mánadagur 5. juli 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Ikki serliga góðu líkindini í
Vestmanna leygardagin vóru
ivaleyst høvuðsorsøkin til, at
støðurnar í róðrunum ofta
vóru so skiftandi, sum tær nú
eina ferð vóru tað.
Eitt dømi um hetta var
kapp ingin millum 5-manna-
førini við gentum. Falkurin úr
Hósvík og Beinta úr Miðvági
hava verið stinnastar tær sein-
astu ferðirnar, og tí vóru hesir
báðir bátarnir favorittar.
Falkurin legði seg á odda, og
flogið var høgt hjá gentunum
úr Sundalagnum, sum hesar
seinastu vikurnar hava verið
at síggja longu klokkan sjey á
morgni.
Eina løtu var Falkurin meiri
enn tvær bátslongdir framman-
fyri næsta kappingarneytan.
Men so spentu tær á Beintu
á. Tað tóktist sum um, at tær á
seinasta teininum dugdu væl
at ríða á aldukambinum, og á
sjálvari mállinjuni eydnaðist
tað Beintu at vinna seg framum
Falkin.
Eitt framúr avrik av teimum
í Miðvági, sum ber við sær,
at Beinta nú er fremst í FM
kappingini. Sílið var klárt
numm ar trý, og Sílið er trý stig
aftan fyri Beintu. Ørnin hevur
havt støðuga framgongd, og
hesa ferð lá væl fyri hjá Ørnini
í start spurtinum. Men so gekk
ikki so væl, og Ørnin endaði
á fjórða plássi, ikki færri
enn níggju sekund aftanfyri
Beintu.
Falkurin er framvegis størsta
hóttanin hjá miðvágsgentum.
Munurin teirra millum er eitt
stig, og tí er alt opið undan
Vestanstevnuni, sum verður í
Sørvági nú leygardagin.
trondur@sosialurin.fo
1 Beinta . . . . . . . . . . . .05:13.09
2 Falkur . . . . . . . . . . . .05:13.14
3 Sílið . . . . . . . . . . . . . .05:17.20
4 Ørnin . . . . . . . . . . . . .05:22.04
5 Tjaldrið . . . . . . . . . . .05:23.19
6 Silja . . . . . . . . . . . . . .05:31.07
7 Tambar . . . . . . . . . . .05:38.19
Støðan
1 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . .31
2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . .30
3 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .28
4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . .17
5 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . .17
6 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .9
7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . .6
8 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . .2
Tróndur Arge
Trý sekund, fimm sekund og trý
sekund. Tað var tíðarmarginalurin
frá Sølmundi og aftur til Hvessing
í trimum teimum fyrstu róðrunum
í ár. Tí var tað lítið og einki, sum
bendi á, at tað skuldi fara at eydnast
hjá teimum í Sundalagnum at fáa
bilbukt við tær á Skálafjørðinum.
Á Jóansøku vann Sølmundur
fyri fjórðu ferð, men tá fóru guli og
grøni báturin um málið mest sum
stavn um stavn. Tað kundi boða frá
tættari kapping í Vestmanna, men
tann kappingin var av ongum: Stutt
sagt tí Hvessingur hesa ferð smurdi
Sølmund av!
Hvessingur legði bragdliga fyri,
og Hvessingur var fremstur all-
an teinin. Tá ið bátarnir fóru um
málið, var munurin nærri tveim-
um enn einari bátslongd. Sigurin
hjá Hvessingi var tann mest sann-
førandi av øllum í kapp ing unum á
Fjarðastevnu leygardagin, og sigur-
in var so mikið sannførandi, at tað
í undanfarnu kappingunum bara
eina ferð hevur eydnast Sølmundi at
vunnið so sannførandi. Tað var, tá ið
tær kappaðust á Sundalagsstevnu í
heimasjógvi hjá Hvessingi.
Sølmundur, sum hevði vunnið
allar fýra undanfarnu ferðirnar,
noydd ist hesa ferð rættuliga at
stríð ast fyri at varðveita næst-
fremsta plássið, og tað eydnaðist.
Men kappingin frá Riddaranum
var ógvuliga stór. Sølmundur er
fram vegis FM favorittur – trý stig
framm an fyri
Hvessing
–
men
gongd in hesa ferð letur upp fyri,
at tal an kann gerast um spennandi
FM finalu á Ólavøku.
trondur@sosialurin.fo
1 Hvessingur . . . . . . . . . . . . 04:48.23
2 Sølmundur . . . . . . . . . . . . 04:53.00
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 04:54.01
4 Gongurólvur . . . . . . . . . . . 05:01.14
5 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 05:19.13
Støðan
1 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23
4 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
5 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
6 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
7 Kollfirðingur. . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
Hvessingur
skutlaði Sølmund
6-mannafør kvinnur Hesa ferð eydnaðist
tað endiliga teimum í Sundalagnum so rudduliga
at seta tær á Skálafjørðinum upp á pláss
5-mannafør gentur Eftir
at Falkurin hevði verið næstan
tríggjar bátslongdir á odda,
eydnaðist tað á sjálvari mállinjuni
Beintu at rógva seg til sigurin
Beinta var
øgilig á síðstu
metrunum