Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 5. juli · Nr. 103 Sosialurin Ítróttarblaðið Tríggir dystir vóru á skránni um vikuskifti, ein varð spældur mitt í vikuni, og ein varð spældur í síðstu viku, tá ið hann varð umrøddur. Tað er KÍ, ið eftir 15 umfør fer í summarfrí sum topplið. Klaksvíkingar vitjaðu í dag í Sørvági. Talan var um uppgerð millum 07 Vestur, sum undan hesum dystinum var á triðja plássi, og KÍ sum var topplið. Úrslitið var 1-1, og tað ber við sær, at klaksvíkingar halda summarfrí sum topplið. 07 Vestur er betri við í kappingini um uppflyting, enn vágamenn leingi hava verið. Eftir 2-0 sigurin á Tvøroyri fyri einari viku síðani og eitt stig á heimavølli í dag er 07 Vestur á triðja plássi við sama stigatali sum TB, ið er næstfremst. TB var farorittur, tá ið tvøramenn í Leirvík vitjaðu teir næstbestu hjá Víkingi. Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað tíðliga í 2. hálvleiki. Víkingur hevur sama stigatal sum bæði EB/Streymur og HB. Hóskvøldið vann HB 3-2 ímóti B68 á Svangaskarði. Aftur hesa ferð vóru toftamenn á odda tvær ferðir, og aftur hesa ferð kiksaði tað. Tað ber við sær, at B68 fer í summarfrí við tveimum stigum fyri fimtan dystir! Gongdin hjá EB/Streymi var leingi góð. Í kvøld gekk tó einki serligt. EB/Streymur tapti 4-2 á niðara vølli í Gundadali ímóti FC Hoyvík. FC Hoyvík hevði undan hesum dystinum spælt níggju ferðir uttan at vinna fulla úrtøku. Hóast sigurin er FC Hoyvík framvegis á niðurflytingarplássi. trondur@sosialurin.fo KÍ í summarfrí á toppinum KÍ-Kvinnur – steypavinnari 2010 Aftast frá vinstru: Erik Nielsen, venjari, Paula Mikkelsen, Tove Sólheyg, Ragna Patawary, Maria Ziskason, Ása Klakstein, Maria Klakstein, Una Joensen, Elsa Maria Simonsen, Rasmus Jacobsen, venjari. Fremst frá vinstru: Malena Josephsen, Vár Jenny Lydersen, Sigrið Jacobsen, Rannvá B. Andreasen, Randi Wardum, Sofía Purkhús, Annika Petersen, Gunnrið Joensen. Alexander Djordjevic, venjari, vantar á myndini. Myndir: Álvur Haraldsen ndu ferð Steypafinala, kvinnur · Ovari vøllur í Gundadali, 3. juli 2010 kl. 13.00 Skála - KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Rannvá Andreasen, 55. Dómari: Pætur Albinus Skála: Ata Jacobsen – Hallgerð Hansen, Marin Gregersen, Evi Mikkelsen, Mirjam D. Frederiksberg – Birna T. Johannesen (Sólfríð Christiansen, 80.), Fríðrún Danielsen, Sólvá í Selvindi (Solveig Frederiksberg, 86.), Oddrún Danielsen (Bára Berthelsen, 76.), Kirstinbjørg Frederiksberg – Ásgerð Siri Káradóttir KÍ: Randi S. Wardum – Gunnrið F. Joensen (Maria K. Thomsen, 59.), Paula Mikkelsen, Ragna B. Patawary, Annika Petersen – Ása K. Thomsen, Tove Sólheyg (Elsa Maria Simonsen, 71.), Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen – Sofía Purkhús, Rannvá B. Andreasen Gult kort: Sigrid Jacobsen – Kenslan ikki nóg góð, nú vit hava tapt, tí vit høvdu ordiliga vónað, at vit skuldu vinna henda dystin. Tíverri kiksaði tað, so hetta er ikki meira enn næstbest, segði liðformaðurin hjá Skála, Evi Mikkelsen, aftan á steypafinaluna leygardagin. – Tað kann vera, at vindurin í seinna hálvleiki ávirkaði eitt sindur, men eg haldi eisini, at vit ofta ikki klára at vera fokuseraðar ein heilan dyst. So veit eg ikki, um tað var annað ella hitt, ið ávirkaði meira. Skála hevði í 90-unum eitt gott kvinnulið, sum í 1990 og 1992 vann føroyameistaraheitið, umframt at tað í 1992 vann steypakappingina. Vit spurdu tí Evi Mikkelsen, um Skála aftur er á veg frameftir, nú so nógv ungt fólk sær út til at manna liðið. – Ja, vit hava heilt sikkurt nógvar ungar og góðar spælarar, so vit fara eftir gullinum næsta ár. Vit stíla høgt, sigur hon. hilmarjan@sosialurin.fo Liðformaðurin hjá KÍ, Malena Josephsen, var sum vera man væl nøgd við steypasigurin leygar dagin, og hóast hetta var tólvtu ferð á rað, at KÍ var í steypa finaluni, helt hon henda sigurin vera líka góðan sum hinar. – Tað er altíð líka stuttligt at vinna. Men sjálvt um vit hava verið ofta í finaluni, so hava vit verri enn so vunnið hvørja ferð, so vit vita eisini, hvussu tær hjá Skála hava tað nú, segði Malena. – Vit vistu, at vit fóru at fáa mótstøðu, tí vit hava spælt tvær ferðir ímóti Skála fyrr í ár, og tá vunnu vit við einum máli í evstu løtu annan dystin og fingu bara javnleik í hinum dystinum. At mótstøðan óivað fór at verða har, gjørdi so eisini, at KÍ- kvinnurnar vóru greiðar yvir, at tær máttu arbeiða fyri sakini, skuldu tær fáa steypið aftur til Klaksvíkar, eftir at tað hevur staðið á Argjum síðsta árið. – Hjá okkum ráddi um at fáa hol á, og tá vit so fingu hatta málið, haldi eg, at vit koyrdu tað heim, sigur Malena, ið væntar, at Skála verður eitt av liðunum, sum kom andi árini fer at bjóða av. – Eingin ivi er um tað, tí tær hava nokk so nógv fólk og verða betri fyri hvørt ár, so vit mugu bara koyra á og royna at vinna hvørja ferð. hilmarjan@sosialurin.fo Ikki betri enn næstbest Líka stuttligt hvørja ferð men skotið fór væl við síðuna av málinum. Sostatt kundu KÍ-kvinnurnar lata seg fagna sum steypavinnarar fyri áttandu ferð, tá dysturin var av. Har vóru ikki so nógvir klaks- víkingar, sum tað onkuntíð hava verið, men skálafólk vóru væl møtt, og tey klappaðu fyri steypa vinn- arunum, samstundis sum tey sóu út, sum at tað klappið kundi verið aðalroynd til okkurt av komandi árunum, tá tað ikki skuldi verið óhugsandi, at tey sluppu at klappa fyri sínum egnu… hilmarjan@sosialurin.fo