Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-02, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. juli 2010 · Nr. 102 46 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Hóast talan ikki var um ta mest ræðandi mótstøðuna, NSÍ fekk í Gundadali í gjárkvøldið, eydnaðist kortini ikki at sleppa frá dystinum við skinninum á nøsini, tí Gefle IF vann við tveimum málum. Tað, sum helst var uppaftur meira skuffandi fyri teir gulu, var for spælið til málini. Í báðum førum var talan um gávur frá NSÍ, sum gjøgnum dystin gjørdi øgiliga nógvar feilir og ofta spældi bóltin fyri føt urnar á svenskarunum, ið still aðu upp við síni sterkastu mann ing. Júst tað var veruliga spell, tí langar løtur í dystinum spældi NSÍ fult upp ímóti Gefle IF, ið helst kundi takka sínum skjóta framherja fyri, at dysturin endaði við einum greiðum sigri, tá samanum kom. Ei undur í, at alt bendir á, at Alexander Gerndt endar í onkrum holl endskum felag í næstum, tí hann skaraði veruliga framúr hjá gest unum. At hann var skjótur, vistu NSÍ- ararnir av, men tá tað veruliga galt, var hann ikki bara skjótur, men óhugn aliga skjótur. Fyrra málið fekk hann eftir eina sending fram í høgru síðu, og síðani rann hann tveir verjuspælarar burtur av sær, áðrenn hann skoraði úr nokk so spískum. Og tað seinna gjørdist ein skjótur solotúrur næstan frá miðj- uni, sum illa kundi enda við øðrum enn einum máli. Næstan »enskt mál« Spælararnir hjá NSÍ vóru væl við gjøgnum allan dystin, men kortini sá tað onkursvegna út, sum teir fyri tað mesta høvdu ov stóra virðing fyri mótstøðuni. Tá teir bjóðaðu av, riggaði tað ofta væl, men kortini tóktust teir ikki tora nóg væl at gera tað. Christian Høgni Jacobsen hevði einar tvær ella tríggjar skotroyndir á málið hjá Gefle IF, men tað gjørdist ongantíð vandamikið. Ímóti endanum royndi Karoly Potemkin seg við besta skotinum, ið mál verjin hjá Gefle IF ikki fekk hildið, men kortini fekk fatur í aftur, áðrenn Christian Høgni var á kropp inum á honum. Størsta møguleikan fekk Júst- inus R. Hansen, tá hann stutt fyri hálvleik fekk bóltin eftir eitt horna- spark og smekkaði til. Bólturin brast í yvirliggjaran og niður í vøll- in, og hálvleiksprátið í vestara skýl- inum gekk fyri tað mesta út uppá, um talan mundi vera um eitt »enskt mál« ella ikki. – Eg helt, at hann var inni, men teir søgdu, at tað var hann ikki. Spell, tí eg haldi, at 2-0 var í so nógv hjá okkum at tapa – og serliga, tá teir nú skuldu fáa tvey so bílig mál frá okkum, segði Jústinus í um- klæð ingarrúminum eftir dystin. So fæst at síggja, hvat NSÍ kann fáa burturúr næsta hósdag, tá Gefle IF tekur ímóti á svenska tjóðar vøllinum, Råsunda. Hóast ikki ómøguligt, so verður tað meira enn torført hjá runavíkingum at fáa neyð ugu málini, so møguleiki skal verða fyri fleiri europeiskum dystum í ár. hilmarjan@sosialurin.fo Evropa LEaguE NSÍ sá ikki út til at tora nóg væl at spæla sítt spæl, og tá metnógvir feilir blivu gjørdir, kundi tað næstan ikki enda við øðrum enn tapi, hóast mótstøðan ikki var so ræðandi Ov stóra virðing UEFA Europa League · Ovari vøllur í Gundadali, 1. juli 2010 kl. 19.00 NSÍ - Gefle IF 0-2 (0-1) 0-1: Alexander Gerndt, 34. 0-2: Alexander Gerndt, 60. Dómari: Nerijus Dunauskas, Litava NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar T. Hansen – Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 79.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni (Karoly Potemkin, 61.) – Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Erland B. Danielsen, 79.) Gult kort: Jónhard Frederiksberg, Christian Høgni Jacobsen Gefle IF: Mattias Hugosson – Daniel Bernhardsson, Daniel Theorin, Omar Jawo (James Frempong, 81.), Jens Portin – Jonas Lantto, Marcus Hansson, Mikael Dahlberg, Sebastian Senatore – Alexander Gerndt (Daniel Westlin, 65.), Jakob Orlov MÁLSLÚKurIN Alexander Gerndt, ið her bjóðar Jóhan Troest Davidsen og Jónhardi Frederiksberg av, var snøgt sagt munurin á liðunum í gjárkvøldið, tá NSÍ tapti fyri Gefle IF við tveimum óneyðugum málum Mynd: Álvur Haraldsen Fyri 14. ferð í 15 ár er besta kvinnu- liðið hjá KÍ í steypafinaluni, sum verður leikt leygardagin kl 13.00 á ovara vølli í Gundadali. Síðani 1996 er tað bara í 1998, at besta kvinnu- liðið hjá KÍ ikki hevur verið annað liðið í finaluni. KÍ hevur verið eina ráðandi í landskappingini og tað er eisini prógvið um, at KÍ eig- ur besta kvinnuliðið í landinum – yvir eitt heilt kappingarár. Men í steypa kappingini hava av bjóð- ararnir havt møguleikan at sett KÍ upp á pláss í 90 minuttir og fingið steyp afturfyri. Tað hev ur eydnast avbjóðaranum at koppa KÍ seks ferðir av teimum sein astu 13 finalinum. Hinar sjey ferð ir- nar hevur KÍ so sjálvandi vunnið finaluna og harvið steypa kapp- ingina. Mótstøðan hjá KÍ í ár er av Skála. Hóast Skála liggur nakað aft an fyri AB á einum triðja plássi, so hevur Skála givið KÍ góða mót støðu, tá liðini hava spælt í ár. Fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki 1-1. Hin dystin vann KÍ akkurát 1-0. So tað er lagt upp til eina spennandi steypafinalu. trondur@sosialurin.fo Steypafinalan hjá kvinnum verður leygardagin – Vit vistu, at teir kropsliga vóru sterkari enn vit og at teir høvdu skjótt umstillingsspæl. Men eg haldi, at vit spældu upp ímóti teimum, og tí kann eg iðra meg um, at vit geva teimum tvey mál, tá vit eru í ferð við at byggja upp, sigur venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen,ið ásannar, at tað verður torført hjá NSÍ at fáa tvey ella trý mál í seinna dystinum. – Nú høvdu vit so onkran kjans og raktu yvirliggjaran ta einu ferðina, so vit kunnu skjótt fáa eitt mál. Men vit fara til Svøríkis í næstu viku eftir einum so góðum úrsliti, sum gjørligt, og eg vænti eisini, at vit tá kunnu gera tað uppaftur betri. Annar av venjarunum hjá Gefle IF, Urban Hammar, var sjálvandi væl nøgdur við sigurin. Hóast hann kundi ynskt sær fleiri mál, helt hann ein 2-0 sigur vera í lagi. – Vit spældu væl ímóti einum vælskipaðum og arbeiðssomum liði, sum var minst líka gott sum okkara í fyrra hálvleiki. Men í seinna, tá vit komu upp á 2-0, stýrdu vit dystinum og vunnu tí eisini uppiborið. hilmarjan@sosialurin.fo Góvu mál­ ini Eg helt at hann var inni, men teir søgdu at tað var hann ikki