mánadagur 5. juli 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Nú hava 6-mannaførini við monn-
um kappast fimm ferðir, og eisini í
fimtu kappingini var tað Páll Fangi
úr Klaksvík, sum fór fyrstur um
málið.
Um tíðirnar verða nýttar sum
grundarlag, so ber ikki til at siga,
at talan hevur verið um serliga
sann førandi sigrar. Tvørabáturin
(3 ferðir), Smyril og Riddarin hava
verið fremstu avbjóðararnir, og tað
hev ur hvørja ferð verið tætt og har-
við spennandi.
Tvær tær fyrstu ferðirnar var
mun urin eitt stórt sekund, og
tríggjar tær seinastu ferðirnar
hevur mun urin verið minni enn
eitt sekund. Í Vestmanna endaði
tað, sum tað plagar. Fram ímóti mál-
inum hefti einki fyri Páll Fanga.
Fyrri parturin av róðrarteininum
myndaðist soleiðis, at tað kundi
boðað frá stórum spenningi. Smyril
legði seg á odda, og Tvørabáturin og
Riddarin høvdu eisini góðan hug at
blanda seg uppí.
Smyril var tað mesta av einari
bátslongd á odda, áðrenn Páll
Fangi tók dyk á seg. Men tá ið klaks-
víkingar høvdu tikið sær um reiggj,
var lítil og eingin ivi.
Tvørabáturin vísti seg at vera
drúgvasti kappingarneytin, men á
málinum var eingin ivi. Páll Fangi
var fyrstur á mál, og nú er lítil ella
rættari eingin ivi um, at tað verður
Páll Fangi, sum verður meistari.
At Tvørabáturin var næstfyrstur
hesa ferð ber við sær, at hann er
favorittur at vinna silvur í FM
kappingini. Avrikið í Vestmanna
bendi á, at Tvørabáturin kann hava
ein møguleika at vinna á Vestan-
stevnu og á Ólavsøku, men at FM
heitið er á veg til Klaksvíkar er tað
neyvan nakar ella rættari eingin ivi
um.
trondur@sosialurin.fo
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . 04:37.04
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . 04:38.03
3 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . 04:40.08
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 04:40.21
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . 04:45.21
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . 04:53.24
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . 04:55.09
8 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 04:56.14
9 Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . 05:00.16
10 Kollfirðingur. . . . . . . . . . . 05:02.24
11 Sølmundur . . . . . . . . . . . . 05:04.18
Støðan
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . . . . . . . 28
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
8 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Annað hvørt ár er tað FM kapp-
róður á Varmakeldustevnu í
Fuglafirði. Í vikuskiftinum var
Varmakeldustevna í Fuglafirði,
men hesa ferð var eingin kapp-
róður á skránni.
Álitið í ítróttinum fyri við
góðum avriki á stevnuni at
syrgja fyri góðum stevnuhýri
í Fuglafirði varð lagt á besta
fótbóltsliðið hjá ÍF. Leingi sá
tað út til, at tað skuldi eydnast,
men í síðstu løtu meiri enn
hálvkiksaði tað.
Erla Kongsdóttir við kvinnu-
manning var ikki á stevnu í
Fuglafirði fyrrenn út á kvøldið.
Tá ið grøni báturin við væl
trimmaðu manningini kom inn
um Dalarnar í bili, varð stevnu-
hýrurin lyftur upp.
Kvinnurnar á Erlu Kongs-
dóttir høvdu verið á aðrari
stevnu – í Vestmanna – og
vunn ið gull og harvið styrkt
um vánirnar fyri, at tað skal
eydn ast
fuglfirðingum
at
vinna FM í kappingini millum
5-manna før við kvinnum.
Fimm bátar luttóku í hesi
kappingini.
Havfrúgvin
og
Blikur kappaðust um at sleppa
undan aftasta plássinum. Ta
kapp ingina vann Havfrúgvin
við einari bátslongd.
Í hinum endanum vóru
trígg ir bátar við í kappingini
um sigurin. Bæði Drekin og
Fir valdur bjóðaðu seg fram
beinan vegin, og leingi var tað
tætt og spennandi.
Men í endaspurtinum var
einki at rafla um. Erla Kongs-
dóttir tók seg stútt og støðugt
frá kappingar neytunum, og tá
ið grøni bátuin fór um málið,
var hann meiri enn hálva báts-
longd frammanfyri Firvald,
sum var skutin frammanfyri
Drekan.
Erla Kongsdóttir er fimm
stig
frammanfyri
Drekan,
sum er næstfremstur í FM
kapp ingini, og tí ber illa til at
ímynda sær annað, enn at Erla
Kongsdóttir á Ólavsøku fer
at taka ímóti FM steypinum,
hóast sigurin hesa ferð ikki
var eins sannførandi, sum
hann hevur verið tær seinastu
ferð irnar.
trondur@sosialurin.fo
1 Erla Kongsdóttir . . .05:06.20
2 Firvaldur . . . . . . . . . .05:08.22
3 Drekin . . . . . . . . . . . .05:09.02
4 Havfrúgvin . . . . . . . .05:20.11
5 Blikur. . . . . . . . . . . . .05:23.01
Støðan
1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . .34
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . .29
3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . .26
4 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . .20
5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . .16
Varmakeldu
hýrurin funnin
í Vestmanna
6-mannafør menn Hóast hóttanin tóktist vera stór ta fyrstu
løtuna, so var eingin ivi, tá ið klaksvíkingur spurtaðu og vunnu á
bæði tvøramonnum og vágbingum
5-mannafør kvinnur Tað, sum
meiri enn hálvkiksaði hjá fulg firð
ingum í fótbólti á Varma keldu
stevnu, eydnaðist til fulnar við
Erlu Kongsdóttir á Fjarðastevnu
Glaðar fuglfjarðarkvinnur umborð á Erlu
Kongsdóttir eftir sgurin á Fjarðastevnu
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast nær við, so var Páll Fangi eiheldur til at fanga hesuferð
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er nær við
og næstan hjá
suðuroyingunum