Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen EB/Streymur legði bragdliga fyri í dystinum á Fredriksskans IP í Kalmar, og longu í øðrum minutti hevði Gudmund Nielsen fyrstu roynd ina á málið. Yvirhøvur tordu sundalagsmenn, sum í gjárkvøldið spældu í hvítum búna, væl at bjóða Kalmar FF av, og tað gekk tí ikki væl hjá svensk arunum at fáa spælið at hanga stórvegis saman. Sjálvt um teir í EB/Streymi løgdu stóran dent á at vera tættir í verju partinum, bæði í verjuni og á miðvøllinum, spældu teir væl sam­ an frameftir, og burtur úr tí spurd­ ust fleiri hálvir kjansir. Fyrstu trý korterini høvdu spælararnir eisini bæði orku og yvirskot til at loysa uppgávuna. Kalmar FF hevði frammi í síni vinstru síðu ein sera kvikan spæl­ ara, men hann kom slett ikki til sín rætt, tí Bjarni Jørgensen ansaði honum so væl. Í staðin royndu svensk ararnir at senda høgar og lang ar bóltar fram til hinar báðar í álop inum, men tað gav púrt einki. Ein broyting á liðnum hjá EB/ Streymi var, at Sorin Anghel aftur var við, og tað gjørdi veruliga góðan mun. Hann spældi sum eitt slag av »miðju­sweepara«, stríddist væl fyri sakini og vann nógv í luftini. Ei undur í, at hann hevur verið sakn­ aður síðstu dystirnar, nú hann hevur verið heima í Rumenia í út­ búgv ingarørindum. Eisini var Daniel Udsen fluttur inn á miðvøllin at spæla, og tað bøtti eisini munandi um samanhangin í spælinum hjá EB/Streymi, ið var væl við í fyrra hálvleiki. Hóast spæl­ ararnir sóu ljóst upp á tað í hálv­ leikssteðginum, so skuldi tað vísa seg, at seinni hálvleikur myndaði seg nakað væl øðrvísi enn fyrri. Brasilsk bjarging Nokk so skjótt setti Kalmar FF seg á tað nógva av spælinum, og tí gjørd ist talan um eitt ávíst trýst, ið tó ikki gav teir stóru kjansirnar. Onkra ferðina mátti René Tórgarð vísa sínar snildir, og aðrar ferðir var verjan fyri, tá tað var um at gerast vanda mikið. Størsta málmøguleikan av øll­ um fekk Arnbjørn Hansen. Bólt­ urin kom frameftir við kós ímóti Gudmundi Nielsen, ið var rang­ staddur, men tá hann gekk aftur­ eftir og læt bóltin fara, fór Arn­ bjørn stormandi einsamallur ímóti mál inum. Temjingin var bara ikki nóg góð, so bólturin fór í so langt frá honum, og tí eydnaðist mál verj­ anum hjá Kalmar FF at verða fyrri á bóltinum. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir, gjørdi Kalmar FF eina dupulta út­ skifting, og hon skuldi vísa seg at muna. Ikki gekk nógv meira enn ein minuttur, so vóru teir báðir innskiftu brasilianararnir upphavsmenn til kvika gjøgnumspælið mitt fyri, ið endaði við, at ein triði brasiliari, Ricardo Santos, gjørdist púra leysur mitt fyri og skoraði trygt. Hóast EB/Streymur brúkti nógva orku og eisini møddist, sum tað leið út á seinna hálvleik, er talan um eitt gott útivallarúrslit undan seinna dystinum, sum verð ur á Svanga­ skarði næsta hós kvøld. Megnar EB/ Streymur at halda svenska lið num líka væl, samstundis sum egnir kjansir verða brúktir rætt, er møgu­ leikin brádliga har. hilmarjan@sosialurin.fo Ein dystur verður í Voda fone­ deildini í vikuskiftinum. Í Fugla firði tekur ÍF, sum hevur havt eitt gott kappingarár