Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 5. juli · Nr. 103 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Í fýra teimum fyrstu róðrunum í ár hevur Kvívíkingur verið fremstur í hesi kappingini. Sein­ astu ferðirnar hava sigrarnir ikki verið so sannførandi, sum teir vóru fyrr í summar, og tí kundi tað bent á, at annar vinnari kundi bjóða seg fram. Og soleiðis var tað leygar­ dagin. Í fjør var Argjabáturin full­ komuliga suverenur í hesi kapp­ ingini. Í fýra teimum fyrstu róðr unum í ár hevur nýggja mann ingin umborð á Argja­ bátinum ligið framvið, uttan at tað hevur eydnast at vinna. Kvívíkingur hevur vunnið hvørja ferð, og Argja báturin hevur verið nummar tvey hvørja ferð – uttan á Skálafjørðinum, tá ið Fríggjarin stakk seg fram ímillum Kví­ víking og Argjabátin. Tíðarmunurin frá Kví vík ingi og til Argjabátin var á Norð­ oyastevnu trý sekund. Í Sunda­ lagnum var hann minni enn eitt hálvt sekund, á Eystan stevnu var hann trý sekdund, og á Jóansøku var hann eitt sekund. Tí var tað ikki púra óvænt að, at Argjabáturin sýndi so sann­ førandi avrik í Vest manna: Argjabáturin brendi seg fram um kappingarneytarnar beinanvegin, og Argjabátuin stýrdi kappingini allan 1000 metra teinin. Sum fleiri ferðir fyrr í summar var Kvívík ing ur ikki millum teir fremstu beinan vegin. Kvívík ing­ ar plaga tó at orna para graff ir­ nar, men tað megn aðu teir ikki leyg ar dagin. Argjabáturin var ongantíð hóttur í endaspurtinum, og at hetta ikki var dagurin hjá kví víkingum, sum hvønn dag fyrireika seg til kappingarnar í Vestmanna, varð undirstrikað við, at eisini Fríggjarin úr Mið­ vági setti Kvívíking upp á pláss. Kvívíkingur megnaði á triðja plássi akkurát at vinna á Árn firðingi, sum aftur hesa ferð var við til at seta dám á kappingina á fyrsta partinum av teininum. Báðir bátarnir úr høvuðsstaðnum kappaðust um at sleppa undan aftastu brík. Ta kappingina vann Ørvur á Knørri. Úrslitið ber við sær, at tað er komið eitt sindur av spenn­ ingi í FM kappingina, men tað skal kortini vilja illa til hjá kvívíkingum á Vestan stevnu í Sørvági og 28. juli, um teir ikki á Ólavsøku skulu standa við FM heitinum. 1 Argjabáturin. . . . . . . . 04:34.16 2 Fríggjarin . . . . . . . . . . 04:36.00 3 Kvívíkingur . . . . . . . . . 04:37.09 4 Árnfirðingur . . . . . . . . 04:38.23 5 Knørrur . . . . . . . . . . . . 04:43.06 6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . 04:49.04 Støðan 1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . 33 2 Argjabáturin. . . . . . . . . . . . . . 30 3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . . . . 25 4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . . . 22 5 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 6 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Kvívíkingur tikin á heimabeiti av argjamonnum 8-mannafør Eftir at tað fleiri ferðir hevur verið tætt við, eydnaðist tað hesa ferð einum kappingarneyta at fella kvívíkingar, har sum teir annars eru best kendir at svara aftur, tá ið Vestmenningur tók nøkur rimmar tøk. Munurin minkaði og minkaði, og eftir at grøni, guli og hvíti báturin var komin undan Eysturoyingi, var Vest menningur á odda. Tá ið bátarnir fóru um málið var munurin ikki so stórur, men tað var eingin ivi um, at tað var Vestmenningur, sum vann í heima­ sjógvi, og at tað harvið er spenn­ ingur í FM kappingini. Hoyvíkingur var væl við fyrra partin av teininum, men enn eina ferð varð staðfest, at tá ið mest um galt, vóru knoturnar ikki tær somu, sum tær vóru um borð á Eystur­ oyingi og serliga Vest menningi! Fyri tíggju árum síðani vann Vestmenningur í Vestmanna í tíðini 4.27.22. Leygardagin vóru lík ind ini nógv verri, enn tey vóru á Vestanstevnu í 2000. Men hesa ferð eydn aðist tað Vestmenningi at rógva næstan eitt sekund skjót­ ari, enn vestmenningar gjørdu fyri tíggju árum síðani. trondur@sosialurin.fo 1 Vestmenningur . . . . . . . .04:26.09 2 Eysturoyingur. . . . . . . . . .04:26.17 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . .04:33.07 Støðan 1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . . . . . . .33 2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . .32 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . .25 sjógvi á jólanátt Manningin á Vestmenningi skrálar av gleði, eftir sera spennandi endaspuurt sigurin á Eysturoyingi Mynd: Jens Kristian Vang So eydnaðist Argjabátinum at koppa kvívíkingum Mynd: Jens Kristian Vang