mánadagur 5. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
12
Sosialurin
Eyðun Mohr Viderø
Síggi á portalinum hjá
Sosial inum, at blaðmaður
nevndur Rógvi Nybo hevur
upp gerð yvir, hvussu nógv
tað kostaði løgmanni at gera
ein »fínan« galladøgurða
fyri kongshjúnunum, ið
vitja Før oyar í hesum døg
um.
Eru hatta spennandi tíð
indi? Sjálvsagt kostar ein
betri máltíð rættuliga nógv
til so framstandandi fólk,
men eiga vit alment at seta
roknskapin á prent.
Vit kenna til í privata
gerandisdegnum, at við
hvørt vilja vit gera nógv
burturúr og bjóða ávísum
vinum og kenningum inn á
gólvið til eina betri máltíð
við øllum tilhoyri.
At hugsa sær, um vit
dagin eftir fóru út alment
um, hvussu nógv »veitslan«
kostaði?
Tað ger man ikki!
Tað ger man heldur ikki,
tá vit hava vitjan av kongs
hjúnunum!
So kannst tú vera royal
istur ella ikki!
Hvussu
nógv kostar
blíðskapur?
Kjak
Í Dimmalættng nr. 124 nú
um vikuskifti umælir Kinna
Poulsen framsýningina hjá
Astri Luihn í Listasavni
Føroya. Tað er ein góður siður,
ikki at svara ummælum, so
tað ætli eg mær ikki at gera.
Tó kenni eg meg noyddan at
tala at, tí Kinna Poulsen sigur
ósatt um hin annars høgt
virda danska rithøvundin og
listfrøðingin Bente Scavenius,
ið til framsýningina hevur
skrivað bók um Astri Luihn
og hennara list.
Bente
Scavenius
ger
vánaligt research til bókina,
skrivar Kinna Poulsen, og
rør fram undir at hon pyntar
tekstin og sigur ósatt, tá
hon skrivar, at Astri Luihn
prentaði sína framsýning í
Norðurlandahúsinum á vári í
1999 á grafiska verkstaðnum
í
Listasavninum.
Kinna
Poul sen sigur, at leiðararnir
á Steinprent, eina tíð kallað
Graf iski
verk staður
Før
oya, Jan Andersson og Fríða
Matras Brekku, einki siga seg
minn ast um hetta, og tí kann
tað ikki vera rætt.
Astri Luihn hevði fram
sýn ing í Norður landahús
in um á vári í 1999, sum
Bente Scavenius púra rætt
skrivar. Grafiska verkstaðið í
Listasavninum byrjaði í 1993,
og har prentaði Astri Luihn
síni grafiski verk tíðliga í
1999. Jan Andersson og Fríða
Matras Brekku í Steinprenti
høvdu einki við hesa prenting
at gera heilt einfalt, tí tey
arbeiddu ikki har tá. Tey
komu seinni sama ár. Fleiri
listafólk og fleiri vitjandi
grafikarar arbeiddu har hesi
árini. Annars var Bárður
Jákupsson stjóri á Listasavni
Føroya tá møguliga minnist
hann hetta.
Bente Scavenius hevur
ikki vánaligt research, tí so
leiðis var tað.
Tað var Bárður Jákupsson,
ið bjóðaði Astri Luihn at
hava serframsýning í Lista
savninum í 2004 og ikki í
2006, sum Kinna Poulsen
sigur.
Nú kann so hvør í sínum
lagi meta um, hvør ger vána
ligt research. Hvat Kinna
Poulsen annars skrivar um
framsýningina og mest um
alt møguligt annað, er í hesum
sambandi
óviðkomandi.
Um mæli hennara hevði tó
vunnið almikið, um hon
hevði dugað at grundgivið
fyri sínum meiningum. Ein
einsamallur kakumetaforur
er ikki nóg mikið.
Helgi Fossádal
stjóri á Listasavni Føroya
Rætting um Bente
Scavenius og Astri Luihn
Finnleif Guttesen
Hetta hugsa nógvir kundar
nú teir síggja, at bankarnir
taka avgjald fyri ymiskt,
sum eingin hevur biðið
um, t.d. kontoavrit ( 8 stk.
í síðstu viku), avgjøld, sum
mann ikki sær hvat er fyri,
gebyr við afturvirkandi
kraft og sikkurt mangt
annað.
Vendur man seg til
bank arnar, siga teir, at
tað skulu teir nokk rætta,
men veruleikin er, at eingin
rætting
fer
fram,
ella
ógvuliga seint, so kundarnir
gloyma hesar 51015 kr. ,
sum eru tiknar av kontum
og geva bankunum milliónir
í kassan.
Síðani nýggi netbankin
er komin, hevur tað av og
á verið ómøguligt at flutt
pengar gjøgnum netbankan,
og er man tá noyddur at
fara í sjálvan bankan fyri
at gera flytingar, og hetta
óskilið skal kundin eisini
gjalda fyri.
Hví rætta bankarnir ikki
skeivleikarnar?
Verða kundarnir snýttir,
eg spyrji bara?
Hvar er brúkaraumboðs
maðurin?
Snýta bank
arnir kund
arnar fyri at
fáa milliónir
í kassan?
Ringt er at fáa eiga á eftir
hvørjum leisti farið verður
til verka, tá talan er um at
leggja almennars stovnar
kring landið.
Fyri tíð síðan var al
menn ur stovnur lagdur til
Klaksvíkar og unna vit norð
oyingum væl hesi arbeiðs
plássini, sum nýggi stovnurin
hevur havt við sær.
Mangur setti sær spurn
ingin, hví at hesin stovn ur
varð lagdur júst í Klaks
víkar?Nakað av orða skifti
tók seg eisini upp á tí polit
iska leikvøllinum.
Niðurstøðan var, at av
varð andi landsstýrismaður
hevði tikið avgerð, at so
skuldi vera – og tí bleiv tað
soleiðis!
Vísast
kundi
ikki
til
nakra greiða managongd
ella haldgóða grundgeving í
støðu takanini!
Ein skuldi trúð, at tá
talan er um at leggaj nýggjar
stovnar ella flyta stovnar
út kring landið, so var eis
ini hugt eftir, í hvønn mun
almennir stovnar eru har
frammanundan,
væl
at
merkja, um tað er arbeiðs
plássini politiski myndug
leikin hugsar um!
Nú
hevur
politiskur
turbo lensur
aftur
tikið
seg upp í samband við, at
landsstýrismennirnir
í
ávika víst fíggjarog vinnu
mál um hava ætlanir um at
flyta stovn(arbeiðspláss) úr
Havnini til Tvøroyri.
Landsstýriskvinnan
í
innlendismálum vil hava
løgmann at steðga ætlanini
og krevur politiska viðgerð
av málinum!
Rosa Samuelsen, lands
stýriskvinna
í
almenna
málum fer í næstum at taka
støðu til hvar “nýggjur”
stovnur til ung skal leggjast.
Vónandi kann vísast til
haldgóðar
grundgevingar,
tá avgerðin er tikin! Vónandi
verður hugt eftir neyðugum
fortreytum fyri slíkan stovn
,áðrenn
avgerðin
verður
tikin!
Tá umstøðurnar og for
treytirnar á Eiði eru avbera
góðar, vil eg við hesum heita
á landsstýriskvinnuna at
bera so í bandi, at stovnurin
kemur at liggja á Eiði.
Umframt at bygdin tá far
nøkur almenn arbeisðspláss,
fáa tey, íð koma at búgva og
arbeiða á stovninum góðar
lokalar umstøður at virka
undir.
Tordur J. Niclasen
Almennur stovnur
leggjast á Eiði!
– Áheitan á landsstýrið
Nú kann so hvør í sínum
lagi meta um, hvør ger
vána ligt research