mánadagur 5. juli 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. juli · Nr. 103
36
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tann 27. oktober í ár kemur
heimsins
kendasti
bilur
undir hamaran fyri fyrstu
ferð.
Talan er um ein Aston
Martin DB5 frá 1964, sum
varð brúktur í Agent 007
filmunum »Goldfinger« og
»Thunder ball« við skotska
sjón leikara num Sean Conn
ery við rattið. Bert tveir
bil ar í akkurát hesi út
gávu ni vórðu framleiddir.
Eftir at teir vórðu nýttir til
filmsupptøkurnar, vóru teir
lætnir aftur til Aston Martin
verksmiðjuna.
Tann eina av biliunum
fekk
amerikanski
radio
vert ur in
Jerry
Lee
frá
Philadelphia loyvi at keypa
frá
Aston
Martin
verk
smiðjuni fyri 12.000 dollarar í
1969. Bilurin er heilt original
ur og er útgjørdur við allari
út gerðini, sum varð nýtt í
James Bond filmunum sum
t.d.
nummarplátum,
sum
kunnu broytast undir koyr
ing, skotvápnum framman
og aftan eins og útgerð til at
skera dekkini á bilum, sum
royna at elta Agent 007.
Lægsta boð upp á bilin er
sett til 30,5 milliónir krónur,
men uppboðssølan roknar
við, at hann verður seldur
fyri munandi hægri prís.
Pen ing urin fer óskerdur til
hjálpar ar beiði, sum Jerry Lee
stend ur fyri.
mg
Aston Martin DB5 frá 1964
sum varð brúktur í Agent
007 filmunum »Goldfinger«
og »Thunderball«
Heimsins
kendasti
bilur til sølu
Bilurin er útgjørdur við allari útgerðini,
sum varð nýtt í James Bond filmunum
Nummarpláturnar kunnu broytast undir koyring
Filmssjónleikarin Sir Sean
Connery (f.1930) koyrdi
bilin í Agent 007 filmunum
"Goldfinger" og "Thunderball"
007