mánadagur 5. juli 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Vánirnar vóru ikki tær bestu, men
tað gekk strúkandi at fyriskipa
kappróðurin, sum leygardagin var
á Fjarðastevnu í Vestmanna.
Tað kravdi royndar og dugna
ligar menn at hava ábyrgd ina av
fasta startinum og at syrgja fyri,
at bátarnir hildu seg á geirunum,
sum teim um var tillutaður.
Alt hetta megnaðu vest menn
ingar til fulnar, og tað var ikki
so lítið, tí líkindini vóru ikki góð.
Lágættarvindurin var nógvur, og
ælingarnir vóru rætt uliga frekir.
At ættin lá inn á Vest manna bar
við sær, at tað ofta var rættuliga
djálvut.
Tí var tað einki at siga til, at
dómararnir rættuliga tíð liga góvu
boð um, at allir rógv ararnir skuldu
vera í bjarg ingarvesti.
Tá ið líkindini og um støður nar
eru soleiðis, so plagar tað at vísa
seg, at bátar, sum ann ars ikki hava
staðið seg so væl, kunnu gera ein
rættuligan vørr.
Soleiðis var tað ikki leygar
dagin, hóast ikki færri enn
tríggir bátar vunnu hesa ferð,
sum ikki hava vunnið fyrr í
summar. Talan var um Drekan
hjá Havnar Róðrarfelag, sum
vann barnaróðurin hjá dreingj
um, Hvessing sum vann kapp
ingina millum 6manna førini við
kvinn um og Argjabátin, sum vann
kappingina
millum
8manna
førini.
Felags fyri allar hesar tríggj
ar bátarnar er, at teir fyrr í
summar hava verið við í kapp
ingini um sigrarnar, og tí var tað
ikki so óvæntað, at tað hesa ferð
eydnaðist hjá teimum.
Nú fimm kappingarnar eru
av, eru tað bara tveir bátar, sum
hava vunnið allar róðrarnar.
Tað eru argjagentur umborð á
Teistanum, sum hava vunnið
allar barnaróðrarnar, og tað eru
menninir umborð á 6manna
farinum Páll Fangi.
Tølini tala
Á hesum kappóðrarteigum verð
ur ofta tosað nógv um tíðir og
met. Tá verður ofta víst á, at tað í
kappróðri á føroyskum vág um og
firðum ikki eru somu fyritreytir at
tosa um tíðir og met, sum tað eru
í svimji hyljum og á rennivøllum,
ella tá ið tað verður kastað við
ham ara, spjóti, kúluvarpi ella
onkr um øðrum.
Nógv er sjálvsagt í hesum,
tí sjóvarfall, streymur, aftur
undirgerðir og so mangt annað
spælir eisini inn. Men tað gevur
undir øllum umstøðum meiri
meining at tosa um og við gera
tíðir og met nú, enn tað gjørdi
áðrenn 1997, tá ið tað bara var á
Ólavsøku, at fasti start urin varð
nýttur, eisini hóast kapp róðrarfólk
siga seg ivast í, hvussu tað stendur
til við tí tøkniliga, tá ið urini verða
startað!
Hóast tað rullaði og skvatl
aði, so vísti tað seg í Vestmanna,
at tíðirnar vóru frágera góðar.
Sjálvandi eigur ættin, sum var
undan, ivaleyst sín part av heiðr
inum. Men, sum fleiri ferðir fyrr
í summar, so vístu vinn ararnir
framúr góð avrik.
Sambært fínu hagtølunum
á drekin.fo, so vóru í fýra kapp
ingum vinnaratíðirnar tær bestu,
sum tær nakrantíð hava verið í
Vest manna:
Erla
Kongsdóttir,
5.06.20,
við kvinn um róði 4,07 sekund
skjótari enn nakað 5mannafar
við kvinnum áður hevur róð. Tað
var Ørnin í 2006.
Beinta, 5.13.09, við gentum, róði
4,0 sekund skjótari enn nakað
5mannafar við gentum áður
hevur róð. Tað var Blikur í 2006.
Hvessingur, 4.48.23, við kvinn
um róði 24.03!! sekund skjót
ari, enn nakað 6mannafar við
kvinn um áður hevur róð. Tað
var Jarnbardur í 2000. Framm
an undan fasta start inum róði
Gongurólvur í 1988 tein in í
Vestmanna í tíðini 4.56.90.
