mánadagur 5. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
KÍ hevur verið í øllum steypa final
unum hjá kvinnum síðani 1996,
uttan í 1998, men meðan lið ið hesi
árini hevur vunnið øll meistara
heitini síðani 2000 og tilsamans er
blivið meistari 11 ferðir, hevur tað
borið til hjá skiftandi liðum at tikið
klaksvíkskvinnur í steypafinaluni.
Í fjør eydnaðist tað hjá AB og
fyri fimm árum síðani hjá B36, so
nú var tað so Skála, ið skuldi royna
seg. Kvinnurnar hjá Skála, sum í
landskappingini eru við í kapp
ingini um silvurplássið, gjørdu
eisini ein góðan innsats á ovara
vølli í Gundadali, har tær serliga
seinna partin av fyrra hálvleiki
vístu, at tær bæði kunnu og tora at
bjóða av.
KÍ legði betur fyri í dystinum,
men liðið kom allíkavæl ikki til so
nógvar kjansir, sum tað vanliga ger.
Tann størsti var nokk ein roynd á
yvirliggjaran, meðan tað í hinum
endanum bleiv tosað eitt sindur
um, um Skála mundi eiga eitt brots
spark ella ikki. Men dómarin metti
ikki, at so var.
Sum tað leið út á fyrra hálvleik,
fekk Skála otað seg eitt sindur
longur fram á vøllin, og ta síðstu
løtuna fyri hálvleik var bólturin
nógv á KÍhálvuni. Kortini komu
ikki nakrir málkjansir burturúr,
og tí stóð framvegis 00 á nýggju
máltalvuni í Gundadali, tá komið
var til hálvleiks.
Rannvá avgjørdi
Í seinna hálvleiki gjørdist meira
vindur, og tað var Skála, ið hevði lot
ið ímóti. Hetta sá út til at darvað, tí
síðstu trý korterini kom Skála stórt
sæð ikki inn um brotsteigarmarkið
hjá KÍ við bóltinum. Hinvegin hevði
KÍ bóltin nógv og trýsti, og hóast
kjansirnir framvegis vóru fáir í tali,
lá í luftini, hvønn veg dysturin fór
at koppa.
Størsta kjansin fekk Rannvá
B. Andreasen, tá hon 10 minuttir
inn í seinna hálvleik kom í góða
skot støðu uttan fyri brotsteigin
hjá Skála, og við einum góðum og
hørð um skoti sendi hon bóltin
dygst innan fyri stongina og í málið
til 10. Hóast Ata Jacobsen í Skála
mál inum tveitti seg, kundi hon ikki
røkka bóltinum.
Hetta skuldi eisini vísa seg at
gerast avgerandi hendingin í dyst
inum, tí fleiri mál komu ikki. KÍ
sat tungt á spælinum og kom til
onkrar hálvar kjansir, meðan Skála
ikki megn aði at svara aftur ella
av nýggj um at leggja trýst á KÍ.
Størsti møguleikin hjá Skála var
eitt fríspark ímóti endanum, sum
var stutt uttan fyri KÍbrotsteigin,
KÍ fyri áttan
kvinnufótbóltur Í einari heldur
linligari finalu, ið ikki hevði teir nógvu
málkjansirnar, var KÍ betra liðið og
vann við einum máli. Men Skála stóð
seg kortini væl og kann saktans gerast
ein góður avbjóðari komandi árini
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dyStir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
Stig
1 KÍ
15
9
4
2
34
12
+22
31
2 TB
15
9
2
4
35
18
+17
29
3 07 Vestur
15
8
5
2
32
15
+17
29
4 EB/Streymur II
15
6
4
5
25
21
+4
22
5 Víkingur II
15
6
4
5
23
21
+2
22
6 HB II
15
7
1
7
27
35
-8
22
7 AB II
15
6
1
8
22
34
-12
19
8 NSÍ II
15
4
6
5
22
26
-4
18
9 FC Hoyvík
15
3
5
7
18
27
-9
14
10 B68 II
15
0
2
13
9
38
-29
2