hósdagur 24. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Toyota Corolla, ið eru
ein av heimsins mest
seldu bilum, koma nú
á marknaðin við eini
heilt nýggjari røð av
ymiskum modellum.
Har eru hatchback,
stationcar og Verso, tó
er óvist nær sedan
útgávan kemur
hendan vegin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Toyota hava stórar ætlanir
við nýggja Corolla, og eftir
teimum góðu ummælunum,
teir fáa í útlendskum bil-
magasinum, er onki at ivast
í, at bilurin verður ein
"succes". Nógv er gjørt
burturúr at halda kvalitetin
á bilinum á so høgum støði
sum gjørligt. Hetta merkist
serliga innan, har til dømis
tilfarið í instrumentborð-
inum er bleytari, og lítið er
brúkt av hørðum plastikki.
Við tað at aksulfrástøðan er
størri á øllum útgávunum,
er meira beinpláss til tey
ferðandi á baksetrunum.
Elektriska
servostýring
Eins og fleiri aðrir nýggir
bilar hava allar útgávurnar
elektriska
servostýring.
Allar
útgávurnar
hava
eisini originalt radio við
fløguspælara sum standard.
Bilurin er sera lættur og
ljóðleysur at koyra, eisini
dieselmotorurin
larmar
lítið. Tríggir VVTi bensin-
motorar eru at velja ímill-
um: 1,4 litur við 97 hk, 1,6
litur við110 hk og T-Sport
við 192 hk. Dieselmotor-
urin er 2.0 við 90 hk.
Framsýning hjá Reyni
Service
Corolla koma sum hatch-
back við 3 og 5 hurðum,
stationcar, ið er 20 cm
longri og MPV bilurin
Verso. Óvist er nær Corolla
sedan, ið verða gjørdir í
Turkalandi, verða her. De-
signið er smart og alt er
gjørt fyri at tekkjast evro-
peisku keyparunum. Í sam-
bandi við at nýggja Corolla
røðin er komin til landið,
verða teir sýndir fram hjá
Reyni Service frá miku-
degnum til fríggjadagin frá
kl. 8-17 og leygardagin frá
10-15. Frá Reyni Service
verður sagt, at øll eru væl-
komin at síggja og royna
bilarnar.
Nr. 16 • hósdagur • 24. januar 2002 • 76. árg.
Toyota Corolla Hatchback 5/h
Motorurin
1.6 litur VVTi 16V 110 hk
0-100 km/t
10.2 sek.
Bensinnýtsla
14.3 km/l
Dekkstødd
195/60-15
Stødd og vekt:
Longd
418 cm
Breidd
171 cm
Hædd
148 cm
Eginvekt
1175 kg
Totalvekt
1650 kg
prísur
kr. 177.600,- koyriklárur.
Søluumboð
P/F Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tlf. 313040
www.reyniservice.fo
Toyota Corolla 2002
– alt er nýtt uttan navnið
Innan er tilfarið á
instrumentborðinum
og hurðabetrekkunum
er bleytari, og lítið er
brúkt av hørðum
plastikki
Mynd: Jens K. Vang
Corolla stationvognurin er 20
cm longri enn hatchback
útgávan
Mynd: Jens K. Vang
Eyðun Lisberg frá Reyni
Service sýnir her fram
nýggja Corolla hatchback
við 5 hurðum
Mynd: Jens K. Vang
15
14
Nr. 16 - 24. januar 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Tómur
grunnur
Í Danmark er trygdar-
grunnurin hjá løntakar-
unum um at verða
tómur. Orsøkin er, at
útgjaldið úr grunninum
hevur verið óvanliga
stórt hetta seinasta árið,
tí nógvar danskar fyri-
tøkur hava verið illa
fyri fíggjarliga. Hetta
kostaði grunninum 289
milliónir krónur í fjør,
og tað er nógv meiri
enn onnur ár.
Grunnurin
hevði
roknað við, at útgjaldið
fór at verða 200 milli-
ónir krónur, men tað
vísti seg, at fleiri fyri-
tøkur enn væntað góvu
skarvin yvir. Serliga
nógvar danskar KT-
fyritøkur góvust í fjør.
Tað eru arbeiðsgevar-
arnir, sum gjalda í
trygdargrunnin, og teir
hava nú samtykt at
hækka gjaldið næstan
100 prosent. Tað ber í
sær, at í ár skulu ar-
beiðsgevararnir rinda
210 krónur fyri hvørt
fólk, sum er í fullum
starvi. Í fjør var gjaldið
110 krónur.
Stórhandil
í gjalds-
steðg
Tað gongur framvegis
tann skeiva vegin hjá
amerikansku vinnuni,
og í gjár boðaði stóra
handilsketan
K-mart
frá, at hon var farin í
gjaldssteðg. Hetta er
tann størsti húsagang-
urin
í
amerikanska
handilslívinum nakran-
tíð.
K-mart hevur 2114
handlar, og árligi um-
setningurin hevur ligið
um 15 milliardir doll-
arar. Leiðslan sigur, at
fyritøkan hevur ikki
annað í at velja enn at
fara í gjaldssteðg, tí
sølan er minkað mun-
andi, samstundis sum
skuldin er vaksin.
K-mart er meira enn
hundrað ára gamalt,
men leiðslan ætlar ikki,
at handlarnir kortini
skulu lata aftur. Roknað
verður við, at bankin
fer at halda virksemin-
um gangandi, og leiðsl-
an hevur longu boðað
frá einari "nýggjari
byrjan" næsta ár.
