Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 16 - 24. januar 2002 Nr. 16 - 24. januar 2002 9 – Eg síggi fyri mær, at um nøkur fá ár eru vit komin so langt, at vit kunnu fara undir virksemi av biotøkn- iskum slag í Føroy- um, sigur Egil Olsen, sum er ein av odda- monnunum í einum nýggjum, føroyskum felag SLÓÐBRÓTANDI VIRKI Áki Bertholdsen – Eg síggi hetta sum start- skotið til eina nýggja vinnu í Føroyum. Tað er við ikki sørt av bjartskygni, at Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur og vinnulívs- maður, saman við øðrum, nú er farin undir eina roynd at leggja lunnar undir eitt nýtt kapittul í før- oyskari vinnulívssøgu. Tað gjørdi hann, tá ið bløðini týsdagin lýsti við at hann, og onnur hava stovn- að partafelagið Faroe Marine Biotech. Hetta er eitt felag, sum skal fara undir virksemi í Føroyum á biotøkniska økinum. Men tað er ein drúgv til- gongd frá tí at felagið er stovnað, til nakað ítøkiligt virksemi spyrst burturúr. – Hetta er ein vinna, sum krevur stórt tol, ikki minst í Føroyum, tí her er talan um nakað spildurnýtt og óroynt, men eg síggi kortini fyri mær, at vit kunnu fara undir ítøkiligt virksemi um nøkur ár, sigur Egil Olsen. Byggjast upp Egil Olsen sigur, at tey fyrstu árini verður uppgáv- an hjá felagnum at byggja hesa nýggju vinnuna upp í Føroyum. Í fyrsta umfari verður eitt av høvuðsendamálinum at kanna eftir, hvørji sløg av biotøkni, vit kunnu fara undir í Føroyum og hvat, vit kunnu leggja okkum eftir. Hann sigur, at nøkur hug- skot eru komin fram, men enn er tað eitt loyndarmál. Men í longdini er endamál- ið sjálvsagt at stovna eitt virki í Føroyum, sum kann fara undir eitthvørt bio- tøkniskt virksemi. – Verkætlanin um virðis- øking av útróðrarfiski sum Kósin, Sandoy Seafood, Faroe Seafood og Megin- felag Ùtróðarmanna, eru saman um, og har enda- málið er at fáa innvølinir úr tí daggamla útróðrarfiskin- um til høldar á bestan hátt, er ein góð byrjan fyri at skapa eitt gott grundarlag fyri eini biotøkniskari vinnu í Føroyum Á eini biotøkniskari ráð- stevnu innan havvinnur, sum verður í Tromsø í fyrstu viku í Februar í ár og sum savnar granskarar frá nógvum ymiskum londum, verður Faroe Marine Bio- tech fyrstu ferð umboðað. Danial á Argjaboða fer at umboðað felagið á hesi ráð- stevnuni. Ì fyrstani bjóðar P/F Faroe Marine Biotech seg eisini fram at selja biotøkn- iskar úrdráttir fyri Maritex í Føroyum og Ìslandi, eitt nú ensymir til avroðsling av ymiskum fiskasløgum, um- framt keyp og sølu av ymiskum hjáframleiðslum. Nýtt virki kanska í Leirvík Egil Olsen sigur, at Gongur sum ætlað hava eitt virki í Føroyum, um trý til fimm ár sum fæst við okkurt slag av biotøkni. Hann sigur, at enn er endalig avgerð ikki tikin um, hvar eitt slíkt virki skal vera. Men hann sigur, at tað er nógv sum talar fyri at leggja tað í Leirvík. – Tað er ein tanki, vit hava spælt okkum við, sig- ur hann. Hann sigur, at í Leirvík er eitt virki frammanundan, sum turkar høvd og ryggir og við at leggja eitt nýtt biotøkniskt virki uppat hes- um virkinum, kunnu bæði virkini hava felags innsavn- ing av rávøru. Hann vísir eisini á, at tá ið undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð er komin, liggur Leirvík væl fyri í økinum, har mesti fiskurin verður avreiddur í Klaksvík og í Eysturoy. – Og so liggur Leirvík eitt sindur fjarskotið og tað er eisini ein