hósdagur 24. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 16 - 24. januar 2002
Nr. 16 - 24. januar 2002
7
Kyrjasteinur, sum lá
sokkin á Fuglafirði
eina tíð, er tikin upp
aftur og settur á land
í Fuglafirði. Har skal
hann gerast til savn
SKIPSSAVN
Edvard Joensen
Fuglafirði: Kyrjasteinur er
nú settur á land í Fuglafirði
og verður fyrsta dagin
drigin flóðfríur. Hann skal
síðan riggast til minni um
skonnarttíðina.
Tað
er
áhugafelagið
Karvatoftir, sum mannað er
av fuglfirðingum, búsitandi
uttan fyri Fuglafjørð, sum
eigur Kyrjastein. Skipið
varð keypt úr Porkeri fyrst í
nítiárunum við tí fyri eyga
at rigga tað aftur í gamlan
stand og nýta sum savn.
Óla Hendrik av Fløtum er
ein teirra, sum myndar
felagið Karvatoftir. Hann
greiðir frá, at Kyrjasteinur
er gamalt fuglafjarðarskip,
og tí er serliga stuttligt at
hava fingið hann aftur til
Fuglafjarðar.
Hann er smíðaður í 1936
og kom á vári 1937 til
Fuglafjarðar. Hann er smíð-
aður sum skonnart, men
varð ongantíð skonnart-
riggaður,
greiðir
Óla
Hendrik av Fløtum frá.
Tá
Kyrjasteinur
var
nýggjur, vóru motorarnir
komnir í skipini, og teir
vunnu so á seglunum, sum
minkaðu, so hvørt sum
motororkan vaks.
Kyrjasteinur varð riggað-
ur sum galeasa og hevði
ongantíð triðju mastrina,
sum
skonnartin
annars
eigur.
Hann hevði eina 120 hk.
maskinu, tá hann kom. Men
hon varð skjótt skift út við
eina størri, og Boðasteinur,
sum Haraldsen eisini átti,
fekk maskinuna úr Kyrja-
steini.
Sama navnið
Kyrjasteinur var merktur
FD 185, tá hann kom til
Fuglafjaðrar. Síðan hevur
hann havt ymisk nummur,
eftir sum hann hevur ferð-
ast í landinum. Sinast var
hann í Porkeri. Men alla
tíðina hevur hann itið
Kyrjasteinur, og tað fer
hann eisini framhaldandi at
gera, sigur Óla Hendrik av
Fløtum.
Kyrjasteinur varð her fyri
tikin upp í fjøruna innan-
vert nýggja mentanarhúsið
í Fuglafirði, og stendur nú á
landi sum ein annar søgu-
ligur varði í hesum um-
hvørvinum.
Óla Hendrik av Fløtum
sigur, at teir fara í næstu
viku, tá harður streymur
verður aftur, at draga hann
einar seks-átta metrar long-
ur niðan í fjøruna, soleiðis
at hann tá fer at standa flóð-
fríur.
Teir hava lagt lunnar
undir hann, so hann ikki
søkkur niður í sandin,
greiðir Óla Hendrik frá.
Kyrjasteinur varð rætti-
liga avriggaður, eftir at
hann kom aftur til Fugla-
fjarðar í nítiárunum. Alt var
tikið oman av omandeks,
og eisini undir dekki varð
tað mesta tikið úr. Lugar-
skottið og maskinskottið
standa tó eftir í skrokkin-
um. Annars er bara dekkið
eftir, eins og stórmasturin,
sum helst verður tikin úr,
meðan arbeitt fer at verða
upp á skipið.
Óla Hendrik av Fløtum
sigur, at nú beinanveg verð-
ur Kyrjasteinur bara drigin
longri niðan í fjøruna. Men
sum dagarnir fara at leingj-
ast, væntar hann, at teir fara
undir at arbeiða upp á
skipið at fáa tað sett í stand.
