mánadagur 5. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir venjing sunnukvøldið,
fóru tríggir ungir menn, sum
rógva við kappróðrarbátinum
Kvívíkingi, í glastrevjabátin
Liljan at hyggja eftir seyði
í Skorunum í Vestmanna.
Menninir
vóru
Brandur
Isaksen, sum saman við
pápa sínum eigur bátin, John
Martin Andreasen og Bjartur
Tórhalsson.
Bjartur sigur, at ætlanin
var slett ikki at fara at
fiska í gjárkvøldið, men tá
teir komu nakað norður í
Vestmannasund, sóu teir ein
hemara í vatnskorpuni.
– Vit hava allir tríggir
roynt eftir hemara áður, men
hava ongantíð fingið nakran.
Í bátinum var hemarahúkur,
sum var festur í ein teym úr
weiri. Vit egndu makrel á
húkin, og hemarin tók.
Teymurin hevði bert eina
stóra teymalongd, men síðan
høvdu teir knýtt endan á
teyminum upp í ein standara,
sum síðan var festur í eina
boyu. Úr boyuni høvdu teir
so aftur ein standara í bátin.
Setti nógv á
– Í fyrstuni, tá hemarin hevði
tikið, visti hann helst ikki av,
at hann var fastur. Men tá
hann fann út av, at hann var
fastur í teyminum, leikaði
hann øgiligt í og setti nógv á.
Hann fór undir við boyuni, og
eg haldi, at hann mundi hava
boyuna undir í eitt korter
ella so. Samstundis hálaði
hann einar 30-40 favnar av
standara úr bátinum.
Bjartur Tórhalsson sigur,
at hetta var ein ógvuliga
spennandi løta, og tað mundi
taka teimum umleið ein hálv-
an tíma at fáa lívið av hem-
aranum.
Hann sigur, at tað eydn-
aðist teimum trimum at fáa
stóra og tunga fiskin inn á
dekkið á bátinum.
– Vóru vit ikki fleiri,
høvdu vit ikki fingið hann
inn í bátin, sigur Bjartur
Tórhalsson.
207 pund
Hemarin, sum hesir tríggir
ungu menninir í bátinum
Liljan fingu sunnukvøldið,
vigaði 207 pund.
Teir kruvdu fiskin beinan-
vegin sunnukvøldið og løgdu
hann í ís.
Ætlandi verður hemarin
seldur um uppboðssøluna
hjá Fiska marknaði Føroya.
Vanliga verður sagt, at
besta tíðin til hemara er
um veturin, men ávísa tíð
um summarið kann fisk-
urin eisini veiðast kring
oyggjarnar.
vilmund@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Ein 19 ára gamal drongur
varð leygarmorgunin illa
hagreiddur í Steinatúni í
Havn. Hann varð sligin
og sparkaður av einum
øðrum manni, og hann
fekk millum annað tann
skaða, at hann misti
fleiri tenn.
Fleiri vitni vóru til
tilburðin, og tey kundu
siga
politinum,
hvør
mað urin var, sum hevði
lopið á.
Klokkan
hálvgum
níggju varð hesin 21 ára
gamli maðurin hand-
tikin, og klokkan hálv-
gum tólv leygardagin
varð hann settur fyri
grund lógar hoyr í Føroya
rætti.
Maðurin, sum nokt-
aði
seg
sekan,
varð
varð halds fongslaður
í
13 dag ar. Tað varð gjørt,
tí maðurin hevur áður
verið harð ligur, og í apríl
fekk hann ein treytaðan
dóm fyri harðskap.
Politið heldur ikki, at
álopsmaðurin var ávirk-
aður av øðrum enn rús-
drekka.
Annars
var
nógv
politi í Havnar gøtum
leyg arnáttina. Klokkan
hálvgum fýra fóru fleiri
politistar út at ganga í
gøtunum, og tað gjørdi,
at fleiri bardagar vórðu
steðgaðir, áðrenn nakað
álvarsligt hendi. Nøkur
fólk fingu bót fyri brot á
politiviðtøkurnar.
Leygarkvøldið
var
púra friðarligt.
Ráur
harðskapur
Harðskapur Ein 21 ára
gamal maður varð í Før
oya rætti leygardagin varð
halds fonglaður í 13 dagar,
skuldsettur fyri ráan harðskap
Ungir menn fingu
stóran hemara
HEMarI Tá
tríggir ungir
menn fóru at
hyggja eftir seyði
sunnukvøldið,
sóu teir ein
hemara, sum
gekk uppi í
sjónum. Teir
egndu makrel á
ein húk, sum var
festur í weirteym
og fingu ein
hemaran, sum
vigaði 207 pund
OrDaNs FONGur
Bjartur Tórhalsson, John Martin Andreasen og Brandur Isaksen við
hemaranum, sum teir fingu norðarliga í Vestmannasundi sunnukvøldið
Mynd: Sólbjørn Olsen