higartil, ímóti AB, sum liggur niðast í Voda fonedeildini. ÍF liggur á einum triðja plássi við 24 stigum og hevur eisini spælt seg í final una í kappingini um Løg mans steypið. Argjamenn liggja niðast við níggju stigum og hava ikki megnað at hildið fram við góðu gongdini frá í fjør. Men liðini koma frá hvør sínari støðu frá seinasta vikuskifti. ÍF fekk bank í Fuglafirði av B36, meðan AB sum tað fyrsta í tíggju royndum megnaði at taka stig frá NSÍ. Dysturin er leygardagin kl. 17.00. trondur@sosialurin.fo ÍF fær í næstum ein svenskan leikara til royndarvenjing. Talan er um 19­ára gamla Magnus Berglund, sum sjálv­ ur hevur spurt seg fyri hjá ÍF. Hann hevur seinastu tíðina spælt við Saxemara, sum spælir í triðju deild í Svøríki. Magnus Berglund sigur í sam­ røðu við svenskt blað, at hann gleðir seg til at sleppa at spæla í Føroyum. Hann nevn ir eisini Gunnar Nielsen sum dømi um, at føroyingar kunnu framleiða stórtalent. trondur@sosialurin.fo Argjamenn á varmakeldu Svenskur leikari til ÍF – Eg haldi, at vit hava eitt fínt út gangsstøði undan seinna dyst inum. Við góðari upp bakk­ ing kunnu vit gera tað upp­ aftur betur í seinna dystinum á Svangaskarði, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, ið viðurkendi, at stór ur munur var á fyrra og seinna hálv leiki. – Í fyrra hálvleiki tora vit at spæla og fáa eisini fleiri hálvar kjansir, men eftir steðgin vóru vit undir nógv størri trýsti, so orkan fór at ganga undan. Men vit vóru alla tíðina væl skip aðir, og eg eri sera errin av tí innsatsi, mínir spælarar vístu. Tað kundi Heðin eisini vera, tí venjarin hjá Kalmar FF, Nanne Bergstrand, hevði eftir dystin bert rósur at bera spæl arunum hjá EB/Streymi: – Hetta var ikki ein dystur, ið minti um dystirnar í All­ svenskan, men tað høvdu vit heldur ikki væntað. Spæl ar arnir hjá EB/Streymi stríddust væl og spældu við hjartanum. Fyri okkum hevði tað nógv at siga, at vit fingu hatta málið, men enn eru vit bara komnir hálv an veg, tí ein dystur er eftir enn. hilmarjan@sosialurin.fo Evropa LEaguE Hóast eitt seint mál gjørdi, at EB/Streymur tapti fyrra dystin ímóti svenska Kalmar FF, livir europeiska vónin enn. Talan var um ein stríðsinnsats, ið mundi givið javnleik Stríddust fyri sakini UEFA Europa League · Fredriksskans IP í Kalmar, 1. juli 2010 kl. 20.00 Kalmar FF - EB/Streymur 1-0 (0-0) 1-0: Ricardo Santos, 79. Dómari: Stefano Poedschi (San Marino) Kalmar FF: Petter Wastå – Mattias Johansson, Marcus Lindberg, Tobias Carlsson (Stefan Aalander, 53.), Stefan Larsson – Tobias Eriksson (Daniel Mendes, 77.), Henrik Rydström, Erik Israelsson (Marcel Sacramento, 78.) – Daniel Sobralense, Ricardo Santos, Abiola Dauda EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen – Sorin Anghel – Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen, Bjarni Jørgensen (Arnar Dam, 65.) – Arnbjørn Hansen Gult kort: Daniel Udsen LIva ENN Gudmund Nielsen roynir her at sleppa millum tveir av spælarunum hjá Kalmar FF í dystinum í gjárkvøldið, har EB/Streymur tapti tepurt og tí framvegis megnaði at halda lív í europeisku vónini Mynd: Sofus D. Johannesen Heðin errin