Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. juli 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 5. juli · Nr. 103 Sosialurin Bilradio hósdagin kl. 17.15 Í sendingini Bilradio á Rás2 verður vitjað hjá SHJ ATV-Import har Steen Hjaltalin Jensen í Leynum fortelur um sín innflutning av kinesiskum ATV . Eisini verður ein samrøða við Jørgen Thygesen, sum búði í Føroyum og seldi vørur til føroysku bilverkstøðini í 30 ár. Í sambandi við heims- meistar a kappingina í fót- bólti í Suðurafrika burt- ur lut ar Kia import ør urin í Týsklandi ein spildur nýggj- an Kia Soul fyri hvørt mál Týsk land skorar í kappingini. Eing in bilur verð ur tó latin fyri sjálvmál og mál upp á brots spark. Allir týsku Kia for handl- ar ar nir hava seðlar í sínum fram sýningarhølum til kund ar nar at útfylla við møgu leika fyri at vinna ein Kia Soul. Kia er ein av høvuðs sponsorunum av HM-kappingini. Tá kappingin er liðug, verð ur drigið millum seðlar- nar. mg Tíðindaskrivið Ellis ak- før var í farnu viku sent út til limirnar í áhuga- felagnum Føroya Ellis- ak før. Talan er um 19. árgang av blaðnum, sum er í A5 stødd við 48 blað- síðum. Í blaðnum eru áhuga- verd ar greinar um til tøk felagsins, sum t.d. túrar við bilum og motor- súkklum umframt ann- að søguligt tilfar. Ein áhuga verd grein er t.d. um Rudolf Diesel, sum upp fann dieselmotorin, søgu ligt føroyskt bil til- far hjá Hergeiri Petersen er eisini í blaðnum um- framt nógv ymiskt annað. Áhugafelagið Føroya Ellis akfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út limabløð øll ár- ini. Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen. Heima síðan hjá felag- num er: www.ellisakfor. com mg Steen Hjaltalin Jensen Hvør var Rudolf Diesel? Tíðindaskrivið Ellisakfør er í A5 stødd við 48 blaðsíðum Fyrsta ferðslu­ van lukkan í 1928 Í gjár, sunnudagin 4. juli, var minningardagur teirra deyðu í ferðsluni, sum varð hild in við at blómur vórðu lagd ar út á støð kring landið, har fólk hava latið lív í ferðslu- vanlukkum. Fyrsta ferðsluvanlukkan, sum kravdi mannalív, hendi í 1928, tá ein bilur við fýra fólk um fór út av vegnum við Varma keldueiði í Eysturoy, og ein teirra doyði. Síðan tá eru eini 270 fólk deyð í ferðsluni á føroysku vegu n- um. Myndin er av einum av fyrstu bilunum í Føroyum, sum er farin út av vegnum og er bóltaður á takið. Sum tað sæst, vóru vegirnir sera vánaligir, tá í tíðini. Millum menninar, sum arbeiða við at fáa bilin upp á vegin aftur, sæst bilasølumaðurin Vilhelm Nielsen, sum seldi seldi Chevrolet í Føroyum. Hann er í ljósum frakka og kaskett Her er bilurin komin aftur á hjólini. Eftir øllum at døma er myndin tikin við gamla Leirvíksvegin Ein Kia fyri hvørt mál Kia í Týsklandi burturluta ein spildurnýggjan Kila Soul fyri hvørt mál Týskland skorar í HM óhapp