fríggjadagur 2. juli 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102
Sosialurin
Ítróttur
um hita. José Brown legði Argen tina
á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna
hálvleiki økti Jorge Valdano til
2-0, og tað sá út til at Argen tina
fór at koyra sigurin heim, men so
endurtóku týsk arnir ta sertýsku
dygdina. Teir komu afturí aftur. Tá
74 minuttir vóru farnir minkaði
Karl-Heinz Rummenigge til 1-2, og
bara seks minuttir seinni javnaði
Rudi Vøller til 2-2. Nú sóu mong
longda leiktíð fyri sær. Men stutt
undan
leikloki
spældi
Diego
Maradona
Jorge
Burruchaga
leysan, sum beindi bólt in í málið
til 3-2 til Argentina. 30 miljónir fólk
há tíðar hildu sigurin í gøt unum
kring alt Argentina, og fagn að urin
mundi ongan enda fingið. Diego
Maradona vann tann gylta bóltin,
fyri at verða tann besta spælarin
í HM-enda spælinum. Nógvir ong-
lendingar hildu lítið um hetta,
tí hann brúkti hondina, tá hann
skoraði ímóti Onglandi í fjórðings-
final uni. Men í sama dysti skoraði
Maradona kanska vakrasta málið í
HM-søguni, tá hann koyrdi slalom
við bólt inum gjøgnum alla ta ensku
verjuna.
HM-finalan í 1990
Liðini møttust aftur í HM-finaluni
á tí olympiska leikvøllinum í Róm
tann 8. juli í 1990. HM-endaspælið í
Italia hetta árið verður mett at verða
ringasta HM-endaspælið í søguni av
mongum. Tí var tað kanska ikki so
løgið, at finalan bleiv ein staðfesting
av hesum. Argentinar vóru als
ikki líka undirhaldandi, sum árini
frammanundan, og var tað ikki
leikliga uppiborið, at teir komu í
finaluna. Í 1/8 finaluni ímóti Brasil
vóru teir ófatuliga hepnir, tá Brasil
skeyt stengur og yvirleggjarar
sundur, meðan Argentina bert hevði
ein málmøguleika, har Maradona
við einari genialari sending spældi
Claudio Cannigia leysan ímóti
dystarenda. Cannigia vildi floyta á
spælbýtið og á rættvísið, og sendi
bóltin kyniskt í netið til 1-0. Í bæði
fjórðingsfinaluni og í hálv finaluni
bjargaði
argentinski
mál verjin,
Sergio Goycochea sínum liði í
brotsparkskappingum ímóti ávika-
vist Jugoslavia og Italia. Týsk land,
sum spældi sítt seinasta enda spæl,
sum »Vestur-Týskland« stóð fyri
ein stórum parti av tí hend inga
undirhaldi, sum var í HM-enda-
spæl inum hetta árið. Vert er bert
at draga tvær hendingar fram frá
sjálv ari finaluni. Tá 65 minuttir
vóru farnir fekk Pedro Monzon
hjá Argentina tað reyða kortið
fyri at fella Jurgen Klinsmann, og
gjørd ist Monzon fyrsti spælarin í
søguni, sum bleiv útvístur í einari
HM-finalu. 20 minuttir seinni
feldi Roberto Sensini Rudi Vøller
í
argentinska
brotsteiginum.
Andreas Brehme var settur at
skjóta brots sparkið, sum Týskland
fekk burturúr støðuni. Andreas
Brehme var tryggur, og hann sendi
alt Týskland í ekstasu. Ikki so
langa tíð aftaná HM-finaluna vóru
Vestur- og Eystur-Týskland sam-
eind aftur.
Stadionspeakarin í 2006
Liðini møttust eisini í HM-fjórð-
ings finaluni í tí seinasta HM-enda-
spælinum, sum var í Týsklandi í
2006. Roberto Ayala legði Argen-
tina á odda tá fýra minuttir vóru
farnir av seinna hálvleiki, og
leingi var líkt til, at Argentina fór
at senda vertstjóðina út í myrkr-
ið. Men 10 minuttir áðrenn leik-
lok javnaði Miroslav Klose – hvør
annar? – fyri Týskland, og bjarg aði
týskarum longda leiktíð. Í longdu
leiktíðini kom einki mál. Í brots-
sparkskappingini settu týskarar
fýra av fýra brotsspørkum í netið
– sum ikki einaferð! – meðan
Argen tina brendi tvey av fýra
brots spørkum. Rættiliga nógv rok
var aftaná dystin, men tað sum er
kanska mest minniligt er nakað,
sum hendi framvið vøll inum. Tá
tað sá myrkast út hjá Týsklandi,
og Argentina førdi 1-0 ljóðaði úr
hátalarunum frá stadion speak-
aranum – ella vallarvarparanum,
sum tað eitur á føroyskum: »Mínar
damur og mínir harrar, okkara lið
hevur tørv á tykkara stuðuli«. FIFA
handlaði skjótt, og fekk stadion-
speakaran sekkjaðan, tað sum
eftir var av HM-endaspælinum.
Høvuðs orsøkin hjá FIFA var, at tað
var ímóti Fair Play andanum at
hjálpa heimaliðnum gjøgnum há-
talara kervið. Ein suðurafrikani er
stadion speakari, tá liðini hittast í
Cape Town, og vit fáa vónandi og
vænt andi eina spennandi og minn-
iliga fjórðingsfinalu.
heris@sosialurin.fo
finalur og
speakari
Týskarar við steypinum í 1990
Miroslav Klose javnar fyri
Týskland í fjórðingsfinaluni
í 2006, sum týskarar vunnu
eftir brotssparkskapping.
Fjórðingsfinalan millum liðini í 2006 gjørdist rættuliga heit, og
endaði í einum stórum rokið. Legg til merkis Maxi Rodriguez við
nevanum hægst, klárur at langa Bastian Schweinsteiger í nakkan.
rumbul og rok
klose javnar