mentamálastýrið hevur ikki heimild til at binda landskassan at gjalda fyri samsýning av at viðlíka- halda kommunal søvn, og hevur sambært galdandi lógum og reglum heldur ikki heimild til at áleggja kommununum at gjalda limum Føroya Lærarafe- lags fyri at viðlíkahalda søvn á kommunalu skúlun- um, sigur Óli Holm. Álit er skrivað um tørvin til niðurskurð víkjandi telduvørðum, og tilmæli sent Fíggjarmálastýrinum, um hvussu stórur partur av savnsrøktini er námsfrøði- ligt og hvussu stórur partur er røkt. - Vísandi til semjuna, er Mentamálastýrið av teirri sannføring, at stýrið hevur viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum uppfylt tað, sum semjan hevur álagt Mentamálastýrinum at gera. Harumframt hevur Mentamálastýrið havt fund við bæði kommunufeløgini í november í fjør, har Før- oya Kommunufelag gav til kennar, at tey ikki tóku undir við tilmælinum. Kommunusamskipan Før- oya kundi taka undir við tilmælinum, men skuldi henda samsýning gjaldast av teimum, so skuldi peng- ar fylgja við, sigur Óli Holm. Samskifti Mentamálastýrið samskiftir enn við Kommunusam- skipan Føroya fyri at finna loysnir, men hevur hetta higartil ikki givið nakað úrslit. Mentamálastýrið hevur hjá kommunudeildini í Tinganesi spurt seg fyri, um kommunudeildin har kann áleggja kommunun- um at gjalda sambært til- mælinum um savnsrøkt, men hevur fingið upplýst, at kommunudeildin kann ikki áleggja kommunum nakað, uttan so, at tað fyrst kann staðfestast eitt lógar- brot, í hesum førinum við- víkjandi søvnunum. Hjá løgfrøðingi í Mentamála- stýrinum og eisini hjá Fíggjarmálastýrinum hevur Mentamálastýrið kannað, um Mentamálastýrið kann samráðast við kommunur- nar, tvs. Kommunusam- skipan Føroya og Føroya Kommunufelag, um sam- sýning fyri søvn. - Niðurstøðan er í báðum førum tann, at skulu sam- ráðingar verða við Lærara- felagið um bindandi avtalur um savnsrøkt, liggur heim- ildin bara hjá kommunun- um. Hetta hevur Føroya Lærarafelag eisini fingið at vita frá Mentamálastýrin- um, sigur Óli Holm. Blokadan stendur við - Mentamálastýrið samskiftir enn við Kommunusamskipan Føroya fyri at finna loysnir, men hevur hetta higartil ikki givið nakað úrslit, sigur Óli Holm, landsstýrismaður við mentamálum C M Y K 3 2