Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 5. juli · Nr. 103 Sosialurin Eyðun Klakstein Børn í Føroyum ganga meiri í skúla enn tey gera í nógvum øðrum londum; tí kann koma uppá tal at lækka skúladagatalið. - Tað er ikki vist, at tað er so gagnligt at ganga so nógv í skúla. Ivaleyst høvdu vit kunnað gjørt nógv ting betri, eisini við einum styttri skúladegi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið. - Eg havi hoyrt Føroya Lærarafelag verið frammi og sagt, at tey ynskja eina viku vetrarfrítíð. Nógvir starvsfólkabólkar hava fingið hesa vikuna, og tað kundi verið, at lærarar fáa hesa frítíðina í eini samráðingarstøðu. Onnur hava goldið 2,5 prosent fyri hana, og tað er sjálvandi ein møguleiki, sum vit eru opin fyri at tosa um, sigur hon. Leysliga mett høvdu tey 2,5 prosentini givið 6-7 milliónir krónur í sparingum til fólkaskúlaøkið um árið. eydun@sosialurin.fo Eyðun Klakstein Tordur Niclasen heldur, at tað er trupult at fáa eygað á leist in, sum almennir stovnar og almenn arbeiðspláss verða løgd út kring landið. Men hann heldur, at nógv talar fyri, at Eiði skal hava næs ta almenna stovnin, sum fer út um Havnina. Rósa Samuelsen, lands- stýris kvinna í almanna mál- um, skal í næstum gera av, hvar ein stovnur til ung skal leggjast. - Tá umstøðurnar og fortreytirnar á Eiði eru avbera góðar, vil eg við hesum heita á lands stýris- kvinnuna at bera so í bandi, at stovnurin kemur at ligg- ja á Eiði, sigur Tordur J. Niclasen. - Umframt at bygdin tá far nøk ur almenn arbeisðspláss, fáa tey, ið koma at búgva og ar beiða á stovninum, góðar lokal ar umstøður at virka und ir, heldur hann. eydun@sosialurin.fo Umhugsa at lækka skúladagatalið FÓLKASKÚLIN - Tað er ikki vist, at tað er so gagnligt at ganga so nógv í skúla. Ivaleyst høvdu vit kunnað gjørt nógv ting betri, eisini við einum styttri skúladegi, sigur Helena Dam á Neystabø við Skúlablaðið Vil hava almennan stovn til Eiðis ALMENN STØRV Næsti almenni stovnurin, sum skal leggjast uttanfyri Havnina, eigur at verða lagdur á Eiði, heldur Tordur J. Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri á Eiði Eydna Skaale - Tað er minni flúgving nú enn áður, og vit standa fyri at skulu byrja flúgving við nýggja Airbus- flogfarinum á vári 2012. Tí hóskar tað væl, at eldru flogførini fara úr flotanum nú, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. - Hetta hevur eisini við sær sparingar í rakstrinum og betri gagnnýting av kapasitetinum, sum eftir er, sigur hann í tíðindaskrivi. Kili og Anktartis Atlantic Airways hevur gjørt avtalur um sølu og langtíðarleigu av báðum teimum eldru BAe 146 flogførunum. Flogfarið við skrásetingini OY RCB flýgur fyri felagið í summar afturat, men skal í oktober latast kilenska flogfelagnum DAP á eini sokallaðari lease/purchase avtalu. Kilenska felagið hevur høvuðsstøð í Punta Arenas har suðuri í Kili og flýgur millum annað við ferðafólki til Antarktis. Flogfarið við skrásetingini OY RCA er selt einum felagi í kanadiska samtakinum Tronosgroup. Atlantic Airways hevur tó eina avtalu um at leiga hetta flogfarið aftur til summarflúgvingina í komandi ár, tí summarini eru tíðin, tá mest er at gera. Trý flogfør eftir Hini trý flogførini, sum nú eru eftir hjá Atlantic Airways, eru øll av tí nýggjara BAE Avro RJ slagnum. Felagið flýgur við fýra flogførum í summar og roknar eisini við at brúka fýra flogfør komandi summar. Í 2012 kem- ur Airbus-flogfarið vænt- andi í flúgving umframt tey flogførini, sum vit kenna nú. AtlAntic tvey flogfør færri FLogFERðSLA Atlantic Airways hevur sloppið sær av við tvey flogfør. Annað er selt og hitt verður leigað út. Talan er um eldru flogførini hjá felagnum FæRRI FLogFØR Atlantsflog sparir útreiðslur nú tvey flogfør verða seld ella leigað út