fyrimunir, tí tað skerst ikki burtur, at hetta er ein vinna, sum kann lukta eitt sindur við- hvørt og tí er tað kanska ikki so heppið at leggja hana á fjølbygdum plássi. Egil Olsen væntar at eini 25-30 fara at arbeiða á einum slíkum virki, men tað allarmesta av tí verður vælútbúgvin arbeiðsmegi. Hann sigur, at tá tað kem- ur tað so langt, sum at fara undir virksemi av onkrum slagi, er lítið at ivast í, at tað fer at krevja stórar íløg- ur og tí er eisini ætlanin at fáa aðrar íleggjarar at seta pening í felagið og at koma upp í part. Her verður t.d. hugsað um føroyskar fyri- tøkur bæði innan fiski og alivinnuna umframt aðrar áhugaðar. Fyri at geva eina hóming av, hvussu stóra gransking slík vinna krevur, vísir Egil Olsen á, at Maritex higartil hevur brúkt omanfyri 50 mill. kr. til gransking. Slík virki krevja tí um- framt rættiliga nógva há- tøkniútgerð, eisini arbeiðs- megi, við rættiliga nógvari servitan og tí er talan um sera vælútbúgvin fólk. Men við at fáa Maritex og Lýsi upp í, fáa vit eisini tann fyrimunin, at vit sleppa undan nógvum av tí grundleggjandi gransking- ararbeiðnum, sum skal til fyri at sleppa ígongd og sum kostar nógvan pening og tað skuldi tí spart rætti- liga fitt av íløgum í tøkni og vitan. Stóran týdning Egil Olsen dylir ikki fyri, at hann altíð hevur sæð bio- tøkni sum ein gyltan møgu- leika hjá føroyingum at veksa munandi um virðið í okkara livandi tilfeingi úr sjónum. Biotøkni kann stutt alllýsast sum »Tøkni til at nýta lívverur, kyknur, part- ar av kyknum og/ella mýl- um til vørur og tænastur« Ymiskar greinir eru av bio- tøkni, alt eftir uppruna ella, hvat umhvørvi talan er um, t.d. havbiotøkni, landbún- aðar biotøkni, skógarbio- tøkni, biotøkni innan annan matvøruídnað o.s.fr. Hann sigur, at tað er vanlig semja um, at afturat van- ligari fiskivinnu og alivinn- uni, verður biotøknin tað triðja beinið, sum fiski- vinnan fær at standa á. Hann sigur, at Lýsi í Íslandi selur vørur úr fiskalýsi fyri umleið 80 milliónur krónur í okkara pengum og Mari- tex væntar at selja fyri 60 milliónir í ár, og tað er at kalla bara burturúr slógvi. Norðmenn seta eisini sera stórar vónir til havbio- tøknina. Í ár verður mett, at virðiskapanin frá hjáfram- leiðslum og biotøkniskum úrdráttum verður umleið tvær milliardir Norskar krónur, men í 2020, verður hendan virðisskapanin frá fiski og alivinnuni mett til at verða einar 20 milliardir norskar krónur. Mett verður eisini at í prosentum verður vøksturin í biotøknini munandi størri enn vøksturin í fiski- og alivinnuni annars. – Verður roknað við at tað í miðal verða fiskað 100.000 tons av botnfiski undir Føroyum, kann rokn- ast við umleið 15.000 tons- um av innvølum. Sum støð- an er, koma meiri enn 90 % av innvølunum ikki til høldar men verða tveittir fyri borð. Egil Olsen sigur at verða 70.000 tons av fiskinum flakaskorið á landi, kann roknast við ímillum 20 og 25.000 tonsum av hjáfram- leiðslum frá flakafram- leiðsluni. Hann sigur, at roknað verður við, at í ár, verður framleiðslan av aldum laksi í Føroyum um 40.000 tons. Frá hesi framleiðslu kann roknast við eini hjáfram- leiðslu uppá umleið 12.000 tons. Hetta veldst tó alt um, hvussu nógv av laksinum verður virkað og, hvussu nógv verður selt heilt. Roknast kann tó við at í framtíðini fer størri partur av laksinum at verða við- gjørdur á landi og tískil fer nøgdin