Skonnartirnar
Endalig støða er ikki tikin
til, hvussu hann skal rigg-
ast. Um tað skal vera, sum
hann sá út, tá hann kom til
Fuglafjarðar í 1937, ella
hann møguliga skal gerast
til eina fullriggaða skonn-
art.
Óla Hendrik av Fløtum
undrast á, at so at siga einki
verður tosað um skonnart-
tíðina í Føroyum.
– Vit hoyra so at siga bara
um
slupptíðina,
hóast
skonnartirnar vóru tann
longdi armurin, um vit
kunnu siga so, hjá slupp-
unum. Tær vóru tey størru
skipini, og tað var við teim-
um, at føroyingar fóru bæði
til Grønlands og New
Foundlands at fiska, vísir
hann á.
At ein skonnart kemur at
standa í Fulgafirði, er eisini
upp á sítt pláss, heldur
hann, tá hugsað verður um,
at fuglfirðingar rættiliga
tíðliga fingu sína fyrstu
skonnart. Tað ver Florence,
sum kom til Fuglafjarðar í
1892. Hon varð ásigld og
sakk á Norðhavinum 29.
mars 1902. Altso fyri 100
árum síðan.
Óla Hendrik av Fløtum
heldur tað vera ov lítið gjørt
við at varðveita alla okkara
skipasøgu.
Slupp er onkur hendinga,
men tær hava tað ikki gott.
Westward Ho liggur skerd á
Havnini, og Johanna verður
leigað út. Hvalabátar hava
vit átt, men har er eingin
eftir, og so allir smáu
motorbátarnir. Har er eisini
bara onkur hendinga, sum
goymdur verður, harmast
hann um.
Nú er so Kyrjasteinur
komin at standa, men tað
fara væntandi at ganga eini
átta ár ella kanska meira -
sum teir hava roknað við -
til hann er liðugur at brúka
til savn, sigur Óla Hendrik
av Fløtum.
Felagið Karvatoftir, sum
eigur Kyrjastein, er sjálvs-
ognarfelag, sum stovnað er
til endamálið.
Teir, sum manna nevnd-
ina í felgnum í dag, eru um-
framt Óla Hendrik av Fløt-
um, Benny Samuelsen, og
Jógvan Róin, fuglfirðingar
í Havn saman við Johan
Petersen, fuglfirðingi á
Glyvrum.
Ætlanin hjá teimum er, at
tá Kyrjasteinur er liðugur,
skal hann latast Fuglafirði í
varðveitslu. Tað vil siga
Fuglafjarðar Býráði og
Fuglafjarðar Fornminnis-
felag, sigur Óla Hendrik av
Fløtum.
Kyrjasteinur settur á land
Kyrjasteinur er drigin upp í fjøruna beint innan fyri nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði
Mynd: Edvard Joensen
Landsstýrið heldur
ikki, at føroyska lod-
nan eigur at roknast
av kvotuni í íslendsk-
um ella grønlendsk-
um sjógvi. - Vit hava
ikki skyldu at boða ís-
lendskum myndug-
leikum frá lodnufiski-
skapi í føroyskum
sjógvi. Fiskiskapurin,
sum nú hevur tikið
seg upp, er ikki við í
avtaluni landanna
millum, sigur deildar-
stjórin.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nú lodna á fyrsta sinni
verður fiskað í føroyskum
sjógvi, var væntandi, at
spurningurin um føroysku
lodnukvotuna í eitt nú ís-
lendskum -og grønlendsk-
um sjógvi fór at taka seg
upp. Og so varð.
- Týsmorgunin ringdi
embætismaðurin í Íslandi,
sum hevur ábyrgdina av
millumlandasamráðingu-
num vegna Ísland. Hann
helt, at lodnan, sum nú
verður fiskað í føroyskum
sjógvi, eigur at roknast
uppí tey 30.000 tonsini, vit
hava loyvi at fiska í íslend-
skum sjógvi.
