mánadagur 5. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
NSÍ vendi kapp
vodafonedeildin Tá fjórða umfar var liðugt lá NSÍ niðast við einum stigi, meðan B36 lá ovast við
tíggju stigum. Tíggju umfør seinni liggur NSÍ á fyrsta plássi og megnaði milum annað at vinna níggju
dystir á rað. B36 misti stevið og liggur á einum fimta plássi, átta stig aftanfyri NSÍ. ÍF hevur klára seg væl
higartil og liggur á einum flottum triðja plássi. Teir hava eisini bókað sær eitt pláss í steypafinalui.
Tróndur Arge
B36, Víkingur og B68 hava ikki
megnað at liva upp til ambitiónirnar.
B36 byrjaði væl, men megnaði
ikki at toki koyrandi og eru nú á
einum fimta plássi. Víkingur vann
í fjør steypakappingina og bronsu,
men í ár verður tað møkuliga til
hvørki. Taptu fyri ÍF í hálvlfinluni
í steypakappingini og eru sjey stig
frá triðja plássinum. B68 byrjaði
við at hólva B71 av, men síðani lítið
verið at sæð til tað B68 liðið.
Í botninum er B71 komi best frá
uppgávuni sum uppflytari, men
tapið fyri FC Suðuroy á Jóansøku
gera at tað er samband millum B71
og hini bæði botnliðini, AB og FC
Suðuroy.
NSÍ
Teir kundu nær
mast ikki fáa eina
verri byrjan. Eftir
fýra
umfør
var
bara eitt stig komi í hús og tað sá
svart út í Runavík. Í fimta umfari
komu so argjamenn á vitjan og tað
var byrj anin til eina sigursrøð uppá
heilar níggju dystir. Har ímillum
ein 30 sigur á Toftum, ein 51 sigur
í Gunda dali í móti B36 og ein 20
sigur í oddabrakinum ímóti HB á
eystan stevnu. Stóri leikarin hjá NSÍ
hevur verið liðskiparin, Christian
Høgni Jacobsen. Hann hevur ferð
aftaná ferð verið avgerandi mun
urin tá NSÍ hevur sigrað. Hann er
eisini langt fremst á toppskorara
listanum við 12 málum, sum er
tvífalt so nógv sum teir næstu á
listanum.
HB
HB byrjaði árið við
nýggjum
venjara
og fleiri nýggjum
leikarum.
Teir
fingu ikki eina lætta byrjan, tí fyrst
B36 í vegin í steypakappingini og
síðani komu uppflytarnir úr Suðri
til havnar og mundu tikið øll stigini
við Smyril suður aftur. Síðani kom
gongd á HB, sum legði seg á fyrsta
plássi við einum Fróða Benjaminsen
sum stýrimanni. Stóar nýggja navni
í føroyskum fótbólti í ár er Símun
Samuelsen, sum er komin heim úr
íslendskum fótbólti. Hann hevur
saman við Fróða Benjaminsen spælt
flest minuttir fyri HB higartil.
ÍF
ÍF er eitt av liðnum, sum hevur
stað ið seg betri
enn
væntað.
Teir spældu seg
í
steypafinaluna
við at vinna 30 í
Gøtu ímóti Víkingi og hava higartil
skavað heili 25 stig sam an á triðja
plássi. ÍF er í nógvar mátar eitt
sindur ringt at rokna út. Til tiðir
spæla teir sum eitt oddalið, ið
veruliga kann bjóða av í oddinum.
Tað vísa millum annað sigarnir á
HB og Víking og ikki minst gongdin
í steypakappingini. Men so eru tað
eisini dystirnir, tá ÍF spælir sum eitt
lið, ið ikki hoyrir heima í oddinum.
Millum annað 50 tapið fyri B36 og
ikki minst 44 javnleikurin leygar
kvøldið ímóti AB.
EB/Streymur
Eftir seks umfør
hevði EB/Streymur
bara
fimm
stig
og
var
eitt
av
vónbrotinum í Vodafonedeilidini.
Síðani kom EB/Streymur í ein góðan
stima og vunnu fimm og spældu
tveir javnar. Í seinasta umfarinum
fyri summarferiuna, hevði EB/
Streymur ein møguleika at av álvara
blanda seg uppí oddastríðið, men
tapti greitt fyri HB í Gundadali. EB/
Streymur er steypaliðið í Føroyum
fyri tíðina. Fjorða árið á rað eru
teir í steypafinaluni, sum verður á
Summarfestivalinum í Klaksvík.
B36
B36 hevði í fjør
eitt vánaligt kapp
ingar ár, men teir
megnaðu í harðari
kapping við KÍ, at tryggja sær sæti í
bestudeildini. Í ár skuldu aðrir bollar
í suppuna og Sigfríður Clementsen
var settur sum venjari. Til gongdin
taldi millum annað Hjalgrím Elttør,
Bárður Olsen og Dmitrjie Jankovic.
Tað byrjaði við trimum sigrum,
men síðani megnaði B36 ikki at
vinna fyrr enn í 13. umfari, tá AB
var á vitjan í Gundadali. B36 fór í
summar feriu við einum knúsandi
50 sigri á ÍF og einum fimta plássi.
Fleiri vilja verða við, at B36 manglar
ein fram herja, teir hava nú tryggja
sær StigRoar Søbstad úr AB. Er
hann prikkurin, sum manglar í B36
pusli spælinum?
Víkingur
Víkingur vann í fjør Løgmanssteypið
og
bronsu
í
landskappingini.
Tí var væntað, at Víkingur fór
Stóri profilurin í landskappingini higartil hevur verið NSÍ liðskiparin, Christian Høgni Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen