mánadagur 5. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í morgun eru maskinurnar
á laksavirkinum í Fuglafirði
royndar koyrdar,
og
um
nakrar dagar er væntandi, at
veruliga framleiðslan á virki
num er komin í gongd.
Faroe
Seafood
hevur
áður havt laksaframleiðslu í
Fuglafirði, men nú er rúm tíð
síðan, at virksemið helt upp
at, og arbeiðsfólkið varð sagt
úr starvi.
Men nú verður so roynt
av nýggjum í Fuglafirði.
Salm Pro
Faroe Seafood hevur selt 2/3
av felagnum, sum áður rak
virk semið í Fuglafirði, til
ávika vist Viking Seafood á
Strond um og Faroe Farming
í Suðuroy.
Eigarviðurskiftini í Salm
Pro eru soleiðis tríbýtt, har
nevn du trý feløg eiga ein
trið ing í part.
Tað er Jákup Eli Thomsen,
sum hevur verið virkisleiðari
hjá Faroe Seafood í Vest
manna, ið nú tekur sær av
at fáa gongd á komandi virk
semi á laksavirkinum í Fugla
firði.
Hann sigur, at tað er
gamla felagið, sum nú und ir
nýggjum navni og við broytt
um eigaraskara, fer til verka í
Fuglafirði.
40 fólk
Jákup Eli Thomsen vísir á, at
maskinurnar verða roynd
ar koyrdar í morgun, og sum
dagar nir
ganga,
væntar
hann, at rættilig gongd fer
at koma á framleiðsluna í
Fugla firði.
Vit miðja eftir at virka
eini 3.000 tons av laksi til
por tión ir um árið, og hetta
skuldi givið regluligt arbeiði
til út við 40 fólk, sigur hann.
Jákup Eli Thomsen sig ur,
at meginparturin av laksi
num, sum tey fara at virka
til portiónir í Fuglafiðri, fer
at koma frá kryvjivirkinum
Vik ing Seafood á Strondum.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Leygarmorgunin um 11tíðina
legði
verksmiðjutrolarin
Vestur vón
til
bryggju
í
Fuglafirði við 660 tonsum
av kongafiski, sum teir hava
fisk að í Irmingarhavinum.
Skip og manning hava
hend a n túrin verið burtur í
50 dagar.
Veiðan verður nú løgd
upp í Fuglafirði, og skjótt
verð ur loyst aftur til nýggjan
túr.
Eyðun á Bergi hevur
verið skipari hendan túrin
í Irmingarhavinum, men á
kom an di túri verður Erland
Ol sen á brúnni.
vilmund@sosialurin.fo
40 nýggj
arbeiðspláss
FUGLAFJØRÐUR - Málið er at virka 3.000 tons av laksi til portiónir um árið, og hetta fer ætlandi
at geva arbeiði til út við 40 fólk, tá framleiðslan er komin í gongd, sigur Jákup Eli Thomsen
Vesturvón við stórari last av kongafiski
FISKIVINNA Verksmiðjutrolarin Vesturvón
kom fyrrapartin leygardagin aftur av túri úr
Irmingarhavinum við góðari last av kongafiski
GÓÐ VEIÐA
Hetta hevur verið eitt gott ár hjá verksmiðjutrolarunum, sum fyrr í ár hava gjørt góðar
túrar í Barentshavinum – og nú hava verið á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum
Mynd: Dávur Winther
Virkið í Fuglafirði, sum nú kallast Salm Pro. Út við 40 fólk fáa arbeiði á virkinum, tá framleiðslan
av laksaportiónum er komin í gongd. Ætlanin er at virka 3.000 tons av rávøru um árið
Mynd: Pætur Joensen
40 FÓLK
... tað er gamla
felagið, sum nú undir
nýggjum navni og við
broyttum eigaraskara,
fer til verka í Fuglafirði...