Hetta
sigur
Andrass
Kristiansen, sum er deildar-
stjóri á Fiskivinnustovuni.
Hann vísir tó á, at enn er
einki formelt skriv komið
úr Íslandi um hesi sjónar-
mið.
Ikki samdur
Men føroyskir myndugleik-
ar eru ikki samdir.
- Nú er hetta so nýtt, og
enn veit eingin, hvussu um-
fatandi fiskiskapurin verð-
ur, og um hann verður
afturvendandi.
Andrass sigur, at lands-
stýrið heldur ikki, at føroy-
ska lodnan eigur at roknast
av kvotuni í íslendskum
ella grønlendskum sjógvi,
sum er uppá tilsamans
40.000 tons.
- Vit hava ikki skyldu at
boða íslendskum myndug-
leikum frá lodnufiskiskapi
í føroyskum sjógvi. Fiski-
skapurin, sum nú hevur
tikið seg upp, er ikki við í
avtaluni landanna millum,
sigur hann.
Sera áhugavert
Andrass Kristiansen heldur
tað annars vera sera áhuga-
vert, at føroysku skip nú
raktu við lodnu í egnum
sjógvi.
- Skipini fingu lodnu
uppat føroyska markinum í
fjør, men tá var eingin
fiskiskapur í okkara sjógvi.
Hann vísir á, at tríggir part-
ar hava havt lodnuna um
hendi, sum vit hava fiskað
av; tað eru Noreg, Ísland og
Grønland.
- Nú verður spennandi at
vita, um Føroyar verða tann
fjórði parturin,sum kemur
at sita á lodnuni.
Andrass
Kristiansen
væntar ikki, at seinasta orð-
ið er sagt enn um veiðina,
sum nú er í føroyskum
sjógvi.
- Helst kemur málið upp
at venda í onkrum seinni
føri. Men hetta veldsteisini
um,
hvussu
umfatandi
fiskiskapurin verður, legg-
ur hann aftrat.
Deildarstjórin á Fiskivinnustovuni, Andrass Kristiansen:
Lodnan í føroyskum sjógvi ikki
roknast av aðrari kvotu
Andrass Kristiansen sigur, at
tríggir partar hava havt lod-
nuna um hendi, sum vit
hava fiskað av; tað eru
Noreg, Ísland og Grønland. -
Nú verður spennandi at vita,
um Føroyar verða tann fjórði
parturin,sum kemur at sita á
lodnuni, sigur hann.
Kommunusamskipan
Føroya hevur sent
landsstýrinum opið
bræv, har gjørt verður
vart við, at landsstýr-
ið sjálvt eigur at bera
útreiðslurnar í sam-
bandi við skattalætt-
an hjá pensjónistum
SKATTUR
Eirikur Lindenskov
Kommunusamskipan Før-
oya hevur á fundi umrøtt
mál
landsstýrisins
um
skattalætta til pensiónistar
og ynskir at viðmerkja, at
kommunurnar í Kommunu-
samskipan Føroya taka fult
og heilt undir við skatta-
lætta til pensiónistarnar,
men átalar og er harðliga
ímóti, at landsstýrið við
lógaruppskotinum
ikki
sjálvt ber útreiðslurnar av
skattalættanum í lands-
skattinum, og at kommun-
urnar í kommunuskattinum
skulu bera áleið eina helvt
av útreiðslunum.
Kommunurnar skulu rek-
ast við ábyrgd yvirfyri
teirra borgarum og laga
sínar útreiðslur við grund-
arlagið í frammanundan
lagdari fíggjarætlan. Hetta
merkir, at fíggjarætlanin
fyri fíggjarárið 2002 longu
varð samtykt áðrenn 1. okt-
ober 2001.
Fíggjarætlan kommunun-
nar verður gjørd í bestu
sannføring út frá tí tørvi og
orku, sum tað verður mett
fíggjarliga forsvarligt at
reka kommununa og við at-
liti til at tæna borgarunum á
besta hátt.
