hósdagur 24. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 16 - 24. januar 2002
Nr. 16 - 24. januar 2002
5
Kórsamband Føroya
hevði um vikuskiftið
fimta skeiðið í eini
røð av skeiðum, sum
Kórsambandið hevur
skipað fyri. Skeiðini
eru løgd til rættis av
Kórsambandinum, og
er endamálið at
stimbra føroyskan
kórsang og styrkja
sambandið millum
kórleiðarar í
Føroyum
KÓRSANGUR
Ingrid Bjarnastein
Av tí, at játtanin til kórsam-
bandið ikki hevur verið so
stór, hevur ikki verið møgu-
ligt at skipa fyri so nógvum
tiltøkum. Tað, sum kórsam-
bandið fyrst og fremst
hevur tikið sær av er árliga
kórstevnan, og síðani eisini
kórsangurin á ólavsøku.
Játtanin hevur ikki rokkið
til meira, men tá kórið í fjør
fekk játtað meira pening,
varð avgjørt at skipa fyri
skeiðum fyri kórleiðarum,
til tess at menna førleika
teirra í kórleiðslu.
Í hesum sambandi hevur
Kórsamband Føroya fingið
Mogens Dahl til Føroya at
undirvísa í kórleiðarunum í
Føroyum. Mogens Dahl er
rektari á universitetinum í
Ålborg, har hann undirvísir
í kórleiðslu, og harumframt
er hann eisini dagligur
leiðari fyri operakórið í
Århus, har hann eisini um-
situr
orkesturleiðslu.
Danski rektarin hevur verið
við til tey fimm skeiðini
kórsambandið hevur skipað
fyri, og røðin av skeiðum
endar í fyrst í majmánaða.
Tá er ætlanin, at teir kór-
leiðarar, ið hava hug, kunnu
fara upp til eina roynd, og
harvið fáa skjal uppá, hvat
teir duga. Endamálið við
skeiðunum er at leggja lag
á kórleiðararnar og læra teir
at dirigera.
Sum ein endi á hesum
eina skeiðnum var skipað
fyri konsert í Kommunu-
skúlanum um vikuskiftið.
Har vóru teir 11 kórleiðar-
arnir umframt kvinnurøddir
frá Tórshavnar Kamarkóri
og Havnarkórinum á pall-
inum og framførdu nakrar
sangir.
Framtíðin
Hvat Kórsamband Føroya
fer at skipa fyri í næstu
framtíð er ilt at siga.
– Tað veldst um játtanina,
sigur Ólavur Hátún. – Kór-
sambandið hevur millum
annað ætlanir um at gera
eitt kórnótabókasavn í sam-
starvi við Landsmiðstøðina
í undirvísingartólum. Her
er ætlanin, at Landsmið-
støðin skal umsita bóka-
savnið, meðan Kórsam-
bandið fær tilfar til vega.
Hetta verður gjørt fyri at
royna at fáa enda á at
margfalda. Fyri tað fyrsta
er tað ikki lógligt, og fyri
tað næsta er tað ópraktiskt.
Ætlanin er eisini at halda
fram við kórleiðaraskeið-
um, soleiðis at sjónarring-
urin hjá føroyskum kórleið-
arum víðkast. Eisini liggja
onkrar ætlanir frammi um
at gera eina nýggja før-
oyska kórbók við nýggjari
sangum, sum kanska eru
eitt sindur popp-merktir,
men vísa seg at vera slit-
góð.
– Avmarkað er, hvat vit
kunnu gera. Við kórleiðara-
skeiðum og slíkum er tað
um reppið at vit klára
okkum fíggjarliga, sigur
Ólavur Hátún at enda.
Kórleiðarar
høvdu
konsert
11 kórleiðarar umframt røddir frá
Kamarkórinum og Havnarkórinum
høvdu um vikuskiftið konsert í
Kommunuskúlanum
Mynd: Jens Kr. Vang
Fyrsta royndin hjá
løgmanni og Óla
Holm at koma upp í
trætuna um skúlan á
Trøllanesi fekk kalda
móttøku í Mikladali,
men løgmaður sigur,
at tilboðið um sem-
ingsroynd stendur
við
TRØLLANES-TRÆTAN
Eyðun Klakstein
Kalsoy: Løgmaður fekk
onga góða móttøku, tá hann
bjóðaði sær at koma upp í
at loysa trætuna um skúlan
á Trøllanesi.
