Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. juli · Nr. 103 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Eyðun Klakstein Um vikuskiftið fóru tær fýra fjórð­ ingsfinalurnar í HM­endaspælinum avgreiddar á vøllunum í Suður­ afrika. Og tað gjørdist til fýra drama tiskar dystir, har tað stóð nógv á spælarunum, úrslitini helst vóru eitt sindur óvæntað, og har Europa setti Suðuramerika upp á pláss. Fyrr í kappingini helt Diego Maradona, venjari hjá Argentina, fyri, at suðuramerikansku londini vóru sterkari enn tey europeisku, og tey spældu eisini betur fótbólt. Jú, tað var orsøk at geva honum rætt í hesum – í øllum førum tá tað kom til fótbóltsspælið í nógvum av dystunum. Lond sum Chile, Uruguay og Argentina vístu gott álopsspæl, meðan lond sum Ongland, Italia og Frakland dumpaðu við eitt brak. Men nú tey sterkastu úr Europa og Suðuramerika brustu saman í avgerandi dystum, var Europa stóri vinnarin. Í trimum fjórðingsfinalum spældu Europa og Suðuramerika ímóti hvørjum øðru, og Europa vann allar dystirnar. Málmunurin var 7­1. Teir mætastu máttu lúta Dysturin millum Brasil og Niður­ lond var sermerktur á tann hátt, at Brasil var greitt við yvirlutan í fyrra hálvleiki, meðan Niðurlond tóku sær um reiggj eftir steðgin. Brasil legði seg á odda, og sum teir spældu fyrstu trý korterini hugsaði eingin tankan um, at heims ins mætasta fótbóltsjóð var á veg úr endaspælinum. Í seinna hálv leiki var sum vent í holuni. Nú vóru teir niðurlendsku spælararnir við yvirlutan, og tað við lít eisini. Brasil hjálpti Niðurlondum at skora eitt mál, og tá Sneider skoraði til 2­1, og brasiliumenninir kókaðu og fingu eitt reytt kort, kundi tann minna europeiska tjóðin við teim­ um stóru spælarunum koyra sig­ urin heim. Helst mest óvæntaða úrslitið í fjórðingsfinalunum. Afrikanskur grátur Ghana gjørdi tað sera gott í dyst­ inum ímóti Uruguay, og teir høvdu sigurin innanborða í evstu løtu, men tað endaði álíkavæl við afri­ kanskum gráti. Eftir javnleik í vanliga dystinum var neyðugt við umdysti, og í sein­ asta minutti av umdystinum, fekk Ghana brotsspark, eftir at topp­ skjúttin hjá Uruguay bjargaði við hondini á málstrikuni. Men tá ið Ghana skuldi senda Jabulani bóltin í meskarnar úr ellivu metrum, kiks­ aðu teir. Hetta var seinasta sparkið í dystinum, og so varð neyð ugt við brotssparkskapping. Hesa kapping vann Uruguay, og so kundu suðuramerikanararnir fara víðari í kappingini, men sterk­ asat afrikanska umboðið mátti fara heim. Týska maskinan Týskland hevur vunnið sær nógvar nýggjar fjepparar í hesum HM­ endaspælinum – ikki minst eftir fjórðingsfinaluna ímóti Argentina. Týskland vann dystin heili 4­0, og tað var imponerandi at síggja, hvussu teir ungu týsku spælararnir í løtum runnu Argentina um koll. Øzil, Schweinsteiger, Muller og hinir vóru fantastiskir, og stóru argen tinsku stjørnurnar máttu at enda viðurkenna, at teir høvdu ongan kjans ímóti týsku maskinuni, sum er blivin meira sjarmerandi og undirhaldandi, enn hon mangan hevur verið. Týskararnir royna sjálvir at dempa rómin, men nú halda mong – eis ini sponsku mótstøðumenninir í hálv finaluni – at Týskland hevur besta liðið og er favorittur at vinna HM­kappingina hesaferð. hm2010 suð Europa setti Suðuramerika upp á pláss HM2010 Suðuramerikanararnir endaðu á afturpartinum, tá ið europeisku londini settu teir upp á pláss í fjórðingsfinalunum í HM. Stóru stjørnurnar úr Brasil og Argentina fór grátandi heim Robinho mátti vónbrotin fara av vøllinum og heim eftir dystin ímóti Niðurlondum Mynd: Polfoto vónbrotin