fríggjadagur 2. juli 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
44
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
HM-fjórðingsfinalan millum Argen-
tina og Týskland verður tann sætti
dysturin millum londini bæði í ein-
um HM-endaspæli. Í 1986 spældu
londini eina tað bestu HM-finaluna
nakrantíð í einum hendingaríkum
og málríkum dysti, meðan somu
londini spældu ta keðiligastu HM-
finaluni í søguni í 1990, har einasta
málið kom uppá brotsspark seint í
dystinum. Í hesari HM-kappingini
hava bæði Argentina og Týskland
víst framúrskarandi spæl og mál-
tev, og tað gevur vónir um, at fjórð-
ingsfinalan í Cape Town, sum byrjar
leygardagin klokkan trý føroyska
tíð verður ein hendingarík, og
mál rík fjórðingsfinala, sum fer at
standa sum ein prýðiligur varði fyri
tann álopshugaða fótbóltin.
11 finalur millum sín
Argentina og Týskland hava verið
meir ella minni fast inventar í
hvørj um HM-endaspæli við onkr-
um hend inga undantaki, og hava
londini 11 HM-finalur millum sín.
Argen tina var í fyrstu HM-final uni
í 1930, og teir vóru aftur í HM-final-
unum í 1978, 1986 og í 1990. Argentina
vann á Hollandi í 1978, og á (vestur)
Týsklandi í 1986. Týskland var í
HM-finaluni í 1954, 1966, 1974, 1982,
1986, 1990 og í 2002. Týskland vann
á Ungarn í 1954, á Hollandi í 1974 og
á júst Argentina í 1990. Argentina
hevur vunnið Copa America 14
ferðir, og Týskland hevur vunnið
EM tríggjar ferðir, so talan er um
tvær av teimum mest sigursvandu
fót bóltstjóðunum í heiminum.
Fyrstu ferð í 1958
Fyrstu ferð londini møttust í ein-
um HM-endaspæli, var í HM-enda-
spælinum í Svøríki í 1958. Liðini
vóru í bólki saman. Hini londini í
bólk inum vóru Norðurírland og
Kekkoslovakia. Týskland skuldi
verja sítt heimsmeistaraheitið frá
1954, og teir vunnu ein rættiliga
sann førandi 3-1 sigur á Argentina,
har hetjan frá HM-finaluni í Bern
í 1954, Helmuth Rahn skoraði tvey
mál. Argentina kom annars á odda í
triðja minutti, men týsk arar gjørdu
tað, sum teir so ofta gera, teir komu
afturíaftur og vunnu at enda trygt
dystin, sum var spældur á leik-
vøllinum í Malmø. Argen tina endaði
aftast í bólk inum, meðan Týskland
kom í hálvfinal una, har teir taptu
ímóti Svøríki. Bronsu dystin taptu
teir ímóti Fraklandi.
Aftur í bólki saman í 1966
Tá HM-endaspælið var í Onglandi
í 1966 vóru Týskland og Argentina
aftur í bólki saman. Bæði liðini vóru
ógvuliga sannførandi í bólka spæl-
inum. Týskland vann 5-0 á Sveis
og 2-1 á Spania, meðan Argentina
vann 2-1 á Spania og 2-0 á Sveis.
Tí var tað kanska ikki so løgið, at
innan hýsis dysturin millum liðini
á Villa Park í Birmingham endaði
við javn leiki 0-0. Argentina tapti 0-1
til Ong land í fjórðingsfinaluni, har
teir vóru dekan ov harðligir. Hetta
fekk enska venjaran, Alf Ramsey at
nevna argen tinar »animals«, og tað
fall ikki í góða jørð. Týskland spældi
seg í finaluna, men har taptu teir
2-4 ímóti Onglandi. Málið til 3-2
hev ur nú fingið ein kappingarneyta
sum mest umrødda hending í HM-
søguni, nevnliga dundurskotið hjá
Frank Lampard, sum fór ¾ metur
inn um týsku málstrikuna, men ikki
bleiv viðurkent.
HM-finalan í 1986
20 ár gingu, áðrenn liðini møttust
aftur í einum HM-endaspæli. Hesa-
ferð í tí fyrstu HM-finaluni, sum var
sjónvarpað beinleiðis í Føroyum.
Dyst urin, sum var spældur tann
29. juli er ikki bara minniligur fyri
føroyingar, sum eru 35 ár og eldri
av hesi orsøk. Talan var um eina
veru liga góða og væl spælda finalu.
Týsk arar vóru í sínari aðru finalu á
rað, meðan Argentina hevði vunnið
HM á heimavølli átta ár áðrenn.
Heili 114.600 áskoðarar vóru til
final una á Azteca leikvøllinum í
Meksiko býi, sum var spæld í nógv-
tvær hm
hm2010 Argentina og Týskland
hava spælt ímóti hvørjum øðrum
í tveimum HM-finalum. Onnur var
hendingarík og spennandi, meðan hin var
tann ringasta í HM-søguni. Í 2006 var tað
ein týskari rundan um vøllin, ið gjørdi vart
við seg í fjórðingsfinaluni landanna millum
ein stadion
Argentinsku leikararnir
fáa góðan stuðul frá
áskoðarunum í Suðurafrika
Lothar Matthäus og Rudi Völler
fegnast um HM sigurin í 1990,
sum tó var ein tann keðiligasta
finalan í HM-søguni. Høgrumegin
sæst Andreas Brehme skora
sigursmálið uppá brotsspark.
Maradona kyssir HM-steypið eftir
sigurin á Týsklandi í Meksiko 1986
týsk frøi í rom
vakur stuðul
høvd ella króna