Ein av limunum í bygda-
ráðnum í Mikladali segði í
gjár við Sosialin, at tað
nyttar einki, at løgmaður
ella landsstýrismaðurin við
skúlamálum komu norður,
tí um foreldrini á Trøllanesi
halda fast um síni krav, so
er eingin loysn í málinum.
Tað vil siga tað sama,
sum at bygdaráðið stendur
fast við sína støðu um, at
skúlin á Trøllanesi verður
ikki tikin í nýtslu aftur, so-
leiðis sum foreldrini á
Trøllanesi vilja.
Løgmaður hevur verið í
sambandi við bygdaráðið í
Mikladali, men hann fekk
somu boðini, sum Sosialur-
in endurgav í gjár.
– Fáa vit ikki ein dialog í
lag, er tað avmarkað, hvat
vit kunnu gera. Tað er byg-
daráðið og skúlanevndin,
sum hevur avgerðarrættin,
sigur Anfinn Kallsberg.
Tilboðið stendur við
Løgmaður hevur tó ikki
givið upp enn, hóast fyrsta
royndin miseydnaðist, áðr-
enn hon kom í gongd.
– Tilboðið um, at eg og
Óli Holm kunnu gera eina
ítøkiliga roynd at loysa
málið, stendur við, og eg
havi ikki mist mótið um, at
vit kunnu gera okkurt fyri
at finna eina loysn, sigur
Anfinn Kallsberg.
– Men skalt tú loysa eitt
stríð, mást tú verða til reið-
ar at tosa um, hvussu hetta
stríð kann loysast. Tí er tað
trupult at gera nakað, um
bygdaráðið í Mikladali ikki
vil vera við til at tosa um
eina møguliga loysn.
Foreldrini á Trøllanesi,
sum ikki vilja senda børn
síni í skúla í Mikladali, fyrr
enn skúlin á Trøllanesi eis-
ini verður partur av undir-
vísingini, vilja fegin hava
umboð fyri landsstýrið at
koma uppí málið.
Bygdaráðið heldur seg
hinvegin hava tikið ta av-
gerð, sum tað heldur vera
best fyri kommununa, og
hendan avgerð er endalig.
Løgmaður fekk
kalda móttøku
- Tilboðið um, at eg og Óli
Holm
kunnu
gera
eina
ítøkiliga roynd at loysa málið,
stendur við, og eg havi ikki
mist mótið um, at vit kunnu
gera okkurt fyri at finna eina
loysn, sigur Anfinn Kallsberg
– Verða føroysku
rækjuskipini løgd, so
mugu vit eisini gevast
við okkara fram-
leiðslu, tí so hava vit
onga rávøru, sigur
stjórin á Rækjuvirk-
inum á Oyri. Fram-
leiðslan hjá virkinum
er bundin at føroysk-
um rækjufiskiskapi
RÆKJUKREPPA
Eyðun Klakstein
Tað fær álvarsamar avleið-
ingar fyri Rækjuvirkið á
Oyri, um føroysk rækjuskip
verða løgd.
– Vit keypa alla okkara
rávøru
frá
føroyskum
rækjuskipum, og tað er tað
einasta, sum vit kunnu
gera, tá vit flyta út til ES.
Verða føroysku rækjuskip-
ini løgd, ja, so mugu vit eis-
ini gevast við okkara fram-
leiðslu, sigur Sofus Poul-
sen, stjóri á virkinum.
Høvuðsframleiðslan hjá
Rækjuvirkinum eru pilkað-
ar rækjur, sum verða seldar
til
Bretlands.
Rávøran
kemur frá føroyskum skip-
um, og tá slepst undan ser-
ligum tolli á vøruni. Skal
Rækjuvirki keypa rávøru úr
útlandinum, so verður ein
tollur upp á 20 prosent
lagdur á tí lidnu vøruna, og
tá hevur ongan kjans at
kappast á bretska marknað-
inum.
– Tí er framleiðslan hjá
teimum 80 fólkunum her á
virkinum bundin at før-
oysku rækjuskipunum, sig-
ur Sofus Poulsen.
Vánalig útlit
Prísurin á øllum sløgum av
rækjum er lágur, og tá tað
snýr seg um útflutningin
hjá Rækjuvirkinum á Oyri,
hava tey ongantíð áður
fingið so lítið fyri vøruna.
Hetta merkir, at virkið
kann lata nógv minni fyri
rávøruna frá skipunum.
– Prísurin á okkara vøru
fór niður í februar mánaði í
fjør, og hann er ongantíð
komin uppaftur. Talan er
um eina niðurgongd upp á
15 prosent. Vit hava tó
framleitt sum vanligt síð-
ani, men tað er púra greit,
at verða føroysku rækju-
skipini løgd, so hava vit
ongan møguleika at halda
fram, sigur Sofus Poulsen.
– Vit høvdu vónað at
prísurin fór at koma upp
aftur um ársskiftið, men tað
hevur ikki verið so, og útlit
eru ikki fyri, at prísurin fer
at hækka komandi mánað-
irnar, sigur hann.
Tað arbeiða um 80 fólk á
Rækjuvirkinum á Oyri.
– Tað er vandi fyri, at
almennur stuðul til
rækjuflotan bara
útsetir pínuna eitt
sindur, sigur Heini O.
Heinesen, formaður í
Vinnunevndini hjá
løgtinginum
RÆKJUKREPPA
Eyðun Klakstein
– Er støðan á rækjumarkn-
aðinum
seinastu
tíðina
varðandi, so nyttar tað
einki at lata rækjuflotanum
stuðul, tí so snýr tað seg
bara um at útseta pínuna
hjá teimum eitt sindur.
Tað sigur formaðurin í
Vinnunevndini hjá løgting-
inum, Heini O. Heinesen.
– Tað er ikki gott tekin, at
rækjuskip, sum fyri kortum
vóru sanerað fyri nógvar
milliónir, nú koma aftur til
landið at biða um pengar.
Trupul støða
Heini O. Heinesen heldur,
at um talan er um prísfall í
eina avmarkað tíð, so er
støðan onnur, enn um talan
er um eina varðandi støðu.
– Hetta málið er sera
trupult at viðgera politiskt.
Um vit skulu stuðla rækju-
flotanum, hvat hendir so, tá
alivinnan fær trupulleikar,
skulu vit so aftur at stuðla
tá.
– Vit hava havt ringar
royndir av kreppuloysnum
áður, tí tað hevur víst seg,
at almennur stuðul bara
hevur útsett pínuna. Alt fór
á heysin fyri tað. Og tá tað
verður sagt, at brent barn
ræðist eld, so er tað trupult
at fara lata stuðul rækju-
flotan, sigur Heini O. Hein-
esen.
Hann sigur seg ikki hava
neyðugu upplýsingarnar í
málinum til at hava eina av-
gjørda støðu, men hann
heldur, at tað er ivasamt,
um tað er rætt við almenn-
um stuðli til rækjuflotan.
Formaðurin í Vinnunevndini:
Torført at stuðla
rækjuflotanum
Rækjuvirkið á Oyri
í somu vandastøðu
Framleiðslan
hjá teimum 80
fólkunum á
Rækjuvirkin-
um á Oyri er
bundin tætt at
føroysku
rækjuskipini.
Um hesi skip
verða løgd, so
missir virkið
sína rávøru og
má gevast
– Vit hava havt ringar
royndir av kreppuloysnum
áður, tí tað hevur víst seg, at
almennur stuðul bara hevur
útsett pínuna, sigur Heini O.
Heinesen, formaður í Vinnu-
nevndini
C
M
Y
K
5
4
BARNAÚTGERÐ
N. Finsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tlf. 315101
Klaksvíksvegur 63 • 700 Klaksvík • Tlf. 456530
BARNAÚTGERÐ
Stóra vetrarútsølan er byrjað
Hesa vikuna
-20%
í avsláttri
Frá mánadegnum
28. januar kl. 10.00
-50%
Kom og ger kvettið