Úr Norðurlondum:
Heima-
hjálparar
rýma
Felagið hjá donskum
heimahjálparum ávarar
nú kommunurnar um,
at okkurt má gerast við
arbeiðsumstøðurnar hjá
limunum. Hendir einki,
kann tað gerast trupult
at fáa fólk at arbeiða
sum
heimahjálparar,
sigur felagið.
Tað er serstakliga
kappingin frá teimum
privatu heimahjálpar-
fyritøkunum, sum legg-
ur trýst á ta kommunalu
heimahjálpina. Fakfe-
lagið sigur, at umstøð-
urnar hjá teimum, sum
arbeiða hjá kommun-
unum, eru so vánaligar
og krevjandi, at nógvir
heimahjálparar velja at
gevast. Summar enda á
sjúkrahúsi, og tað finn-
ast fleiri dømi um, at
heimahjálparar
hava
fingið varandi mein av
arbeiðinum og eru vorð-
nar avlamispensjonistar,
sigur fakfelagið.
Sambært felagnum
eru arbeiðsumstøður-
nar vorðnar soleiðis, at
heimahjálpararnir hava
alt ov lítla tíð at taka
sær av teimum gomlu,
tí kappingin krevur, at
tær skulu skunda sær.
Úrslitið er, at minni
dentur verður lagdur á
sjálvt arbeiðið, sigur
fakfelagið hjá donsku
heimahjálparunum.
Umstríddur
biskupur
fer frá
Sigurd Osberg, sum
hevur verið biskupur i
Tunsberg í Noregi sein-
astu 12 árini, hevur
óvæntað boðað frá, at
hann leggur frá sær.
Sigurd Osberg vakti
ans, tá hann sum tann
fyrsti av norsku biskup-
unum hættaði sær at
viðgera støðuna hjá
samkyndum í norsku
kirkjuni. Tað var í 92.
Leingi var hann tann
einasti, sum tók málið
upp á tunguna, men
seinni fekk hann stuðul
frá nøkrum av sínum
starvsfeløgum, teirra
millum Oslo-biskupin-
um Gunnar Stålsett.
Tað eru Haraldur
kongur og kirkjumála-
ráðharrin, sum í felag
skulu tilnevna nýggjan
biskup í Tunsberg, men
fyrst verða fleiri inn-
stillingar. Hildið verð-
ur, at ein kvinna, tann
45 ára gamla Helen
Bjørnøy,
hevur
ein
møguleika at taka við
embætinum.
Amnesty Internatio-
nal hevur biðið
amerikansku mynd-
ugleikarnar um loyvi
at sleppa at tosa við
fangarnar í Guan-
tanamo
FANGARNIR Í
GUANTANAMO
Árni Joensen
Tað er tann norska deildin
hjá Amnesty International,
sum hevur sent ameri-
kansku myndugleikunum
fyrispurningin.
Aðalskrivarin í AI í
Noregi, Peter Eide, sigur, at
felagsskapurin kennir seg
ikki
heilt
tryggan,
tí
amerikansku myndugleik-
arnir eru ikki serliga fegnir
um tær nógvu atfinning-
arnar, sum eru komnar
seinastu dagarnar.
– Vit vita ikki, um tað,
sum vit hava sæð á mynd-
um, hevur til endamáls at
leggja trýst á fangarnar,
men vit vita, at myndug-
leikar aðrastaðni hava nýtt
hesa somu ólógligu fram-
ferðina fyrr. Halda ameri-
kanararnir ikki, at teir gera
nakað skeivt, eiga teir at
lata onnur sleppa at síggja
viðurskiftini í fangaleguni,
sigur Peter Eide.
Hann leggur afturat, at
vilja amerikanararnir ikki
ganga áheitanini frá Am-
nesty International á møti,
ætlar felagsskapurin sær at
biðja norsku stjórnina um
hjálp.
Peter Eide sigur, at tað
hevur stóran týdning fyri
stríðið ímóti altjóða yvir-
ganginum, at almenning-
urin fær at vita, hvussu
fangarnir í hesum stríði
verða viðfarnir.
Tað sigur fyrrverandi
ísraelski forsætisráð-
harrin, Ehud Barak
BARAK Í USA
Árni Joensen
Ehud Barak er í hesum
døgum í USA, har hann
hevur hitt fleiri embætis-
menn í stjórnarumsitingini
í Washington.
Á einum tíðindafundi í
gjár varð Barak spurdur,
hvat
hann
heldur
um
palestinska leiðaran, Yasser
Arafat, og lut hansara í
ófriðinum. Barak svaraði,
at Arafat sær út sum ein
yvirgangsmaður og háttar
sær sum eisini sum ein
slíkur.
– Kanska er hann eisini
yvirgangsmaður,
segði
Ehud Barak.
Fyrrverandi forsætisráð-
harrin helt, at tað er neyð-
ugt og rætt at siga sann-
leikan
um
palestinska
leiðaran, fyri at fólk kunnu
gera sær eina mynd av
manninum. Hvør myndin
so verður, er upp til hvønn
einstakan at gera av, segði
hann.
Amerikanskir eygleiðar-
ar vóru ikki sørt ovfarnir av
orðalagnum hjá fyrrverandi
ísraelska forsætisráðharr-
anum. Teir vísa á, at Barak
og Arafat komu næstan á
mál við einari friðaravtalu á
sumri í 2000, og orð Baraks
vísa bert, hvussu breið
gjógvin millum ísraels-
menn og palestinar er
vorðin, siga eygleiðararnir í
Washington.
Amnesty International vil sleppa
at avhoyra fangarnar á Kuba
Arafat er sum ein
yvirgangsmaður
Arafat sær út sum ein
yvirgangsmaður og háttar
sær sum eisini sum ein slíkur,
svaraði Barak, tá hann á
tíðindafundi varð spurdur
um, hvat hann helt um
Arafat
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14