av hjáframleiðslum at økjast. Sostatt eru rávørumøgu- leikarnir til biotøknina frá feskfiska- og alivinnuni í Føroyum yvir 50.000 tons. At enda sigur Egil Olsen: – Í einum sjálvberandi, før- oyskum búskapi, er tað av- gerandi neyðugt at hava fleiri bein at standa á. Um rætt verður atborið, hevur ein biotøknisk vinna í fiski- og alivinnuni góðar møgu- leikar í Føroyum. Sí eisini greinina »Før- oysk og útlendsk servitan hond í hond« aðrastaðni í blaðnum. Startskotið til eina heilt nýggja vinnu í Føroyum Frá havi til marknað - úrdráttir og marknaðir fyri hjáframleiðslur úr botn og uppisjóvarfiski, alifiski og rækjum (Rubin 2001). Myndin vísir, hvørjar rávrur og vørur, biotøkni í fiskivinnu fevnir um, og, hvørjir marknaðirnir eru – Ákæran hjá Einari Waag er púra burtur- við, og hevði hann dugað mannagongd- ina í tílíkum málum, hevði hann eisini vitað, at teir eisini fara at verða hoyrdir, sigur Bjarni Djur- holm í sambandi við, at Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, heldur Vinnumálastýrið taka grundarlagið undan føroyskum øli RÚSDREKKA Heri á Rógvi Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í Vinnumálum, heldur, at Einar Waag í Sosialinum í gjár skjýtur við síðurnar av. – Ákæran hjá Einari Waag er púra burturvið, og hann hevði hann dugað mannagongdina í tílíkum málum, hevði hann eisini vitað, at teir eisini fara at verða hoyrdir, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin er ikki samdur við Einari í hansara niðurstøðu, har hann heldur, at Vinnumála- stýrið tekur ein stóran part av grundarlagnum undan føroyska ølinum. Bjarni Djurholm vísir á, at mannagongdin í hesum málinum er tann, at málið er bítt millum tvey stýri, og hetta kemur sambært lands- stýrismanninum javnan fyri. – Bryggjaríini eiga ikki at klaga.Vit hava gjørt eitt tilmæli til broytingar á av- gjøldunum, sum tekur hædd fyri tí samfelagsliga og tí heilsuliga. Málið er viðgjørt í samráð við Rús- drekka- og Narkotikaráðið (nú avtikið, blðm.). Vit ynskja at fremja tann mál- setning, sum er staðfestur í rúsdrekkalógini, sigur Bjarni Djurholm. Rúsdrekkalógin hevur til endamáls at minka um nýtsluna á rúsdrekka í Før- oyum. Ynski er harafturat um, at nýtslan skal vera av so veikum rúsdrekka sum gjørligt. Tað er eitt stig á hesari leið, ið Vinnumála- stýrið nú ætlar at taka. Bjarni Djurholm ynskir at undirstrika, at enn hevur hann bert undirskrivað eitt tilmæli og einki annað. Sjálvur ynskir hann, at taka øll stig í smáum, og tað hevur størstan týdning, at vit hava tamarhald á nýtsl- uni. Málið liggur nú hjá Fíggjarmálastýrinum, sum sambært Bjarni Djurholm ikki hevur raðfest hetta málið serliga frammanliga, og bíðað hevur verið eftir teimum í longri tíð. Hann heldur tó ikki, at føroysku bryggjaríini hava nakað at vera bangin fyri, tí tey vera mestur eisini hoyrd, tá ið málið fer til hoyringar. Bjarni Djurholm sigur, at tann enn vætnar viðgerð av problematikkinum, og hann vónar, at eitt kjak um hesi viðurskifti kann gerast veruleiki. Bjarni Djurholm: Bryggjaríini eiga ikki at klaga Bjarni Djurholm heldur onga orsøk vera at óttast hjá bryggjaríunum, nú broytingar verða gjørdar á avgjøldini á rúsdrekka – Tað er ikki rætt, tá ið tosað verður um, at sterkt øl og vín kapp- ast móti hvørjum øðrum. Talan er um hvør sín drykk, sum verður nýttur til hvør sítt høvi, sigur Dagmar