Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 34 Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 Kirkjugarður á Svínaryggi he n d u r i ð sl ep t u Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Anders Neuhausen: Danin sum vildi enda sínar dagar í Føroyum Í komandi pørtum fara vit at lýsa Caroline og Zacharias Heinesen Anders Neuhausen var verfaður Valdemar Lützen, kendan hand ils­ mann í Havn. Sum ofta er, var tað rein tilvild, at hann kom at enda sínar dagar í Føroyum. Anders átti eina dóttir Ingeborg, sum hevði søkt og eisini fingið starv sum lærari á Borðuni. Her var viti komin í 1893. Í 1897 søkir vitameistarin um at fáa lær­ ara til vitan. Tað verður játtað og tey fylgjandi árini eru nokk so nógvir skiftandi lærarar á Borðuni. Tann fyrsti lærarin var Eva, systir Valdemar Lützen. Men tá ið Ingeborg skuldi fara avstað til Føroya gjørdist hon sjúk og mátti setast aftur. Men hetta endaði við, at systir Ingeborg, Ellen, fór í staðin til Føroyar í 1906. Her kemur hon í samband við Valdemar Lützen. Hansara handil hevði sáttmála við vitaverkið um at lata teimum útgerð. Kanska hevur hann sjálvur verið úti á Borðini við vøru og er so fallin fyri lærarinnuni. Men undir øllum umstøðum giftast tey og fáa tveir synir, Viggo og Mogens. Í ætt við stovnaran av Tivoli Ellen var ættað úr Thisted í Norð­ ur jútlandi. Foreldrini hjá henni vóru Othonia Petrine Carstensen f. 1845 og Andreas Neuhausen f. 1838. Mamman var nærmasta ætt hjá Georg Carstensen, stovnara av Tivoli í Keypmannahavn. Andreas var fyrst keypmaður í Thisted, men seinni flyta tey til Keyp mannahavnar, har hann verð ur bókhaldari. Ellen og Inge­ borg eru í hvussu er føddar í Keyp­ manna havn. Othonia doyr sum tað skilst rættuliga ung. Á ellisárum flytir Anders til Føroya at vera hjá Ellen og Valdemar. Her blívur hann so ver andi til hann doyr i 1916 og verður jarðaður undir liðuni á for­ eldr unum hjá Valdemar, Jettu og Jacob Lützen. Um børnini hjá Anders kann annars sigast, at tey vóru níggju í tali. Summi teirra eru farin nakað vítt. Elsti sonurin Johan f. 1879 var uppkallaður eftir abbanum, sum var hattamakari. Hann gjørd ist apotekari í Capetown í Suður­ afrika. Annars er at siga um Ingeborg, at hon gjørdist kend sum ein sera virkin kvinna. Hon var drívmegin at stovna »folkebørnehaver« í 1915. Hon tók eisini í 1941 stig til at stovna Børneringen, sum á donskum og kristnum grundarlagi skuldi verja børnini móti nasistiskari ávirk­ an. Hon hevði eisini serlig evni at savna pening inn til hetta enda mál. Ingeborg gjørdist riddari av Danne­ brog. Versonurin gjørdist handils­ maður og nógv annað Kann ikki so nógv sigast um Anders Neuhausen, kann meira sigast um versonin Valdemar. Í 1904 søkir hann um at fáa hand ils loyvi. Jólaaftan sama ár byrj ar hann at selja millum ann að »kul, koks og brænde samt bygge­ materialer«. Hann fær sáttmála at lata vørur til Færøernes Fyrvæsen og donsku sjóverjuna. Hann keypti skonnartina Olaus, sum var komin inn á Skálafjørðin fullfermd við koli. Men skipið hevði eisini leka. Valdemar leigar eitt øki inni á Strond um, og hann nýtir Olaus sum hulk. Tað er frá hesum, at stað ar­ navnið Hulkur stavar. Í 1934 byggir hann oljutanga á Hulki, og her selur hann kol og olju til skipini. Hetta virk semi hevur hann til seinni heims bar dagi brestir á. Valdemar var yvirhøvur væl lýddur sum ein góður arbeiðsgevari. Á Strondum varð hann kendur fyri at gjalda lønina í hondina. Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja á bygd tá í tíðini. Valdemar hevði sera fjølbroytt virksemi. Í 1930 varð sandbáturin Slúkur keyptur, og Valdemar og Niels í Heiðunum seldu sand saman. Valdemar fekk sær eisini roykivirki, har teir royktu sild og áll. Eisini átti hann skip. Fyrst For­ ældres Minde og síðan Syv Søstre, upp kallað eftir hansara sjey systr um. Valdemar var eisini ein av und ­ an gongumonnum í mjólkar for sýn­ ingini í 1908. Hetta var stórt fram­ brot tá í tíðini. Hann var eisini í mong ár umboð fyri eitt enskt tryggingarfelag, har stórur partur av føroyskum set hús­ um vórðu tryggjað. Valdemar hevði eisini umsorgan fyri okkara sjófólki, og hann var ein av oddamonnunum, tá ið sjómansheimið í Havn varð bygt. Hann var eisini oddamaður hjá arbeiðsgevarum, tá ið arbeið ara­ rørslan tók seg upp og var við til at gera fyrsta sáttmálan við Havnar Arbeiðsmannafelag í 1916. Hetta varð gjørt uttan verkfall. Hann var eisini kirkjuverji og var kendur fyri sítt sosiala medvit. Hann lívgaði hjá mongum, sum vóru illa fyri. Skeiva pakkhús Í 1928 læt Valdemar Skeiva Pakk hús byggja. Grótarbeiðið við Skeiva­ pakkhús stóð skrivarin Jens Jensen fyri saman við Essa á Kirkjuveg. Valdemar fekk gjørt eitt lítið vekt­ arhús uppi á Høgu­kaj skamt frá trapp uni niður á Lágu­kaj. Timb­ ur arbeiðið høvdu Frants & Óli Mort en sen av Argjum. Valdemar kravdi, at eitt stórt hurðahol bleiv gjørt í kjallaranum á suðursíðuni, men skrivarin noktaði. Valdemar fekk hann at gera tað við at taka skyldina á seg. Skrivarin segði tað var óðamannaverk. Hurðaholið bleiv so múrað til, men fleiri ár seinri tikið frá aftur, og hurð sett í, so teir stóru lastbilarnir kundu fáast innar. Sig so ikki at Valdemar var framsíggin! »Kul, koks og brænde« Valdemar Lützen handlaði við byggi tilfari, jarni, cementi, múr stein ­ um og eisini koli, koksi og brenni. Eina tíð keypti Valdemar eisini torv úr Rituvík at selja havnafólki. Í 1920­unum varð koyrt runt í býnum við hestavogni við vøru. Tá byrjaðu bilar at koma, og so við og við keypti Valdemar teir kendu gulu lastbilarnar. Í Vágsbotni móti Bryggjubakka stóðu neyst og her lá trægoymsluhús hjá Vágsbotnshandlinum. Í fyrru helvt av 1920­unum vóru hesi hús tikin niður, og betongbygningar stoyptir. Valdemar Lützen átti tann norðasta av teimum. Hann hevði verið í Bergen, og hann mælti til, at bygningarnir fingu sama snið, sum Hansabygningarnir á Tysker­ brygg en í Bergen. Skriv stov an hjá Valdemar Lützen var øll árini úti í Fabrikkini í Rættará, men tá ið bygningurin á Bryggjubakka var liðugur í 1923­24, var flutt higar. Men so flutti hann útaftur í mars 1940 í nýggja skrivstovubygningin, ið bygd ur bleiv sunnanfyri Fabrikkina og yvir Rættará. Konsul Mason hevði eisini skrivstovu hjá teimum í Rættará undir krígnum. Har komu tí nógvar skipsmanningar at stempla passini hjá Mason. Eisini olja Tað hevur helst verið í 1930­unum, at Valdemar Lützen yvirtók DDPA­ agenturið. Men tá ið kríggið brast á, var eingin leverandørur úr Dan mark. Tá sendi Valdemar eitt tele gramm yvir til Rockerfeller í New York. Hann svaraði aftur og spurdi hvør handlaði við olju. Hann fekk at vita, at tað var Shell og DDPA. Eingin trygging var, so Valde mar Lützen tók ábyrgdina bæði fyri Shell og DDPA. Ein olju­ bátur Tuxhavn sigldi undir øll um krígnum úr Onglandi við petrol­ eum, bensini og olju til bæði Shell og DDPA. Hetta oljuævintýrið endaði í 1949, tá Esso sjálvt, seinni Statoil nú Effo, yvirtók oljuna. Valdemar Lützen var eitt gott ar­ beiðspláss, har fólk støðaðust væl. Sonur Valdemar, Mogens, tók yvir tá ið gamli Valdemar fall frá. Fabrikkin hjá Valdemar Lützen í 1927 ANDREAS NEUHAUSEN FØDT I THISTED 24. MARTS 1839 DØD 31.AUGUST 1916 Anders Neuhausen saman við konuni Othanie Eitt fremmant navn í gamla kirkjugarði er Neuhausen. Men Anders kom tó at fáa kenda ætt í Føroyum Valdemar og Ellen