Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 5. juli · Nr. 103 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Einasti dysturin í Vodafonedeildini hetta vikuskiftið var á varmakeldu í Fuglafirði, har ÍF tók ímóti argja­ monnum. ÍF skuldi vaska 5­0 tapið ímóti B36 av sær, meðan AB ikki vil hava tíggjunda og aftasta plássi sitnandi á sær í summar feriuni. Tað var lítið í bendi á, at dysturin skuldi gerast ein av teimum minn­ iligu tað fyrstu løtuna. Tá fyrri hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvrunnin, kom lív í dystin. Jan Ellingsgaard stútar eitt horna í mál. Løtu seinni kemur ein avgerandi løta í dystinum. Fyrst fellur Kaj Ennigarð Kenneth Jacobsen og fær gult kort. Lítla løtu seinni er aftur gali millum teir báðar. Meðan bíða verður eftir einum frísparki hendir eitt hvørt, sum fær Dagfinn Olsen at geva Kenneth Jacobsen reytt kort. – Tað hendir eitt ella annað við okkum tá vit biva tíggju mans. Tað hendir so tíðliga í dystinum, at vit vita at vit koma at renna eyka nógv hendan dystin og at vit mugu kempa, sigur Gunnar Haraldsen, sum spældi allan dystin í mið verj­ uni. Eftir reyða kortið kom lív í AB. Fyrst javnaði Evrard Blé við skoti uttanfyri brotssteigin. Løtu seinni dømdi Dagfinn Olsen brotsspark til AB og argjamenn vildu hava Poul Ennigarð, ið framdi brotsgerðina, útvístan. Hann fekk gula korti og Evrard Blé umsetti brotssparkið til mál. Við seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki, javnaði Kaj Ennigerð úr spískum fyri ÍF. – Also hann er síðsti maður, so hann kundi gott fingið reytt kort, men eg haldi at Poul Ennigarð kann sjálvur sleppa at svara uppá tað, sigur Gunnar Haraldsen við einum smíli og hyggur uppá Poul Ennigarð, sum stendur viðsíðuna av. ÍF byrjaði seinna hálvleik væl og skoraði tvær ferðir. Eftir horna er tað Dánjal á Lakjuni, ið leggur ÍF á odda og løtu seinni smekkar Frank Poulsen til uttanfyri brotssteigin og so er 4­2 til ÍF. – Eg eri skuffaður av at vit lata trý mál inn uppá deyðbóltsstøður. Vit eru ov slappir í teimum støð­ unum. Tá vit fáa minkað um munin til 4­3, fáa vit trúnna uppá at tað ber til at fáa stig heim við, sigur Gunnar Haraldsen. Tehe Arstide minkaði um mun­ in tíggju minuttir fyri tíð eftir horna. Síðani mundi Stig­Roar Søb stad, sum spældi sín seinasta dyst fyri AB, javna eftir verjuvillu í ÍF verjuni. Fýra minuttir fyri tíð kom so útjavnandi málið. Evrard Blé sendi fríspark innfyri, men ongin fekk fatur á bóltinum, sum fór beina leið í málið til 4­4. Frøðin var sjálv sagt stór á argjamonnum, meðan fuglfirðingar bara hildu um høvdið og ikki kundu trúgva tí sum var hent. – Tað var ræðuligt at spæla við tíggju monnum. Í seinna hálvleiki satsaðu vit og spældu við trimum í verjuni. Teir hava nakrar skjótar leikarar og tað var tungt at renna aftaná, men tað var deiligt at vit fingu okkurt afturfyri stríðið, sigur Gunnar Haraldsen. Hetta kappingarárið hevur verið eitt strævið kappingarár fyri argja­ menn, sum í fjør endaðu á einum sætta plássi, fýra stig frammanfyri ÍF. Í dag er støðan ein onnur. ÍF er í steypafinaluni og liggur á triðja plássi, meðan AB liggur næst niðast og tykist hava fíggjarligar trupul­ leikar. Teir hava millum annað mist Tórð Thomsen og Stig­Roar Søbstad, sum leygardagin spældi sín seinasta dyst fyri AB. Hann skiftir til B36. – Tað er sjálvandi keðiligt at missa spælarar, men lagið er gott í hóp inum og tí er lætt at koma til venjing og kempa víðari. Vit hava eitt gott samanhald og tað er av­ gerandi fyri at kunnu koma røttu megin niðurflytingarstrikuna, sigur Gunnar Haraldsen at enda. Nú er summarferia í Vodafone­ deildini. Fyrsti dystur hjá AB eftir summar feriuna er ímóti EB/ Streymi á útivølli, men ÍF skal til spæla í suðri ímóti FC Suðuroy. trondur@sosialurin.fo Argjamenn leggja ikki kongin vodafonedeildin Fyrst fingu teir mál ímóti sær, síðani fingu teir ein mann útvístan og omaná tað heila, so vóru teir aftanfyri við tveimum málum tá ein hálvur tími var eftir – men argjamenn noktaðu at leggja kongin! Við tíggju monnum megnaðu argjamenn at skora fýra mál og fáa eitt stig við úr Fuglafirði Soleiðis segði Poul Ennigarð eftir dystin ímóti AB, um støðuna tá AB fekk brotsspark. Dysturin endaði við javnleiki 4­4, men av tí at tað var stevnudystur, skuldi dyst urin avgerast og tað varð við brots spørkum. Her vann ÍF og fingu sostatt Varmakeldu steypið. Frank Poulsen skoraði til 4­2 tá ein lítil hálvur tími var eftir, men hóast argjamenn bara vóru 10 mans á vøllinum, so megnaðu teir at koma uppá 4­4. Vit duga ikki at avgerða ein dyst. Tá vit føra 4­2 í seinna hálv­ leiki við 11 monnum ímóti 10, tá skal dysturin vera avgjørdur, men tað var hann ikki. Vit missa kon sentratiónina og tað gjørdu vit eisini á sinni ímóti NSÍ, tá vit førdu 3­1 og tapa 5­3. Tað var tað sama í dag. Vit hava eina átta hálvar áleyparar á liðnum og duga kanska ikki nóg væl í verjupartinum, sigur Poul Ennigarð. Tá ein hálvur tími var farin av dystinum, fær AB ein mann útvísan. Tá er støðan 1­0 til ÍF. Vit halda at hetta fer nokk at ganga, tí teir eru 10 mans og vit føra 1­0 og tað verða vit revs aðir fyri. Hetta kennist sum eitt tap og hetta er ikki gott nokk. Eg leggi lítið í Varmakeldu steyp­ ið, sigur ein vónbrotin Poul Ennigarð. Tá AB javnaði dømdi dómarin, Dagfinn Olsen, brotsspark til argjamenn og gult kort til ÍF. Fleiri argjamenn vildu verða við, at Poul átti at verða útvístur. – Tað er brotsspark, men gult kort var nóg hørð revsan, sigur Poul Ennigarð. ÍF skal á Summarfestivalinum spæla steypafinaluna ímóti EB/ Streymi. Men tveir teir seinastu dystirnir hjá ÍF hava ikki spælt væl av. Teir taptu 5­0 fyri B36 fyri eini viku síðan og nú Megnaðu teir ikki at fáa fult ímóti AB heimavølli. – Um vit skulu vinna Løg­ mans steypið, so skal nógv broyt­ ast – øguliga nógv! Tað hevur gingið væl hjá okkum fyrr í ár, men nú er stígur komin í, so vit skulu verða glaðir fyri at summ­ ar steðgurin kemur nú. trondur@sosialurin.fo – Gult kort nóg hørð revsan Poul Ennigarð: ÍF 4 AB 4 jákuP Poul høgni kAj jAn friTlEif frAnk dánjAl Andy nEnAd øssur nikolAj jákuP jobin TummAs kEnnETh EvrArd AlEx morTAn gunnAr TEhE hEðin ÍF - AB 4-4 (2-2) 1-0: jan Ellingsgaard 29. 1-1: Evrard blé 36. 1-2: Evrard blé br 41. 2-2: kaj Ennigarð 45. 3-2: dánjal á lakjuni 58. 4-2: frank Poulsen 68. 4-3: Tehe Aristide 76. 4-4: Evrard blé 88. Dómari: Dagfinn Olsen ÍF: Jákup Mikkelsen - Kaj Ennigarð (Áki Petersen, 64.), Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen, Andy Olsen (Ari Ellingsgaard, 86.) - Nenad Saric, Øssur Dalbúð. Gult kort: Kaj Ennigarð, Poul Ennigarð, Ari Ellingsgaard AB: Heðin Stenberg - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Gunnar Haraldsen, Alex Mellemgaard (Fabrice Arnesen, 68.) - Tummas Justinussen, Evrard Blé, Jobin Drangastein, Kenneth Jacobsen - Nikolaj Eriksen (Stig Roar Søbstad, 46.), Jákup Dam Gult kort: Mortan úr Hørg Reytt kort: Kenneth Jacobsen 34. deyðbóltar AB hevði tíðuliga trupulleikar av deyðbóltunum hjá fuglfirðingum. Fílabeinsstrandingurin hjá AB, Evrard Blé, gjørdi hattrick (hm.) Myndir: Álvur Haraldsen blé