S. Joensen, stjóri fyri Rús- drekkasølu landsins RÚSDREKKA Heri á Rógvi Miðpunktið í føroyskari rúsdrekkasølu er Rús- drekkasøla landsins. Eink- arsølan á rúsdrekkaøkinum í Føroyum umsitur alla sølu av rúsdrekka í Føroyum, og tað er eisin rúsdrekkasølan, sum ger hagtøl fyri rús- drekkasøluna í Føroyum. Føroysku bryggjaríini selja eisini øl sjálvi, men Rús- drekkasølan er tað einasta staðið, har tann vanligi lívsnjótarin kann keypa sær vín. Ì Sosialinum í gjár, tosar Einar Waag um, at ætlan- irnar við at minka um av- gjaldi á víni vilja bera í sær, at øli fær harða kapping frá víni. Men hesum er Dag- mar S. Joensen, stjóri fyri Rúsdrekkasølu landsins, alt annað enn samd við honum um. – Tað er ikki rætt, tá ið tosað verður um, at sterkt øl og vín kappast móti hvørjum øðrum. Talan er um hvør sín drykk, sum verður nýttur til hvør sítt høvi, sigur Dagmar S. Joensen. Hon fegnast um, at vit í Føroyum hava so mikið gott øl, ið Føroya Bjór og Restorffs gera. Hon heldur ikki, at tey bæði føroysku bryggjaríini hava nakað at óttast, tí hon væntar, at ølsølan fer at veksa, og hetta hava fram- rokningar eisini víst. Hon vísir samstundis á, at øli hevur minsta vinning- in, og tað er eisini tann drykkurin, ið Rúsdrekka- sølan vinnur minst av. Broytist – Drekkimynstrið fer at broytast, um vit so minka um avgjaldið ella ikki, sig- ur Dagmar S. Joensen. Hon heldur, at hetta skyldast, at fólk verða ávirkaði utt- anifrá. Eisini er tað ein sannroynd, at drekki- mynstrið broytist. Dagmar veit at siga frá, at sama argumentatión, ið er at hoyra í Føroyum nú, var at hoyra Í Danmark, tá ið ølsølan har minkaði. Hetta er tó framvegis ikki rætt, tí talan er um hvør sín drykk. Annars vísa hagtøl, sum verða viðgjørd aðrastaðni í blaðnum, at føroyingar drekka alt minni sterkt øl (gullstyrki). Og ístaðin drekka føroyingar meira pilsnaraøl. Dagmar S. Joensen harmast tó um, at brenni- víni verður gjørt dýrari, tí hon væntar, at hetta kann eggja fólki til at framleiða egið rúsdrekka, t.e. heima- bryggj. Hon vísir á, at í Norra kenna tey til hetta, og har vísa fólk gleðiliga fram, at tey sjálvi framleiða rús- drekka, og løgreglan kann einki gera við hetta. – Moralurin er fallandi, staðfestir Dagmar S. Joensen. Dagmar S. Joensen. Rúsdrekkasøla landsins: Øl og vín kappast ikki – Drekkimynstrið fer at broytast, um vit so minka um avgjaldið ella ikki, sigur Dagmar S. Joensen Føroyingar keypa og drekka meira rúsdrekka nú, enn árini framman- undan. Hetta vísa hagtøl, ið Rús- drekkasøla lands- ins hevur gjørt RÚSDREKKA Heri á Rògvi Hagtøl, ið Rúsdrekka- søla landsins hevur gjørt siga, at hvør føroyingur drekkur 5,4 l av reinum alkoholi í part um árið. Hetta er í mun til 5,1 l í fjør. Hagtølini vísa, at før- oyingar drekka eins nógv brennivín sum vín. Gongdin gongur tó tann vegin, at føroyingar eru farnir at drekka nógv meira vín. Býtið millum føroyskt og dankst øl er, at føroy- ingar drukku 885.414 l av veikum føroyskum øli og 959.174 av sterk- um føroysku øli. Hetta gevur eina samlaða nýtslu upp á 2.831.667 l av øli í 2001. Sum heild staðfesta hagtølini, at gongdin er soleiðis, sum myndug- leikarnir hava tosað um; fólk drekka minni sterkt øl og lutfalsliga minni av brennivíni. Fólk drekka meira pilsnaraøl og meira vín. Hagtøl: Føroyingar drekka meira Føroyingar drukku meira rúsdrekka í 2001 enn í fleiri ár C M Y K 9 8