mánadagur 5. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Spania mátti stríðast
Paraguay kom á vøllin við einum
heilt øðrum hugburði, enn tey flestu
høvdu roknað við í fjórðingsfinaluni
ímóti Spania. Paraguay pakkaði seg
ikki á egnari hálvu, men fór langt
fram á vøllin fyri at stressa sponsku
spælararnar.
Hetta riggaði heilt væl til tíðir,
og Spania slapp ikki at dominera
dystin í so stóran mun, sum roknast
kundi við frammanundan.
Dysturin gjørdist eisini drama
tiskur, tá Paraguay í seinna hálv
leiki fekk brotsspark, sum teir
mis nýttu. Ein minutt seinni fekk
Spania brotsspark, sum teir eisini
misnýttu. Og so endaði tað við, sum
onkur mundi hava illgruna um. Eitt
mál varð skorað, og tað gjørdi stóri
spanski spælarin, David Villa.
Tað var nóg mikið til at senda
Spania víðari í kappingini, men
dyst urin gav ábendingar um, at
europa meistararnir ikki eru so
suve renir, sum teir onkuntíð hava
verið.
Hálvfinalur
Týskvøldið og mikukvøldið skuldu
finalistarnir í HMendaspælinum
finnast. Týskvøldið skal Uruguay,
sum er einasta landið uttanfyri
Europa, ið er eftir í kappingini,
spæla ímóti Niðurlondum. Hesi
dyst urin tykist verða púra opin,
men tað er sjálvsagt ein missur fyri
Uruguay, at málskjúttin Suares hev
ur leikbann. Men Forlán kann meira
enn teir flestu, og Niðurlond skulu
vísa saman áræði og avrik, sum teir
vístu í seinna hálvleiki ímóti Brasil,
skulu teir spæla seg í finaluna.
Helst meira spennandi hálv
final an er millum Týskland og
Spania. Fyri kappingina var Spania
roknað sum fremsta umboðið hjá
Europa, men Týskland hevur av
álv ara spílað seg út í hesi kapping
og er helst lítil favorittur til dystin
ímóti Spania mikukvøldið.
eydun@sosialurin.fo
ur afrika
stóru stjørnurnar
funnu ikki málið
Teir teljast millum dýr astu og best løntu fót bólts
spælararnar í heim inum, og roknað varð við, at teir skuldu
seta síni fingramerki á HMenda spælið í Suðurafrika.
Summir spældu hampu liga væl, aðrir minni væl, men
felags fyri nógvar av teimum størstu stjørnunum er, at teir
skoraðu einki mál í HMenda spælinum.
Hvør hevði fyri enda spælið torað at sagt, at Messi, Rooney,
Kaká, Henry, Lampard og Ribery fóru ikki at skora nakað
mál í HM. Ikki júst tann mest gløgga eygleiðingin fyri HM,
men eitt faktum, nú enda spælið gongur ímóti HM.
Floppliðið
RobeRt GReen (ONG)
Enski málmaðurin varð fyrstaval, men hann gjørdi so stórt mistak í fyrsta
dystinum hjá Onglandi, at hann varð settur av og varð ikki at síggja aftur á
vøllinum.
nicolas otamnedi (ARG)
Var fullkomiliga útstillaður, tá ið Týskland rann Argentina um koll og mátti
skiftast út. Har hevði verið gott við tí meira roynd Javier Zanetti, men hann varð
ikki tikin út.
Jun ni (N. KOR)
Hann misti bóltin átta ferðir, tá ið Portugal høvlaði Norður Korea av. Gudviti,
hvussu móttøkan av honum heima í Norður Korea mundi verða.
eRic abidal (FRA)
Sum nógvir av fronsku stjørnunum spældi hann illa, var ótryggur í verjupartinum
og kláraði at gera brotsspark.
PatRice evRa (FRA)
Vanliga er hann ein sterkur og álopssinaður bakkur hjá Manchester United, men
sum liðformaður hjá Fraklandi dumpaði hann bæði á og uttanfyri vøllin.
lionel messi (ARG)
Jú, hann er helst tann spælarin á hesum liðnum, sum spældi best í
endaspælinum, men tá hugsað verður um, hvørjar vónir vóru til hansara, livdi
hann ikki upp til tað.
FRanck RibeRy (FRA)
Vanliga er hann besti franski fótbóltsspælarin, men hann endaði sjálvur í
rokinum um, hvør skuldi spæla og ikki og varð eisini avsettur av liðnum, har hann
skuldi verða stóra kreativa orkan.
Jon dahl thomassen (DAN)
Hann hevur áður gjørt um seg millum heimsins bestu spælararn, men hesaferð
gjørdist tað øllum greitt, at Jon Dahl er ikki tað, hann einaferða. Innarasíðan er
pensiónerað.
FeRnando toRRes (SPA)
Hann hevur verið órógvaður av skaðum og hevur virkað óskarpur og
ómótiveraður higartil tí kappingini. Nú hevur hann tveir dystir eftir at gera um
seg í.
Wayne Rooney (ONG)
Tað skuldi verða so gott, men gjørdist so keðiligt. Rooney hevur verið stóra
stjørnan í Europa í farna kappingarárið, men hann formáddi sær einki á enska
landsliðnum hesaferð.
nicolas anelka (FRA)
Skommin var fullkomin, tá ið Anelka varð sendur heim frá HM-endaspælinum, tí
hann var ljótur í munninum við venjaran. Á vøllinum gjørdi hann heldur ikki stóru
skreytirnar.
venJaRi: Raymond domenech (FRA)
Hvør annar enn Domenech kann verða venjari fyri floppliðið. Hansara menn
gjørdu sær fyri skommum í HM – bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.
EndabrEsturin
hálvfinalur
Týskvøldið kl. 19.30: UruguayNiðurlond
Mikukvøldið kl. 19.30: TýsklandSpania
Dystur um 3. pláss
Leygarkvøldið kl. 19.30
hm finala 2010
Sunnukvøldið kl. 19.30
Suðuramerikansku spælararnir
endaðu á afturpartinum, tá ið
Týskland, Niðurlond og Spania
spældu seg víðari í HM-kappingini
Mynd: Polfoto
á aFtuRPaRtin