Páll Fangi, 4.37.04, við monn
um róði 6,14 sekund skjótari,
enn
nakað
6mannafar
við
monnum áður hevur róð. Tað var
Sølmundur í 2006.
Í kappingini millum 5manna
førini við dreingjum, var vinn
aratíðin
hjá
Royndini
Fríðu
tann besta, sum hevur verið í
Vestmanna, síðan fasti start
urin varð tikin í nýtslu. Tað kann
væl vera, at talan eis ini í hesum
róðrinum var um met. Men tað
eigur at verða lagt aftrat, at Sílið
við dreingj um í 1994 róði 1000
metra teinin í tíðini 4.48.40. Tíðin
hjá Roynd ini Fríðu var leygardagin
4.51.09.
Vinnaratíðin
hjá
Argja bát
inum, 4.34.16, var tann triði besta
nakrantíð. Heiðabáturin róði í
2006 1000 metra málið í Vest
manna í tíðini 4.34.02, og tíðin hjá
Ørvi var í 2006 4.34.13.
Tíðin hjá Vestmenningi, 4.26.07,
var tann næstbesta vinn ara tíðin
nakrantíð í kappingini millum
10mannaførini á 1000 metrum
í Vestmanna. Bestu tíðina í hesi
kappingini eigur Havnar báturin,
sum í 2008 vann við 4.25.04.
Tróndur Arge
Søga varð skrivað í Vestmanna
leygardagin.
Sigurin
hjá
Vest
menningi var tann fyrsti nakrantíð
á Fjarðastevnu í Vestmanna. Fjarða
stevnan er ikki so gomul. Framm
anundan, at henda róðrarstevnan
varð løgd soleiðis til rættis, at hon
annað hvørt ár er í Vestmanna
og annað hvørt ár skiftir millum
Strendur og Skála, var Vestanstevna
í Vestmanna fjórða hvørt ár.
Í 2000 vann Vestmenningur
á Vestanstevnu í Vestmanna. Tá
ljóðaði lýsingin í hesum teiginum
soleiðis:
Um tað er ein langur start
spurtur, ella um talan er um ein
langan endaspurt, tað kann altíð
met ast um. Veruleikin er, at kapp
ingin ímillum 10mannaførini á
1000 metrum er heilt øðrvísi, enn
hon er á 2000 metra málinum.
Eysturoyingur
var
leingi
fremstur, og tískil sá tað leingi út til,
at enn eina ferð skuldi talan vera um
eitt vón brot hjá Vest menninginum
á vestan stevnu í Vestmanna. Men
so var tað, at Vestmenningur tók
sær um reiggj. Kappingin stóð mill
um hann og Eysturoying, og á mál
inum var munurin ein skutur.
Veldugt
kæti
í
Vestmanna.
Vest menningur hevði vunnið fyri
fyrstu ferð í heimasjógvi í 48 ár, og
stevnu hýrurin fekk í góðveðrinum
enn eina tonn rætta vegin.
Hetta var søgan fyri tíggju
árum síðani, tá ið Vestanstevna var
í Vestmanna. Síðani hava fleiri FM
kappróðrar verið í Vestmanna, uttan
at tað hevur eydnast Vestmenningi
at vinna.
Leygardagin eydnaðist tað aftur,
og søgan minti nógv um hana fyri
tíggju árum síðani:
Leingi sá tað einki serligt út hjá
vestmenningum.
Eysturoyingur
legði bragdliga fyri, og tað tóktist
sum um, at tað skuldi ganga, sum
tað so ofta hevur gjørt.
Men í endaspurtinum vísti tað
seg, at Eysturoyingur ikki megnaði
Metini regnaðu
undan vindinum
Fjarðastevna Hóast tað var óslætt,
og bátarnir harvið ikki altíð vóru so
lættir at temja, so vórðu met sett í
nógvum kappingum í Vestmanna
Sigrar í heima
eru sum lundi
10-mannaFør Óføri sigurin hjá Vestmenningi á Fjarðastevnu
var bara tann triði hjá heimamonnunum í Vestmanna í 58 ár