mánadagur 5. juli 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Fyri fimtu ferð av fimm møguligum
eydnaðist tað leygardagin argja
gentum av vinna barnaróðurin.
Sig urin var sannførandi, tí Teistin
var meiri enn eina hálva bátslongd
framm an fyri næsta bátin.
Størsti
kappingarneytin
hjá
Teistanum hevur verið Spógvin hjá
Kappróðrarfelagnum NSÍ. Merkis
vert er tað, at Spógvin hesa ferð
endaði afturi á fimta plássi – sjey
sekund aftanfyri vinnarabátin. Tað
ber við sær, at argjatgentur eru væl
á veg ímóti FM heitinum.
Drekin endurtók annað plássið,
sum hann vann í Vági, og triðja
plássið hjá Beintu var besta úrslitið
hjá miðvágsgentum í ár.
1 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:33.19
2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:35.22
3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . 02:38.10
4 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . 02:38.20
5 Spógvin. . . . . . . . . . . . . . . 02:40.01
6 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:40.23
7 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . 02:42.16
8 Sandingur . . . . . . . . . . . . . 02:44.05
9 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . 02:47.01
10 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . 02:53.01
Støðan
1 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
2 Spógvin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23
4 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
5 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
6 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
7 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
9 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
10 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
Tað hilnaðist ikki so væl hjá vest
mannadreingjum, sum teir høvdu
vónað, tá ið teir leygardagin í barna
róðrinum kappaðust á Fjarða stevnu
í Vestmanna.
Á Jóansøku fyri einari viku síðani
vann Havfrúgvin, sum annars hevði
verið nummar tvey í trimum teim
um fyrstu kappingunum. Hesa ferð
var tað Drekin hjá Havnar Róðrar
felag, sum var fyrstur á mál. Hetta
var fyrsta ferðin í ár, at Drekin vann
hesa kappingina.
Talan var um óvanliga spennandi
róður. Drekin var bara stóran stavn
in frammanfyri Havfrúnna og
Títling, sum fóru stavn um stavn
um málið. Títlingur hjá Havnar
Róðrar felag vann tríggjar teir
fyrstu róðrarnar í ár, og Títlingur
er tísk il fremstur í FM kappingini.
1 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:29.14
2 Títlingur . . . . . . . . . . . . . . 02:29.20
3 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . 02:29.20
4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 02:33.07
5 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . 02:35.15
6 Sandingur . . . . . . . . . . . . . 02:35.20
7 Royndin Fríða. . . . . . . . . . 02:36.04
8 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . 02:36.10
9 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . 02:37.09
10 Dúgvan . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.11
11 Heykur. . . . . . . . . . . . . . . . 02:39.13
12 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . 02:40.08
13 Hulda. . . . . . . . . . . . . . . . . 02:48.07
Støðan
1 Títlingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27
2 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
3 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16
5 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
6 Royndin Fríða. . . . . . . . . . . . . . . . . 7
7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
8 Sandingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
Tróndur Arge
Bara eina ferð hava vágs dreing
ir í Royndini Fríðu vunn ið FM.
Tað var í 1994 ella fyri sekstan
árum síðani. Felags fyri teir
sjey, sum nú manna Royndina
Fríðu er, at teir ikki minnast,
hvussu tað gekk fyri seg í 1994.
Onkrir teirra vóru ikki føddir,
og aðrir lógu tað summarið í
barnavogni.
Í illfýsnu umstøðunum, sum
valdaðu tíðliga seinnapartin
leygardagin
í
Vestmanna,
vunnu vágsdreingir kappingina
millum
5mannafør
við
dreingj um, og harvið løgdu
teir seg á odda í FM kappingini.
Talan er um tætta kapping,
tí Blikur, sum hesa ferð var
næst fremstur, er bara eitt stig
aftanfyri.
At Royndin Fríða má roknast
at vera FM favorittur kemst
eisini av, at vágbingar hesar
seinastu ferðirnar hava verið
alt meiri sannførandi. Fýra
tær fyrstu ferðirnar skiftust
hes ir báðir bátarnir um at
vinna. Blikur vann í Klaksvík,
Royndin Fríða í Hvalvík, Blikur
á Skála fjørð inum og Royndin
Fríða vann í Vági.
Hesa mannagongdina – at
bátarnir vinna aðru hvørja
ferð – gjørdi Royndin Fríða upp
við í Vestmanna, og ikki bara
tað. Sigurin hjá vágbingum á
Fjarðastevnu var tann mest
sann førandi, sum er vunnin í
hesi kappingini í ár.
Munurin millum teir báðar
fremstu var meiri enn tvey
sekund. So stórur hevur mun
urin ikki verið hinar fýra ferð
irnar.
Saman við Firvaldi av Tvør
oyri og Bliki av Argjum fekk
Royndin Fríða besta startin,
og fyrstu løtuna var tað tætt
og javnt. Tá ið málið var hálv
rógvið sprakk Royndin Fríða
eina bátslongd og meiri enn tað
framum Firvald, sum var væl
frammanfyri Blik. Støðurnar
vóru rættuliga skiftandi, men
Royndin Fríða varð ongantíð
hótt frammi í oddinum.
Blikur megnaði at taka Fir
vald, men argjadreingir megn
aðu einki at gera við Royndina
Fríðu. Í FM kappingini er mun
urin millum Royndina Fríðu
og Blik bara eitt stig, og hóast
tíðarmunurin hesa ferð var
størri, enn hann hevur verið,
so kann ikki sigast annað, enn
at FM kappingin framvegis er
beinhørð!
trondur@sosialurin.fo
1 Royndin Fríða. . . . . .04:51.09
2 Blikur. . . . . . . . . . . . .04:53.19
3 Firvaldur . . . . . . . . . .04:57.17
4 Svanur. . . . . . . . . . . .05:01.12
5 Jallurin. . . . . . . . . . . .05:02.01
6 Junkarin. . . . . . . . . . .05:03.14
7 Teistin . . . . . . . . . . . .05:04.21
8 Sílið . . . . . . . . . . . . . .05:08.04
9 Beinta . . . . . . . . . . . .05:14.08
10 Havfrúgvin . . . . . . . .05:17.24
Støðan
1 Royndin Fríða. . . . . . . . . . . .33
2 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . .32
3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . .19
4 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . . .16
5 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . .15
6 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . .14
7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .8
8 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . . . .3
Drekin vann fyri fyrstu ferð
Barnaróður dreingir Kappingin millum tríggjar teir fremsta
var óvanliga tøtt, tá ið Havfrúgvin kiksaði í heimasjógvi
5-mannafør dreingir Við mest
sannførandi sigrinum í hesi kappingini
higartil í ár gjørdu vágsdreingir
undan tveimum teimum seinastu
kappingunum seg til FM favorittar
Fyrsta FM í 16
ár er í eygsjón
Teistin á FM kós
Barnaróður gentur Genturnar á Argjum vunnu aftur
í Vestmanna, og tá ið Spógvin endaði á fimta plássi ber
tað við sær, at argjagentur eru sera nær FM heitinum
Góð orsøk til smíl umborð á Teistanum, nú kósin til FM-heitið tykist púra bein
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang