fríggjadagur 2. juli 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
Sosialurin
Leo Poulsen
1. juli 1940 byrjaði Trygg ingar
samband Føroya sítt virksemi,
so í gjár kundi umskipaða
Tryggingargelagið
Føryar
hátíðarhalda sín 70 ára føð
ingardag. Og tað var gjørt við
manér.
– Tað var alla tíðina mein
ingin, at vit skuldu veita
heilsu verkinum eina gávu, og
tí settu vit okkum í samband
við Landssjúkrahúsið fyri at
vita, hvør størsti tørvurin var.
Og tað skuldi eisini verða eitt
hvørt, ið pkáss ikki var fyri
innan verandi fíggjarkarmar,
sigur Gunnar í Liða, forstjóri
í Tryggingarfelagnum Før
oyar.
Og innan heilsuverkið
var eingin ivi. Tað, sum allar
størsti tørvur var á, er ein
nýggj ur MR skannari.
Hetta var gamaní ein rætt
iliga dýr gáva, men vit valdu
kortini at ganga ynskinum á
møti og veita heilsuverkinum
eina gávu á tíggju milliónir
krónur, sigur Gunnar í Liða.
Føðingardagurin verður
annars hildin við einari røð av
mentanarligum og trygdar
ligum
tiltøkum
komandi
tríggj ar mánaðirnar.
Gunnar í Liða segði eis ini
í røðu síni, at Trygg ingar
felagið Føryar og heilsuverkið
als ikki vóru ólík í sínum
starvi, tí bæði seta trygdina
í hásæti, um enn ikki júst á
somu økjum.
Førðingardagurin í gjár
var annars hildin við kaffi
og køkum til starvsfólk og
sjúklingar á teimum trimum
sjúkrahúsunum,
umframt
at allar deildir hjá felagnum
bjóð aðu viðskiftafólkunum
kaffi, køkur og eitt trygg ing
ar prát.
Øktur kapasitetur
Á Landssjúkrahúsinum fegn
ast tey um hesa stórfingnu
gávuna. Við verandi skannara
fáa tey gjørt áleið 500 skann
ingar um árið, meðan nýggi
MR skannarin megnar heilar
2000 skanningar.
Men tað er ikki bert talið
av skanningum, sum økist.
Eis ini økir á kroppinum, sum
gamli skannarin ikki klárar
at skanna, megnar hesin
nýggi.
– Eitt annað, sum hesin
nýggi skannarin fer at bøta
um, er at nú kunnu vit gera
so at siga allar skanningar í
Føroyum. Tað merkir so, at
vit nú fara at sleppa undan
at senda fólk av landinum til
diagnisiseringar, sigur Allan
Skaalum, sjúkrahússtjóri.
MRskannarin
kemur
ser liga nøkrum ávísum sjúk
lingabólkum til góðar. Eitt
nú krabbameinssjúklingum,
hjarta og æðrasjúklingum
og teimum við sjúkum í
rørslu lagnum, gallræsunum
og nerva lagnum.
Hetta er triði skannarin,
ið Tryggingarfelagið Føroyar
letur heilsuverkinum. Gunnar
í Liða, forstjóri í Trygg ing ar
felagnum Før oyum vísir á,
at endamálið hjá felagnum
er at skapa tryggleika. Hann
fegnast um, at felagið við at
lata skannarar kann vera
við til at skapa tryggleika í
heilsu verkinum, og harvið
skapa størri tryggleika fyri
allar føroyingar. Forstjórin
fegnast eisini um, at felagið er
so mikið væl fyri fíggjarliga,
at tað ber til at geva slíkar
gávur, ið kunnu vera øllum
føroyingum at gagni.
Umbyggjast
Skannarin er ikki nakað, ein
tekur undir armin. Hann er
bæði tungur og krevur nógv
pláss.
– Skannarin vigar heili
tíggju tons. Men hann krevur
eis ini pláss, og í løtuni er
einki pláss fyri honum. Tað
verður tí talan um nakrar
um byggingar, ið skulu til,
og hesar mugu gerast sam
stundis, sum sjúkrahúsið
skal fungera. Tað merkir so,
at vit neyvan kunnu taka
skann aran í brúk fyrr enn út
móti sumri komandi ár, sigur
Allan Skaalum.
Nýggi skannarin verður
tøknifrøðiliga á nýmótans
støði, og ger tað møguligt
hjá ser læknum uttanlands
at mót taka myndir í høgari
góðsku umvegis internetið.
Marius Rasmussen, leiðandi
yvir lækni á Diagnostiska
depl inum metir, at við hesi
loysn fara heilsuverkið og
sam fel agið við tíðini at spara
mun andi pening og vónandi
eis ini fleiri mannalív.
leo@sosialurin.fo
Sjúklingar ikki sendir
av landinum longur
Gáva Í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, handaði forstjórin, Gunnar í
Liða, Helenu Dam á Neystabø ein kekk upp á tíggju milliónir krónur til keyp av nýggjum MR skannara
Gunnar í Liða var í rættiligum føðingardagshýri, tá hann handaði Helenu Dam á Neystabø – sum vikarieraði fyri Axel V. Johannesen – ein kekk á tíggju milliónir krónur
Mynd: Álvur Haraldsen
STÓR Gáva