Beint fyri jól kom út bók-
lingurin “Staðfesting og
raðfesting av uppgávu- og
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur”, sum ein
arbeiðsbólkur settur av løg-
manni hevur gjørt, og á
síðu 89 seinast undir 3.2
Skattaskipan, verður nevnt:
“Kommunurnar eiga at
verða skaðaleysar av um-
býti og frádráttum í skatta-
skipanini, tó so at barnafrá-
drátturin eigur at verða bor-
in av kommununum, so
leingi tær áseta hann sjálv-
ar.”
Við uppskotinum um
skattalætta til pensiónistar
hevur landsstýrið ikki víst
á, hvaðani tann írestandi
inntøkan skal koma frá til
at gjalda skattalættan við.
Landsstýrið
eigur
at
virða kommunala sjálvræði
og frælsi og ikki koma við
ófráboðanum uppskotum
og sum eru útreiðslukrevj-
andi fyri kommununar, eftir
at fíggjarætlan kommun-
unnar er løgd. Hetta kann
fullkomiliga taka støði
undan inntøkugrundarlag-
num hjá kommununum og
eina útreiðslu, sum ikki
varð roknað við framman-
undan. Hetta kann eisini
viðføra, at kommununar
koma í fíggjarligt óføri og
máar støði undan tí fíggjar-
ligu sjálvsábyrgdini hjá
kommununum.
Kommunusamskipan
Føroya vil tí heita á lands-
stýrið um at vísa á, hvaðani
tann írestandi inntøkan skal
koma frá til at gjalda
skattalættan við, uttan at
hetta á nakran hátt kemur at
nerva løgdu fíggjarætlan
hjá kommununum.
Landsstýrið eigur at
bera útreiðslurnar
– Vit hava tikið hædd
fyri, at broytingarnar
í skattinum hjá pen-
sjónistum rakar kom-
munurnar. Tí fáa tær
endurgjald á øðrum
økjum, sigur løg-
maður
SKATTUR
Eirikur Lindenskov
– Tað er ikki heilt rætt at
siga, at landsstýrið við
skattalættanum til pensjón-
istar leggur allar útreiðslur-
nar á kommunurnar.
Hetta segði Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, við út-
varpið mánakvøldið í sam-
bandi við úttalislini hjá
Kommunusamskipan Før-
oya.
Løgmaður vísti á, at tað
sum er óheppi í hesum máli
er, at landið hevur latið
kommunum eitt endurgjald,
sum nú fellur burtur.
– Men vit hava tikið hædd
fyri hesum broytingum, og
hava
tí
gjørt
aðrar
broytingar, so kommunur-
nar ikki bera allar útreiðsl-
urnar, segði løgmaður.
Anfinn Kallsberg heldur,
at Kommunusamskipanin
helst ikki hevur kent til allar
broytingarnar sum verða
gjørdar í ásetingarlógini.
– Hetta kemur at raka
kommunurnar nakað, men
als ikki í so stóran mun, sum
kommunurnar ávara ímóti,
sigur løgmaður, sum kortini
gevur teimum rætt í, at tað
líkist ongum altíð at koma
so seint við skattalóg-
arbroytingum, at kommun-
urnar ikki kunnu fyrireika
hetta í fíggjarætlanunum.
Løgmaður vísir á, at polit-
isku viðgerðirnar altíð ger-
ast í so drúgvar.
Kommunurnar
bera ikki allar
útreiðslurnar
C
M
Y
K
6
JUNGMANN
Saltangará · tlf. 448110 - Tórshavn · tlf. 322202
ÚTSØLAN byrjar hósdagin 24-01 kl. 9.00
Opið er til kl. 20.00
Klædnings- & vindjakkar · buksur · troyggjur
skjúrtur & nógv nógv annað